Leikstjórin
av "Kick-Ass" og "X-Men: First Class", Matthew Vaughn, er komin við einum
nýggjum bretskum actionfilmi við heitinum "Kingsman: The Secret Service".
Marknaðarføringin
fyri "Kingsman: The Secret Service" hevur verið diskret. Man veit ikki nógv um
filmin og treylarin avdúkar lítið. Eg eri yvirraskaður av úrslitinum. Hetta
er satt at siga ein av teimum bestu actionfilmunum, sum eru komnir út í fleiri ár. Hann er sera
undirhaldandi, ógvusligur, stuttligur, væl leikstjórnaður og yvirdrivin. Tað er eisini ein
góður njósnarafilmur, um man kann kalla tað soleiðis. Man kann siga, at tað er
ein góð parodi av James Bond.
Actionsenurnar
eru fantastiskar – tær bestu, sum eg havi sæð í langa tíð. Tær eru sera
undirhaldandi, flott gjørdar, kreativar og væl leikstjórnaðar – serliga
bardagarnir. Tær hava ein kulan og øðrvísi stíl.
Kameraarbeiðið er sera gott. Tað er ikki rokasligt í actionsenunum, eins og í
øðrum actionfilmum fyri tíðina – t.d. "Taken 3". Eg vil ikki avdúka ov nógv um,
hvussu væl gjørdir bardagarnir eru, tí tað er ein góð
yvirraskilsi í filminum.
Eitt, sum
riggar serstakliga væl, er, at Matthew Vaughn hevur savnað eina rúgvu av
fantastiskum og kendum sjónleikarum, sum t.d. Colin Firth, Samuel L. Jackson og Michael Cain. Tað riggar serstakliga væl, tí allir
sjónleikararnir gera sítt besta. Eg havi ongantíð fyrr sæð Colin Firth í einum
actionleikluti og tað er væleydnað. Hann hóskar væl til leiklutin sum
ein eingilskur gentlemaður, sum samstundis er ein kul, hóttandi og
undirhaldandi actionhetja.
Samuel L.
Jackson spælir skurkurin og hann er tann mest undirhaldandi sjónleikarin í
filminum. Hann yvirspælir á ein góðan máta, sigur stuttligar replikkir, tosar
løgið og er tann stuttligasti persónurin í filminum. Tað er genialt, at Matthew
Vaughn hevur ansett hann sum ein skurk, ið ræðist harðskap. Tað er ikki ein
leiklutur, sum Samuel L. Jackson plagar at spæla. Tað er stuttligt, at síggja
Mark Hamill aftur í einum filmi – sjónleikarin, sum spældi Luke Skywalker í
gomlu "Star Wars"-filmunum. Hann hevur ein góðan hjáleiklut. Ungi sjónleikarin
Taron Egerton spælir høvuðspersónurin í filminum og hann gevur eina góða framførslu. Hann er ein rættiliga góður og dámligur høvuðsleikari.
Filmurin
hevur ikki bara fantastiskar actionsenur, men er eisini sera stuttligur. Eg
flenti hart fleiri ferðir. Skemtið er kreativt og óforútsiguligt. Tað varierar
millium t.d. eina stuttliga joke, sum onkur sigur ella okkurt visuelt. Matthew Vaughn dugir væl, at balansera action og
skemt. Hann hevur nú prógvað, at hann er ein
av heimsins bestu actionleikstjórum. Søgan er ikki fantastisk, men rættiliga góð og
inniheldur "twists", sum man ikki væntar frammanundan. Onkuntíð er hon
forútsigulig, serliga nær við endanum, men filmurin klárar framvegis at vera
undirhaldandi. Persónarnir eru dámligir og tað er ein stórur
fyrimunur.
"Kingsman:
The Secret Service" er ein fantastiskur actionfilmur. Satt at siga ein av
teimum bestu í nýggjari tíð. Hann er sera stuttligur, undirhaldandi, kreativur
og væl spældur. Hann er eisini sera ógvusligur og yvirdrivin – hann hevur uppiborið sítt 15 ára aldursmark. Dialogurin er undirhaldandi og allir sjónleikararnir gera sítt besta. Høvuðsleikarin, Taron
Egerton, er góður og dámligur. Colin Firth er sera góður, og ein kulur og
sannførandi actionsjónleikari. Samuel L. Jackson er sera stuttligur og
undirhaldandi. Hann er tann mest minniligi sjónleikarin. Eg havi bert ein kritikk: Søgan er forútsigulig nær
við endanum. Tað er ikki ein stórur trupulleiki. Hetta er fantastiskt
undirhald; serliga fyri tey, sum dáma ógvusligir actionfilmar.
5 / 5 stjørnur
Leikstjóri: Matthew Vaughn
Leikarar: Colin Firth, Michael Cain,
Taron Egerton, Mark Strong, Sofia Boutella,
Samuel L. Jackson, Sophie Cookson, Mark Hamill
Ár: 2014
Samuel L. Jackson, Sophie Cookson, Mark Hamill
Ár: 2014
No comments:
Post a Comment