Í ár koma nógvir stórir
poppkornfilmar út, m.a. "Jurassic World" og "Star Wars: The Force Awakens". Ein
teirra er superhetjufilmurin "Avengers: Age of Ultron", sum er eftirfylgjarin
til "The Avengers", ið kom út í 2012.
Søgan er stutt sagt um, at Tony Stark (Robert Downey Jr.) og Bruce Banner (Mark Ruffalo) framleiða kunstigt vit við navninum Ultron (James Spader). Tað er meiningin, at hann skal verja menniskjað, men ístaðin hendir tað mótsættað. Hann verður óndur og ein stór hóttan ímóti menniskjað. Hesin filmurin er meira dapur og álvarsamur enn eittarin. Hann hevur framvegis skemt og action, men er meira dramatiskur. Eg elski eittarin og var vísur í, at tvey’arin fór at vera góður. Eg eri satt at siga skuffaður av úrslitinum. Mær dámdi ikki hendan filmin og tað eri eg keddur av at siga.
Søgan er stutt sagt um, at Tony Stark (Robert Downey Jr.) og Bruce Banner (Mark Ruffalo) framleiða kunstigt vit við navninum Ultron (James Spader). Tað er meiningin, at hann skal verja menniskjað, men ístaðin hendir tað mótsættað. Hann verður óndur og ein stór hóttan ímóti menniskjað. Hesin filmurin er meira dapur og álvarsamur enn eittarin. Hann hevur framvegis skemt og action, men er meira dramatiskur. Eg elski eittarin og var vísur í, at tvey’arin fór at vera góður. Eg eri satt at siga skuffaður av úrslitinum. Mær dámdi ikki hendan filmin og tað eri eg keddur av at siga.
Eg kenni summi, sum
dáma hendan filmin og eg skilji hví. Eg vildi dáma hann, men hann fangaði meg
ikki. Tað mesta av honum er ein einstáttaður dramafilmur, sum bert fokuserar á
søguna. Hann hevur lítið action. Tað er eitt gott hugskot, at fokusera á søguna.
Tað er ein tann mest týdningarmikli parturin av filmum og um man dámar søguna,
so fer man kanska at dáma filmin. Men eg dámdi ikki søguna. Eg helt, at hon var
tunn og óinteressant. Nógvar senur eru friðaligar og seinar, har persónarnir
tosa um t.d. Ultron ella ting, sum ikki hava stóran týdning. Har var eingin
spennandi handling, sum fekk alt at hanga saman.
Eittarin hevur eina
tunna søgu, men er kortini góður, tí hann hevur eisini nógv annað at bjóða. Hann
hevur nógv action, stuttligt skemt, kulir persónar og undirhaldandi dialog. Hesin
filmurin leggur næstan bara dent á søguna. Skemtið er rættiliga gott, tó ikki
líka gott sum í eittaranum. Eg flenti nakrar ferðir. Mær dámdi eisini væl
summar dramatiskar løtur við Bruce Banner og at man lærdi Hawkeye betri at
kenna hesuferð. Actionsenurnar eru góðar og hampuliga undirhaldandi, men ikki
sera minniligar – burtursæð frá ein ávísur fantastiskur bardagi við The Hulk. Samanumtikið
er filmurin gloymandi, eftir mínari meining. Ultron verður skaptur og síðan
hendir lítið í størstapartinum av filminum.
Hetta er ikki ein
illa gjørdur filmur. Effektirnar eru flottar og framførslurnar eru sera góðar.
Mær dámdi væl teir nýggju leikararnir, t.d. Aaron Taylor-Johnson og Elizabeth
Olsen. Tey spæla tvær nýggjar superhetjur, Scarlet Witch og Quicksilver, sum
eru kul í actionsenunum. Mær dámdi eisini Andy Serkis, hóast hann ikki hevði
ein stóran leiklut. Mær dámdi sera væl James Spader, sum leggur rødd til
Ultron. Hann gevur eina sera góða framførslu og hann brúkar bert sína rødd. Ultron
er ein góður og flott gjørdur skurkur – men ikki sera minniligur og tað er ein
trupulleiki, sum allur filmurin hevur samanumtikið.
"Avengers: Age of
Ultron" er ein flott gjørdur og væl spældur, men skuffandi og óinteressantur
superhetjufilmur. Søgan er tunn og størstiparturin av filminum fokuserar bert á
hana – uttan at hava annað at bjóða. Høvuðspersónarnir práta um ymiskt og gera
lítið – við dialogi, sum ikki er sera undirhaldandi. Tað er ikki spennandi ella
sera áhugavert. Actionsenurnar eru rættiliga góðar, men fáar í tali. Um man
dámar søguna, so fer man kanska at dáma filmin. Eg helt, at hetta var ein sera
gloymandi superhetjufilmur og tað eri eg keddur av siga, tí eg eri ein fjeppari
av eittaranum.
2,5 / 5 stjørnur
Leikstjóri: Joss Whedon
Leikstjóri: Joss Whedon
Leikarar: Robert Downey Jr.,
Chris Hemsworth, Mark Ruffalo, Chris Evans, Scarlett Johansson, Jeremy Renner,
James Spader, Samuel L. Jackson, Aaron Taylor-Johnson, Elizabeth Olsen, Andy
Serkis
No comments:
Post a Comment