Hetta árið bjóðar nógvir eftirfylgjarar til gamlir filmar og ein teirra er fjórði "Jurassic Park"-filmurin. Parkin er nú opnað við heitinum "Jurassic World". Vit
fylgja tveimum dreingjum, sum eru ferðafólk í parkini, Owen (Chris Pratt), sum
venir dinosaurar, og Claire (Bryce Dallas Howard), sum er fyriskipari. Vísindafólkini hava skapt ein dinosaur, sum er gjørdur úr ymiskum sløgum. Tað vísir seg at hava
stórar fylgir.
Tann størsti trupulleikin er
stemningurin í filminum, handritið og leikstjórnanin hjá Colin Trevorrow. Filmurin
er flott gjørdur, men illa samansettur. Stemningurin skiftir ofta brádliga
millum at vera dramatiskur, skemtiligur og spennandi. Onkuntíð hevur filmurin
eina ógvusliga actionsenu, sum roynir at vera spennandi og skiftir síðan
brádliga til eina skemtiliga senu.
Í síðsta triðinginum broytist filmurin til ein yvirdrivin actionfilmur. Uttan at avdúka nakað, so dáma summi væl klimaksið. Eg helt, at tað var flott gjørt, men tað kom ov seint uppí filmin. Tað var ov langdrigið.
Í síðsta triðinginum broytist filmurin til ein yvirdrivin actionfilmur. Uttan at avdúka nakað, so dáma summi væl klimaksið. Eg helt, at tað var flott gjørt, men tað kom ov seint uppí filmin. Tað var ov langdrigið.
Filmurin inniheldur nógv skemt. Áskoðararnir
flentu ofta, so tað sær út til, at nógv fara at dáma tað. Eg helt, at skemtið
riggaði bara, tá ið Chris Pratt segði okkurt stuttligt. Hann fekk meg onkuntíð at
flenna, men í restini av filminum helt eg, at skemtið var vánaligt. Tað riggaði
ikki fyri meg. Fleiri jokes vóru forútsiguligar. Ein ávísur persónur í einum
tøknirúmi roynir alla tíðina at vera stuttligur og mær dámdi hann ikki. Hann
var irriterandi og segði nakrar øgiliga vánaligar jokes. Eg eri heldur ikki
nøgdur við leikstjórnanina hjá Colin Trevorrow. Hann roynir onkuntíð at byggja
upp spenning, eins og Steven Spielberg gjørdi við eittaranum, men tað miseydnast
næstan altíð. Hann hevur ikki skil fyri, hvussu man byggir upp spenning og ger
senur nervapirrandi.
Einaferð goyma Chris Pratt og Bryce
Dallas Howard seg fyri dinosaurinum og tað er meiningin, at tað skal vera
nervapirrandi. Men tað er miseydnað, tí man sær allan dinosaurin í bakgrundini.
Í eittaranum var tað spennandi, tá ið børnini goymdu seg fyri dinosaurum í
køkinum, m.a. tí man visti ikki, hvar dinosaurarnir vóru. Í hesum førinum veit
man, hvar dinosauruin er og hann fyllir næstan alla myndina. Tað er ikki
spennandi. Framførslurnar eru annars góðar. Chris Pratt er sera góður. Mær
dámdi hann best. Hann er kulur, sera dámligur og onkuntíð rættiliga stuttligur.
Bryce Dallas Howard er hampuliga góð. Børnini gevur góðar framførslur, men persónarnir,
sum teir spæla, eru ikki dámligir.
Stóribeiggin er irriterandi,
grenjutur og óreinur. Einaferð fer lítlibeiggin at gráta, tí hann er stúrin
fyri foreldrini hjá sær og hvat ger stóribeiggin? Hann skeldar og sigur, at
hann er líkaglaður, tí hann skjótt fer burtur at lesa. Harafturat er hann ofta
ikki áhugaður í parkini og tímir ikki at vera har – hóast tað er meiningin, at
vit hyggjarar skulu vera áhugað. Hann er sera ódámligur.
Effektirnar eru góðar, men samstundis
skuffandi. Dinosaurarnir eru teldugjørdir og næstan ongantíð gjørdir úr praktiskum effektum. Eittarin hevði bæði og tískil haldi eg, at eittarin, sum kom út í
1993, hevur framvegis tær bestu effektirnar. Hesin filmurin hevur góðar
effektir, men tær eru ikki fantastiskar og sjáldan imponerandi. Tónleikurin hjá
Michael Giacchino er hampuliga góður, men eisini skuffandi. Temasangurin verður
brúktur beinavegin í byrjanini á filminum, áðrenn persónarnir koma til parkina,
og hann hóskar tíverri ikki til. Vit síggja bara fólkini práta, koyra við toki
og annað, sum hevur einki við dinosaurar at gera. Temasangurin hóskar ikki til
senurnar.
Fyrra helvtin av "Jurassic World" er hampuliga undirhaldandi og hevur góðar løtur. Mær dámdi væl, at Owen dugdi
at venja dinosaurar. Man følir seg eisini sum eitt ferðafólk í parkini. Men hví skal tann eini høvuðspersónurin so vera ein
drongur, sum ikki tímir at vera har? Samanumtikið er hetta ein sera óruddiligur
filmur, sum hevur ein skiftandi stemning, barnsligt skemt og býttar persónar. Hví
royna hermenninir at fanga ein risastóran dinosaur við bert lítlum netum og
lítlum vápnum, sum geva støt? Hesin filmurin hevur ov nógvar feilir til, at
vera ein góður "Jurassic Park"-filmur.
2 / 5 stjørnur
Leikstjóri: Colin Trevorrow
Leikarar: Chris Pratt, Bryce Dallas
Howard, Ty Simpkins, Nick Robinson, B.D. Wong, Vincent D’Onofrio, Jake Johnson,
Omar Sy
Ár: 2015
Ár: 2015
No comments:
Post a Comment