Sunday, March 8, 2015

Áhugaverdir komandi filmar í 2015

Hetta er eitt spennandi ár fyri filmar. Nógvir eftirfylgjarar til gamlir poppkornfilmar koma út og her eru nakrir, sum eg eri áhugaður í. Eg vil sjálvandi eisini síggja smáir og álvarsamir filmar, men teir eru ikki lýstir enn og eg havi ikki hoyrt um teir. Hetta er ein listi yvir komandi undirhaldsfilmar – tó við nøkrum undantøkum. Ikki øll datoini fyri, nær filmarnir koma út í Føroyum, eru kunngjørd, so tá brúki eg datoini fyri, nær teir koma út í Danmark. Filmar plaga sum oftast at koma út samstundis í Danmark og Føroyum. 

Ant-Man
22-07-2015 DK
Ein superhetjufilmur hjá Marvel, sum sær góður, tó ikki fantastiskur út. Tann einasti treylarin, sum er komin út higartil, er hampuliga góður, men einki serligt. Filmurin sær góður út, men treylarin gjørdi meg ikki spentan, eins og fyrsti treylarin fyri “Guardians of the Galaxy” í fjør. Men mær dámar hugskotið til søguna og valið av sjónleikarum. Eg eri serliga áhugaður í, at síggja Paul Rudd spæla eina superhetju. Eg vóni eisini, at filmurin verður stuttligur – hetta er eitt løgið konsept, so hann burdi ikki verið ov álvarsamur – og tann síðsta replikkin í treylaranum fekk meg at flenna, so vit fáa at síggja.

Avengers: Age of Ultron
23-04-2015
Eg elski “The Avengers”, so sjálvandi eri eg áhugaður í tvey’aranum. Hann hevur nógv at liva upp til, so eg veit ikki, hvussu hann verður samanborið við eittarin. Skurkurin sær kulur út og eg ivist ikki í, at actionsenurnar verða fantastiskar.

Bridge of Spies
15-10-2015 DK
Ein søguligur dramafilmur, sum man ikki veit nógv um enn. Eg eri áhugaður, tí hann er leikstjórnaður av Steven Spielberg og hevur Tom Hanks í høvuðsleiklutinum. Tað sigst, at Joel og Ethan Coen hava verið við til, at skriva handritið.

The Fantastic Four
06-08-2015 DK
Hetta er ein spildurnýggjur superhetjufilmur um “The Fantastic Four”  ein nýggj filmatisering, sum ikki hongur saman við hinir filmarnir. Man veit ikki nógv um hann, men mær dámdi væl treylarin. Nú eru høvuðspersónarnir ungir og summi dáma tað ikki, men eg eri áhugaður. Hann kemur frá leikstjóranum av “Chronicle” og mær dámar høvuðsleikararnir, so eg gevi honum ein kjans.

Furious 7
02-04-2015
Mær dámdi væl “Fast & Furious 5” og “Fast & Furious 6”. Teir eru óseriøst og yvirdrivið undirhald við sera góðum actionsenum. Eg vóni, at tann nýggi eisini verður undirhaldandi. Nú hava tey skift leikstjóra og vit fáa at síggja, hvussu tað ávirkar filmin – tað kann vera bæði gott ella ringt. Hetta er tann síðsti filmurin við Paul Walker.

The Hateful Eight
12-11-2015 DK
Hetta er tann nýggi filmurin hjá Quentin Tarantino og tískil eri eg áhugaður. Eins og “Django Unchained”, so er hetta ein westernfilmur.

Inside Out
27-08-2015 DK
Tann nýggi teknifilmurin hjá Pixar. Hetta er eitt áhugavert og kreativt hugskot: Kenslurnar hjá menniskjum eru høvuðspersónarnir. Eg veit annars ikki, hvat sjálva søgan er um, men tað fáa vit at síggja. Hetta kemur frá leikstjóranum av “Monsters, Inc.” og “Up”.

Jurassic World
11-06-2015
Nú kemur ein nýggjur “Jurassic Park”-filmur út. Eg eri áhugaður, men eisini eitt sindur skeptiskur. Hesin filmurin kann fara báðar vegir. Søgan sær út til, at líkjast eittaranum og vit fáa at síggja, um tað er gott ella ringt. Mær dámar annars væl, at Chris Pratt er høvuðsleikarin.

Mad Max: Fury Road
13-05-2015
Nú kemur tann fjórði “Mad Max”-filmurin út. Hinir komu út í 1979, 1981 og 1985. Tað er løgið, hvussu nógvir gamlir filmar fáa eftirfylgjarar nú fyri tíðina. Eg má viðganga, at eg havi ikki havi sæð hinir filmarnir og veit einki um teir. Eg ætli mær nú at hyggja eftir teimum, fyri at vera klárur til fýrarin. Eg eri áhugaður í hesum filminum orsakað av treylaranum. Hann sær út til, at hava ekstremar og yvirdrivnar actionsenur. Hinir filmarnir høvdu Mel Gibson sum høvuðsleikara og hesuferð er tað Tom Hardy ístaðin.

Mission: Impossible 5
30-07-2015
Í løtuni er tíverri ongin treylari komin út, so eingin veit, um filmurin sær góður út ella ikki. Hann er ikki lýstur enn, hóast hann kemur út um nakrar mánaðar. Tað sigst, at heitið "Mission: Impossible 5" fer at broytast. Vit fáa at síggja. Fýrarin var sera undirhaldandi og tann besti í røðini, og tískil vil eg síggja tann nýggja. Bæði Tom Cruise og Simon Pegg koma aftur, og filmurin kemur frá sama leikstjóranum, sum gjørdi “Jack Reacher”. 

The Peanuts Movie
25-12-2015 DK
Ein nýggjur teknifilmur um Snoopy og Charlie Brown – teknirøðin við danska heitinum “Radiserne”. Eg var upprunaliga skeptiskur, men tann fyrsti treylarin broytti mína meining. Hann er fantastiskur og hevur sama stemningin sum teir gomlu teknifilmarnir. Filmurin er teldugjørdur, men animatiónin líkist kortini hinum filmunum. Tað er sera vakurt. Eg eri áhugaður og samstundis eitt sindur skeptiskur, tí filmurin hevur nógv at liva upp til. Vit fáa at síggja, um tað er ein góð filmatisering.

Spectre
06-11-2015
Eg ætli mær sjálvandi at síggja hann, av tí at tað er ein nýggjur “James Bond”-filmur. Hann kemur frá sama leikstjóranum, sum gjørdi “Skyfall” og… eg helt sjálvur, at tann filmurin var bert góður. Eg helt, at hann var eitt sindur yvirvurderaður og kundi verið betri. Men hann var væl gjørdur.

Star Wars: The Force Awakens
18-12-2015
Tað er ótrúligt, at ein nýggjur “Star Wars”-filmur kemur út í ár. Tað er langt síðan, at eg havi sæð hesir filmarnir, so eg má uppfríska teir, áðrenn tann nýggi kemur út. Mær dámdi væl tann fyrsta treylarin, hóast hann ikki avdúkaði nakað. Hann gjørdi meg forvitnan.

Terminator Genisys
09-07-2015
Hesin filmurin sær ikki sera góður út, men eg koyri hann á listan, tí eg ætli mær at hyggja eftir honum. Eg fari at geva honum ein kjans, og mær dámar væl Terminator 1 og 2. Mær dámar ikki, at treylarin brúkar tvær kendar replikkir frá teimum gomlu filmunum – “Come with me if you want to live” og sjálvandi “I’ll be back”. Tað virkar desperat og tað er løgið, at tann fyrra ikki verður søgd av Arnold Schwarzenegger.

Tomorrowland
21-05-2015
Hetta er ein filmur, sum man ikki veit nógv um. Í løtuni heldur hann søguna loyniliga. Eftir fyrsta treylaranum at døma, sær hann sera lovandi og áhugaverdur út. Eg eri serliga áhugaður, av tí at leikstjórin er Brad Bird, sum gjørdi m.a. “The Incredibles”, “Ratatouille” og “Mission: Impossible – Ghost Protocol”.

No comments:

Post a Comment