Tuesday, June 20, 2017

Sing

Illumination Entertainment útgóvu tveir teknifilmar í fjør. Fyrst "The Secret Life of Pets" og síðan "Sing". Eg var ikki áhugaður í hesum filminum og mær dámdi ikki lýsingarnar. Tað líktist einum filmi, sum bert royndi at marknaðarføra kendar sangir. Var úrslitið betri ella verri enn væntað?

Ein ambitiøs koala, sum eitur Buster Moon (Matthew McConaughey), eigur eitt sjónleikarhús, ið er um at fara á húsagang. Hann ger tí av, at skipa fyri eini sangkapping. Luttakararnir eru grísarnir Rosita (Reese Witherspoon) og Gunter (Nick Kroll), músin Mike (Seth MacFarlane), puntsvínið Ash (Scarlett Johansson), fílurin Meena (Tori Kelly) og gorillain Johnny (Taron Egerton).

Eg eri ovfarin, tí hetta er satt at siga ein góður, undirhaldandi og minniligur teknifilmur. Mær dámdi hann væl, hóast eg ikki væntaði tað. Tað er serliga orsakað av persónunum. Tey flestu eru dámlig og mær dámar væl, at tey framføra sangir í ymiskum sjangrum. Tey hava ymiskar avbjóðingar og tað ger søguna meira áhugaverda. Buster Moon er ein dámligur høvuðspersónur, hóast hann ger feilir, tí hann er optimistiskur, elskar sítt arbeiði og ynskir at skipa fyri undirhaldi. 

Størstiparturin av tónleikinum er góður. Sum eg nevndi, so brúkar hann ymiskar sjangrur, so summar sangir dámdi mær betri enn aðrir. Mær dámdi minst teir, sum vórðu framførdir í upptøkuroyndunum. Annars roynir filmurin ikki bert at marknaðarføra sangir. Teir flestu eru hóskandi, og fleiri senur hava ongar sangir og fokusera heldur á søguna. Tað er ein stórur fyrimunur.

Søgan er forútsigulig, men kortini góð og fangandi. Tað er undirhaldandi at síggja, hvussu persónarnir venja og fyrireika seg. Mær dámdi eisini at síggja, hvussu sangkappingin varð skipað í sjónleikarhúsinum. Søgan hevur tó nakrar veikleikar. Partarnir um familjuna hjá Johnny eru kliché og forútsiguligir. Tað er ikki ein stórur trupulleiki, tí Johnny er dámligur, men tann søgan er ikki sera spennandi. Familjan hjá Meena er ódámlig, tí tey krevja ov nógv av henni og Gunter er ikki sera stuttligur. Harumframt steðgar tempoið upp í 10 minuttir, tá ið uml. ein tími er farin. Tá verða summar senur langdrignar og okkurt burdi verið klipt úr, fyri at koma skjótari til klimaksið. Tíbetur er klimaksið sera gott, undirhaldandi og minniligt.

Hetta er samanumtikið er yvirraskandi góður teknifilmur. Hann er ikki fantastiskur, men nógv meira undirhaldandi, enn eg hevði væntað. Animatiónin er vøkur og litrík, persónarnir eru sera dámligir og søgan er fangandi, hóast hon er forútsigulig. Mær dámar væl, at hon leggur dent á sangvenjing og fyrireikingar. Røddirnar eru góðar, serliga m.a. Matthew McConaughey, Seth MacFarlane og Scarlett Johansson. Seth MacFarlane hóskar væl til leiklutin sum ein mús við eini sangrødd, ið líkist Frank Sinatra. Hann dugir bæði at syngja og gera røddir til teknifilmar. "Sing" er munandi betri enn lýsingarnar, tí hann sigur eina góða søgu og mennir persónarnir, í staðin fyri bert at framføra kendir sangir.

3,5 / 5 stjørnur 

Leikstjóri: Garth Jennings 
Leikarar: Matthew McConaughey, Resse Witherspoon, Seth MacFarlane, Tori Kelly, 
John C. Reilly, Taron Egerton, Scarlett Johansson, Nick Kroll
Ár: 2016

No comments:

Post a Comment