Illumination Entertainment er felagið handan m.a.
"Despicable Me" og "The Lorax". Hetta er so teirra
næstnýggjasti filmur, "The Secret Life of Pets". Vit fylgja nøkrum kelidýrum í New York og
síggja, hvat tey gera um dagin, meðan eigararnir eru burturstaddir. Hundurin
Max (Louis C.K.) verður illur, tá ið eigarin adopterar hundin Duke (Eric
Stonestreet). Nú er Max brádliga noyddur til at hava ein beiggja.
Hetta er ein fittur, undirhaldandi og stuttligur teknifilmur, sum riggar orsakað av skemtinum og persónunum. Søgan er hampulig, men kundi verið betri. Hon líkist nógv "Toy Story", men við djórum í staðin fyri leikutoyum: Teirra gerandisdagur, meðan eigararnir eru úti og høvuðspersónurin, Max, verður øvundsjúkur inn á tað nýggja kelidýrið í húsinum – tað sama hendi við Woody, tá ið Buzz Lightyear flutti inn. Tíbetur verður søgan fangandi, av tí at hon eisini handlar um vinfólkini hjá Max. Tað er stuttligt at síggja tey ferðast runt í býnum.
Mær dámar filmin, tí persónarnir eru minniligir og skemtið
er sera stuttligt. Mínir yndispersónar eru hundurin Gidget (Jenny Slate),
kettan Chloe (Lake Bell) og fuglurin Tiberius (Albert Brooks). Sjónleikararnir
hóskar væl til og tey eru stuttlig á hvør sín máta. Gidget er illsint og djørv,
men samstundis lítil og fitt. Chloe hevur ein stuttligan og týpiskan
persónleika hjá eini kettu: Forvitin, dámlig, gronut og verður lætt bangin.
Tiberius er tann stuttligasti, tí hansara skemt er dapurt og kreativt: Ein
klombrutur kjøtetari, sum roynir at lata vera við at eta djór. Hann fekk meg
ofta at flenna. Tað er dapurt skemt, sum børn kunnu hyggja eftir, men er
stuttligari hjá teimum vaksnu. Tað er eisini minniligt og skilir seg frá øðrum
teknifilmum.
Sjónleikararnir eru góðir og mær
dámdi best Jenny Slate, Lake Bell og Albert Brooks. Mær dámdi eisini væl Louis
C.K. og tað er stuttligt at hoyra røddina hjá Kevin Hart koma frá eina lítla
kanin. Eg haldi tó, at røddin hjá Hannibal Buress hóskar ikki til hundin Buddy.
Hann gav ikki eina vánaliga framførslu, men ein onnur rødd hevði hóskað betri
til leiklutin. Animatiónin er vøkur og bakgrundirnar líkjast onkuntíð
málningum. Tónleikurin hjá Alexander Desplat er sera góður og
undirhaldandi.
"The Secret Life of
Pets" er samanumtikið ein góður, fittur og minniligur teknifilmur, sum eg
viðmæli orsakað av persónunum og skemtinum. Persónarnir eru stuttligir, eg
flenti ofta og endin er sera góður. Um eg skal nevna kritikkir, so er søgan
eitt sindur tunn, men nóg mikið fangandi orsakað av persónunum, og einaferð
blívur man við at síggja eina plakat fyri "Sing", sum er nýggjasti
filmurin hjá Illumination Entertainment. Mær dámdi ikki mátan, ið plakatin varð
víst, tí tað virkaði sum ein lýsing fyri ein annan film. Annars er filmurin verdur at síggja, tí hann vísir gerandisdagin hjá kelidýrum á ein stuttligan máta.
3,5 / 5
stjørnur
Leikstjóri: Chris Renaud
Leikarar: Louis C.K., Eric Stonestreet, Kevin Hart, Jenny Slate,
Ellie Kemper, Lake Bell, Dana Carvey, Hannibal Buress, Bobby Moynihan,
Steve Coogan, Albert Brooks
Ár: 2016
No comments:
Post a Comment