Hesuferð ummæli eg ein franskan teknifilm, sum eitur "The
Red Turtle". Hann varð framleiddur í samstarvi við Studio Ghibli – japanska teknifilmsfelagið
handan t.d. "Spirited Away" og "Princess Mononoke". Søgan er um ein mann,
sum verður strandaður á eini oyggj og hittir eina gátuføra reyða sjaldbøku.
Hesin filmurin er óvanligur og listarligur. Hann hevur ongan
dialog og tempoið er seint. Vit fylgja einum manni, sum hevur hvørki navn ella
baksøgu. Endamálið er heldur at síggja, hvussu hann yvirlivir á oynni. Úrslitið
er kanska ikki hóskandi fyri øll, men mær dámdi væl filmin. Hann er góður,
originalur, áhugaverdur og vakur.
Tað er uppfrískandi at síggja ein teknifilm, sum ikki er
teldugjørdur. Eg havi einki ímóti teldugjørda animatión, men nú síggja vit
sjáldan filmar, ið eru teknaðir við hond. Hesin er sera flott teknaður.
Animatiónin er vøkur og listarlig. Mær dámar serliga senurnar, ið fara fram
undir sjónum. Ljóðblandið er sera gott. Man hoyrir væl umhvørvið bæði á oynni og
undir sjónum. Tónleikurin er fantastiskur og rørandi.
Tað er torført at gera ein spælifilm uttan dialog. Tað kann
gerast keðiligt. Í hesum førinum riggar tað fínt, men ger so, at filmurin ikki
er fantastiskur. Vit kenna ikki væl høvuðspersónin og hann tosar ikki. Tað
verður onkuntíð langdrigið, men hetta er framvegis ein góður og áhugaverdur
filmur. Mær dámar væl, at hann roynir at vera óvanligur og øðrvísi enn amerikanskir
filmar. Hann følist meira evropeiskur.
Søgan er góð og óforútsigulig. Hon byrjar sum ein einføld
søga um ein mann, ið er strandaður á eini oyggj, men verður síðan nógv djúpri –
eg vil ikki avdúka nakað. "The Red Turtle" er listarligur og seinur – tískil
ikki fyri øll. Ein sera vakur teknifilmur við eina áhugaverda søgu, ið onkuntíð
verður langdrigin. Hann er meira hóskandi fyri vaksin enn børn. Hann er ikki ov óhugnaligur fyri børn, men møguliga ov langdrigin og friðaligur – tey fara kanska halda hann vera keðiligan. Tað er ikki ein kritikkur. Eg meini bara, at tey vaksnu eru málbólkurin.
3,5 / 5 stjørnur
Leikstjóri: Michael Dudok de Wit
Leikarar: Emmanuel Garijo, Tom Hudson, Baptiste Goy, Axel Devillers, Barbara Beretta
Leikarar: Emmanuel Garijo, Tom Hudson, Baptiste Goy, Axel Devillers, Barbara Beretta
No comments:
Post a Comment