Tuesday, May 2, 2017

Guardians of the Galaxy Vol. 2

Eftir ein langan steðg, so havi eg avgjørt at ummæla filmar aftur. Nú nærkast summarfrítíðin og tá útgeva Hollywood stórir poppkornfilmar. Satt at siga er "Guardians of the Galaxy Vol. 2" ein filmur, sum eg havi glett meg til í nøkur ár. Eg eri ein stórur fjeppari av eittaranum. Tað er satt at siga mín yndissuperhetjufilmur hjá Marvel. Mær dámar sera væl persónarnir og eg gleddi meg til, at síggja tey aftur.

Star Lord (Chris Pratt), Gamora (Zoe Saldana), Drax (Dave Bautista), Rocket Raccoon (Bradley Cooper) og Groot (Vin Diesel) arbeiða nú saman sum eitt lið. Star Lord fær møguleikan at hitta pápa sín, Ego (Kurt Russell), sum hevur verið horvin, síðan hann var barn.

Filmurin er skrivaður og leikstjórnaður av James Gunn, sum eisini gjørdi eittarin. Eg var glaður fyri, at hann kom aftur til tveyarin, men samstundis eitt sindur stúrin. Tveyarar eru ofta ikki nøktandi og eg varð skuffaður av "Avengers: Age of Ultron". Tíbetur er "Guardians of the Galaxy Vol. 2" ein nøktandi eftirfylgjari, sum er minst líka góður sum eittarin – kanska betri.

Eg eri imponeraður av verkinum hjá James Gunn – bæði sum rithøvundur og leikstjóri. Fyri tað fyrsta hevur hann skrivað eitt sera gott og kreativt handrit. Søgan er betri enn í eittaranum. Hetta er ein tveyari, sum byggir víðari á persónarnir. Vit læra um m.a. pápan hjá Star Lord og baksøguna hjá Gamora. Søgan er persónlig og handlar um familjuviðurskifti. Mær dámar eisini væl Groot, sum nú er eitt smábarn. Hann er ein sera fittur og dámligur persónur. Tað er eisini gott, at Yondu (Michael Rooker) hevur fingið ein størri leiklut.

James Gunn hevur leikstjórnað filmin væl. Hetta er ein sera undirhaldandi, stuttligur og kreativur superhetjufilmur. Effektirnar eru fantastiskar og heimurin er flott gjørdur. Mær dámar væl tær kreativu uppfinningarnar, sum t.d. fjarstýrd rúmdarskip, ið fólkini stýra á sama hátt sum eitt telduspæl. Framførslurnar eru sera góðar og mær dámdi væl nýggju leikararnir sum t.d. Kurt Russell. Persónarnir eru framvegis dámligir og Drax er óivað tann stuttligasti.

Mær dámar væl, at Star Lord er ein fjeppari av gomlum tónleiki, filmum og kendum fólkum. Hann veit bert um mentan fram til 1988, av tí at hann hevur verið burturstaddur frá jørðini. Tískil inniheldur filmurin fleiri góðir sangir frá 70’unum og 80’unum, og dialogurin sipar ofta til tíðarskeiðið. Persónarnir lurta eftir gomlum tónleiki, meðan tey berjast og tað er sera undirhaldandi. Eitt hæddarpunkt er byrjanin, tá ið rullitekstirnir verða sýndir við einum fangandi sangi í bakgrundini – ein kreativ byrjan. Hóast man er ov ungur til at kenna alt hetta, so er tað stuttligt og uppfrískandi at hoyra. Tað er eisini hóskandi, tí allir vinirnir hjá Star Lord vita ikki um tað, og tað syrgir fyri stuttligum samrøðum.

"Guardians of the Galaxy Vol. 2" er satt at siga ein av superhetjufilmunum hjá Marvel, sum mær dámar best. Tað er ein nøktandi tveyari, sum byggir víðari á søguna og persónarnir. Byrjanin er undirhaldandi og endin er sera væleydnaður. Mín størsti kritikkur er, at dialogurin inniheldur ov nógvar baksøgur. Persónar greiða frá teirra fortíð og tað er gott at fáa at vita, men tað hendir fleiri ferðir á rað og følist tí onkuntíð endurtakandi. Annars er hetta ein sera undirhaldandi og stuttligur superhetjufilmur, sum satt at siga eisini hevur væleydnaðar dramatiskar løtur – eg flenti ofta og varð onkuntíð rørdur. James Gunn er óivað ein sera kreativur leikstjóri.

4,5 / 5 stjørnur

Leikstjóri: James Gunn
Leikarar: Chris Pratt, Zoe Saldana, Dave Bautista, Vin Diesel, Bradley Cooper, 
Michael Rooker, Sylvester Stallone, Kurt Russell 
Ár: 2017

No comments:

Post a Comment