Thursday, March 15, 2012

The Descendants (2011)

Leikstjóri
Alexander Payne
Í 2004 kom ein filmur út, sum æt "Sideways". Leikstjórin var Alexander Payne og filmurin var sera góður og rørandi. Nú er hann endiliga komin aftur við sínum nýggjasta filmi, "The Descendants". Hann gjørdist sera væl umtóktur og vann ein Oscar fyri besta manuskript.

Søgan fer fram á Hawaii. Ein maður, Matt King (George Clooney), skal skjótt selja eitt landskab, sum hansara familja hevur átt í fleiri ár. Men hansara lív broytist fullkomiliga, tá ið kona hansara kemur í eina vanlukku og endar í einum koma'i. Nú noyðist hann brádliga at ansa eftir sínum báðum døtrum einsamallur og støðan verður uppaftur meira trupul, tá hann fær at vita, at konan var ótrúgv.

Eg visti ikki heilt, hvat eg skuldi vænta av hesum filminum. Eg visti, hvør leikstjórin var, og at filmurin hevði vunnið ein Oscar, so eg væntaði, at hann fór at vera góður. Eg varð yvirraskaður av honum! Hetta er ikki bara ein góður filmur, men ein fantastiskur filmur. Satt at siga, so er hetta tann besti frá 2011, sum eg havi sæð higartil. Hann minti meg eitt sindur um "Little Miss Sunshine" á ein sera góðan máta: Hann er simpul, avslappandi, sjarmerandi og fangandi. Hann følist ikki sum ein "big budget"-Hollywood-filmur, men meira sum ein simpul, sjarmerandi, góður filmur.

Manuskriptið er sera væl skrivað. Søgan er væl søgd og persónarnir mennast væl. Dialogurin er eisini sera væl skrivaður og realistiskur. Eitt, sum riggar serstakliga væl, er forholdini millum persónarnir. Mær dámar sera væl forholdið millum Matt og hansara døtrar. Tað er sera trúverdigt og verður bygt upp væl. Søgan er eisini sera góð, fangandi, rørandi og óforútsigulig. Mær dámar eisini, hvussu hon heldur seg burtur frá eyðkendum kliché'um. Harafturat vísir filmurin eisini, at Hawaii er ikki eitt paradís, eins og summi halda. Í staðin vísir hann Hawaii á ein realistiskan máta. Hann vísir gjøgnum støðuna hjá Matt, at lívið hjá íbúgvum á Hawaii kann eisini vera trupult. Tað er sera áhugavert og originalt.

Framførslurnar eru sera góðar. George Clooney er fantastiskur í hesum filminum. Hetta er tann besta framførslan, sum eg havi sæð hann givið higartil og hann hevur tí sanniliga uppiborið sína Oscar-nominering. Døtrarnar hjá honum geva eisini fantastiskar framførslur. Tað er sera imponerandi, tá man hugsar um, hvussu ungar tær eru. Matthew Lillard, sum eg ongantíð havi sæð spælt drama fyrr, er eisini sera góður. Allar framførslurnar eru sera góðar og sannførandi.

Filmurin er bæði skemtiligur og dramatiskur. Hann hevur bæði stuttligar løtur og rørandi, dramatiskar løtur. Alexander Payne dugir sera væl at balansera skemtið og drama'ið. Eg flenti ofta og varð ofta sera rørdur. Satt at siga, so mundi filmurin fingið meg at gráta av og á. Harafturat er tónleikurin sera góður. Hann er deiliga simpul, rørandi og riggar væl til Hawaii. Eg kundi faktiskt ikki finna nakran stóran feil í hesum filminum. Eg flenti ofta, varð ofta rørdur, mær dámdi persónarnir, søgan fangaði meg... mær dámdi sera væl filmin. Eg hugsaði faktiskt einaferð: "Hví kunnu vit ikki fáa fleiri filmar, sum eru sum hesin?"

"The Descendants" er ein fantastiskur filmur. Ein av teimum bestu frá 2011. Hann hevur sanniliga uppiborið sín Oscar fyri besta manuskript, tí søgan er sera góð og fangandi, og dialogurin er sera væl skrivaður. Mær dámar eisini sera væl forholdini millum persónarnir, og tað er eisini orsakað av tí góða manuskriptinum. Eg flenti ofta og varð ofta rørdur, og tá ið filmurin var liðugur, var eg í sera góðum lag.

5 / 5 stjørnur

No comments:

Post a Comment