Tuesday, February 14, 2012

Mission: Impossible (1996)


Leikstjóri
Brian De Palma
Tom Cruise er ein tann kendasti sjónleikarin í heiminum. Nakrir av hansara kendastu filmum eru "Mission: Impossible"-filmarnir. Um man so ikki hevur sæð teir, so hevur man sikkurt í minsta lagi hoyrt temasangin. Men eg hevði faktiskt sjálvur ikki sæð teir, so nú havi eg sett mær fyri at hyggja eftir øllum filmunum - og sjálvandi eisini fýraranum, tá hann kemur í biografin. So nú byrja vit við eittaranum, "Mission: Impossible".

"Mission: Impossible" er ein actionfilmur um ein loyniligan agent, Ethan Hunt (Tom Cruise). Áðrenn eg lýsi søguna, má eg fyrst viðganga, at eg havi tíverri ringt við at minnast, hvat hon var um, tí hon var sera innviklað - og eg havi akkurát sæð filmin. Hetta er óivað ein filmur, sum man má hyggja fleiri ferðir fyri at skilja fullkomiliga. Men eg skal royna at lýsa handlingina í stuttum: Ethan Hunt skal stjala okkurt data, sum onkur hevur stjolið frá CIA, men tað vísir seg at gerast meira torført og vandamikið enn væntað, tá ið tann fyrsta royndin miseydnast. Síðan gerst Ethan sjálvur mistonktur og roynir so at gjøgnumføra missiónina - soleiðis skilti eg handlingina í hvussu er.

Søgan er torfør at skilja og tað kann tí væl vera, at eg havi misskilt okkurt. Men tað merkir ikki, at mær ikki dámdi filmin. Mær dámdi væl "Mission: Impossible". Tað er ein sera spennandi, fangandi, óforútsiguligur actionfilmur. Eitt tað besta við honum er, at hann er sera óforútsiguligur. Søgan er full av "twistum", sum eg ikki kláraði at gita áðrenn. Hvørja ferð eg helt meg vita, hvat fór at henda, hendi okkurt heilt annað - har vóru fleiri løtur, har eg gjørdist yvirraskaður. Tað gjørdi filmin sera spennandi, fangandi og, sum sagt, óforútsiguligan.

Actionsenurnar eru sera spennandi. Leikstjórin, Brian De Palma, dugir sera væl at uppbyggja spenning. Har er t.d. ein sena, har Ethan skal gera okkurt og vera pinnastillur - eg ætli mær ikki at avdúka, hvat tað er. Tá syrgir Brian De Palma fyri, at senan inniheldur ongan bakgrundstónleik, og tað ger hana sera spennandi og nervapirrandi. Mær dámar eisini sera væl kameraarbeiðið. Vit fáa ofta nakrar kreativar nærmyndir, sum gera senurnar sera spennandi og "intensar". Temasangurin er eisini sjálvandi sera minniligur. 

Framførlsurnar eru eisini sera góðar; serliga Tom Cruise. Hann riggar sera væl til høvuðsleiklutin og er sannførandi sum ein loyniligur agentur. Vit fáa eisini góðar framførslur frá m.a. Jean Reno og Jon Voight. Mær dámar eisini sera væl útgerðina hjá Ethan og hansara arbeiðsfelagum. Tað er kul at síggja tey brúka ymiskar, genialar dimsar.

Tað eru bara tvey ting, sum kundu verið betri. Fyri tað fyrsta er søgan, sum sagt, torfør at skilja. Vit fáa so nógvar frágreiðingar og skjótar "twists", at tað verður onkuntíð torført at fylgja við - eg rokni við, at man skilur søguna betri, um man hyggur eftir filminum fleiri ferðir. Fyri tað næsta inniheldur filmurin nakrar løtur, har lítið hendir, og tað verður eitt sindur langdrigið av og á.

Men samanumtikið dámdi mær sera væl "Mission: Impossible". Tom Cruise gevur eina sera kula, minniliga framførslu og Brian De Palma syrgir fyri nógvum spenningi. Søgan er torfør at skilja og eitt sindur ov innviklað, men tó spennandi og fangandi. Hetta er ikki ein fantastiskur filmur, men ein sera góður, spennandi, undirhaldandi filmur.


4 / 5 stjørnur

No comments:

Post a Comment