Instruktørur Tim Burton |
Hesin filmurin er instrueraður av Tim Burton. Hann er ein sera visuelt kreativur instruktørur og tað sæst í hesum filminum. Fabrikkin er sera flott gjørd og hevur nógvar penar litir. Effektirnar er eisini flottar og sannførandi. Har er t.d. ein sjokoláta-á í filminum, og hon sær veruliga út sum flótandi sjokoláta. Men hvussu er so filmurin sum heild? Tja, tað er ikki ein fantastiskur filmur, men tað er ein hampuliga góður filmur. Havi eg hug at hyggja eftir honum umaftur? Nei, men hann er fínasta slag at hyggja eftir í hvussu er eina ferð.
Umframt tær flottur effektirnar, so dámdi mær væl summar framførslur. Mær dámdi best David Kelly sum Joe; abbin hjá Charlie. Hann er sera góður og sjarmerandi. Noah Taylor og Helena Bonham Carter hava lítlar leiklutir, men tey geva eisini góðar framførslur. Viðvíkjandi Johnny Depp sum Willy Wonka... har havi eg blandaðar meiningar. Mær dámar sera væl Johnny Depp og hann gevur eina góða framførslu, men mær dámar ikki sera væl hansara versjón av Willy Wonka. Hann er onkuntíð eitt sindur irriterandi og mær dámar ikki, at hann er droyður og dámar illa børn. Men eg vandi meg við Willy Wonka sum tíðin gekk.
Harumframt er tónleikurin hjá Danny Elfman eisini góður, og sangirnir eru fyri tað mesta undirhaldandi. Filmurin er eisini trúfastur ímóti bókini og tær broytingarnar, sum tey gera, eru góðar og gera søguna meira djúpa. Eg haldi tó, at baksøgan hjá Willy Wonka er eitt sindur kliché-agtig og týpisk, men hon er okey.
Harumframt er tónleikurin hjá Danny Elfman eisini góður, og sangirnir eru fyri tað mesta undirhaldandi. Filmurin er eisini trúfastur ímóti bókini og tær broytingarnar, sum tey gera, eru góðar og gera søguna meira djúpa. Eg haldi tó, at baksøgan hjá Willy Wonka er eitt sindur kliché-agtig og týpisk, men hon er okey.
Men tað eru nøkur ting, sum mær ikki dámar. Ein tann størsti trupulleikin er Freddie Highmore, sum spælir Charlie. Mær dámdi ikki hansara framførslu. Hon er ikki vánalig, men sera keðilig og stív. Hann teskar næstan hvørja einastu replikk og hevur næstan altíð tað sama andlitsbrái, og tað ger hann til ein keðiligan, óinteressantan høvuðspersón. Tey burdu heldur havt valt onkran annan sjónleikara til leiklutin. Fyri tað næsta er filmurin eitt sindur ov langur. Nær við endanum byrjaði hann at følast langdrigin. Harafturat má eg siga, at skemtið, sum filmurin roynir at hava av og á, riggar oftast ikki sera væl, men tað er ikki ein stórur trupulleiki.
Men samanumtikið er "Charlie and the Chocolate Factory" ein hampuliga góður filmur. Tað er als ikki ein av teimum bestu filmunum hjá Tim Burton ella Johnny Depp, men hann er fínasta slag at hyggja eftir í hvussu er eina ferð. Hann er bara ikki sera minniligur.
3 / 5 stjørnur
No comments:
Post a Comment