Sunday, January 22, 2012

Dinner for Schmucks (2010)

Instruktørur
Jay Roach
"Dinner for Schmucks" er um ein mann, Tim (Paul Rudd), sum verður bjóðaður til ein serligan døgurða hjá stjóranum. Tað er ein døgurði, har starvsfólkini bjóða hvør sín idiot og gera so gjøldur burtur úr honum, og tann, sum hevur tann størsta idiotin, vinnur. Tim roynir so at finna onkran, sum hann kann bjóða, og tá hittir hann ein vinarligan, men býttan mann, sum eitur Barry (Steve Carell).

Hetta er ein ójavnur, men ofta sera stuttligur filmur. Paul Rudd er dámligur og góður sum vanligt, men tað er Steve Carell, ið stjelur uppmerksemið. Hann er sjúkliga stuttligur í hesum filminum. Zach Galifianakis gevur ta næst-stuttligastu framførsluna og hann fekk meg ofta at flenna. Skemtið í filminum er eitt sindur ójavnt, men ofta genialt. Vit fáa av og á nakrar vánaligar jokes, men so fáa vit nógvar sera stuttligar jokes - og eg kann tíbetur siga, at tær góðu jokes'nar eru í meiriluta. Mær dámdi annars eisini væl teir dramatisku partarnir av filminum.

Hesin filmurin er als ikki feilfríur. Fyri tað fyrsta eru uml. teir fyrstu 20 min eitt sindur sløvir - toluligur filmur, men ongar sera stuttligar jokes og eitt sindur keðilig søga. Men tá ið Paul Rudd so hittir Steve Carell, byrjar filmurin spakuliga at gerast nógv betri - jokes'nar gerast nógv stuttligari og søgan gerst meira áhugaverd og fangandi. Fyri tað næsta verður søgan onkuntíð sera løgin og býtt. Søgugongdin um forholdið millum Rudd og Carell riggar væl, men søgugongdin um, um Jemaine Clement kanska roynir eftir damuni hjá Rudd, er ofta øgiliga býtt. Tað gevur onkuntíð onga meining og vit fáa eisini eina sera løgna, kiksaða senu í kamarinum hjá Clement.

Harafturat hataði eg eksdamuna hjá Rudd, Darla. Hon er øgiliga irriterandi og onki stuttlig; serliga í eini senu, sum fer fram á eini matstovu. Carell var sjúkliga stuttligur í tí senuni, men Darla oyðilegði senuna fyri meg. Hennara fyrsta sena var stuttlig, orsakað av hennara samanspæli við Carell, men í restina av filminum ynskti eg bara, at onkur fór at geva henni ein frammaná ella tosa hana til fornuft. 

Hesin filmurin hevur sínar feilir og søgan er ikki nakað serligt, men tær genialu jokes'nar, tær stuttligu framførslurnar og teir dámligu høvuðspersónarnir bjargaðu filmin. "Dinner for Schmucks" fekk meg ofta at flenna hart, so eg kann siga, at hann var gott undirhald sum heild. Hann er í hvussu er verdur at hyggja eftir fyri eitt gott grin.

3,5 / 5 stjørnur

No comments:

Post a Comment