Tuesday, January 10, 2012

300 (2006)

Instruktørur
Zack Snyder
"300" er ein væl umtóktur actionfilmur, sum fleiri tosa um, men eg hevði ongantíð sæð hann. Tá ið eg so sá "Immortals" í biografinum, sum verður ofta samanborin við "300", fekk eg hug at hyggja eftir "300", serliga fyri at vita, um hann var betri enn "Immortals" - mær dámdi als ikki tann filmin.

Søgan er rættiliga simpul. Kongurin yvir Sparta, Leonidas (Gerard Butler), fær at vita, at Persararnir ætla sær at yvirtaka Sparta og gera fólkini til trælir. Hann ger tí av at gera uppreistur við at samla 300 hermenn og fara í kríggj ímóti persarunum, sum eru milliónir í tali. 

Eg kann róligt siga, at hesin filmurin er nógv betri enn "Immortals". Hetta er ikki ein fantastiskur filmur, men ein undirhaldandi actionfilmur - gott undirhald. Eitt, sum ger hann undirhaldandi, er, at man dámar høvuðspersónarnir - í mun til "Immortals". Man heldur við teimum 300 hermonnunum og tískil eru action-senurnar undirhaldandi. Mær dámdi serliga Gerard Butler. Hann gevur eina sera kula, undirhaldandi framførslu og mær dámdi sera væl hansara røður. Hann er sera sannførandi sum ein leiðari.

Tað besta við filminum er action-senurnar. Tær eru flott gjørdar, væl upptiknar og fullkomiliga yvirdrivnar. Instruktørurin, Zack Snyder, brúkar onkuntíð "slow motion" væl í hesum senunum. Mær dámar eisini væl, at hermenninir klára seg væl, av tí at teir hava góðan taktikk. Effektirnar eru eisini flottar og filmurin hevur nakrar minniligar sitatir, sum t.d. tann kenda "This is Sparta!". 

Hesin filmurin hevur tó nakrar trupulleikar. Fyri tað fyrsta byrjar hann ikki sera gott, eftir mínari meining. Mær dámdi ikki sera væl teir fyrstu 10-15 minuttirnir. Í byrjanini var filmurin eitt sindur keðiligur og tempoið var øgiliga seint. Summar senur vardu ov leingi og gingu ov seint fyri seg. Tá ið Gerard Butler so kom uppí, so gjørdist filmurin eitt sindur meira fangandi og undirhaldandi. Eg var tolin og bíðaði eftir tí, sum eg ætlaði mær at síggja: Action-senurnar. Og tá ið tær so komu, gjørdist filmurin nógv betri. 

Fyri tað næsta er søgan heldur ikki nakað serligt. Hon er eitt sindur tunn, tí hon inniheldur mest action og bardagar - "style over substance", sum man sigur, men tíbetur gera bardagarnir filmin undirhaldandi. Hon er ikki sera djúp ella áhugaverd, og tað ger byrjanina á filminum eitt sindur keðiliga. Men tíbetur eru bardagarnir spennandi, av tí at man heldur við høvuðspersónunum, og tað bjargar filminum frá tí tunnu søguni.

Eg helt eisini, at "green screen"-effektin var onkuntíð distraherandi - serliga í fyrru helvtini á filminum. Zack Snyder brúkar eisini ov nógv "slow motion". Tann effektin riggar væl í bardagum, men í øðrum senum, har persónar bert tosa ella okkurt sovorðið, riggar hon ofta illa til og virkar óneyðug, tí hon seinkar tempoið í senuni ov nógv.

Men samanumtikið dámdi mær væl "300". Eg haldi ikki, at tað er ein fantastiskur filmur, men hann er gott undirhald. Søgan er ikki sera djúp og manuskriptið er kanska ikki sera gott, men filmurin er kortini undirhaldandi og kulur, orsakað av kulum action-senum, dámligum høvuðspersónum, undirhaldandi framførlsum og minniligum sitatum. Man skal bara njóta filmin fyri tað, sum hann er: Ein óseriøsur, yvirdrivin actionfilmur, sum bert roynir at vera gott undirhald - og tað er hann. Hann er ikki fantastiskur, men undirhaldandi og verdur at hyggja eftir.

3 / 5 stjørnur

No comments:

Post a Comment