Thursday, January 5, 2012

The Hangover Part 2 (2011)

Instruktørur
Todd Phillips
Eg elski eittarin, men eg hevði hoyrt áðrenn, at tvey'arin ikki var líka góður, so eg valdi ikki at hava høgar forvantningar. Í staðin vónaði eg bara, at hann fór at vera stuttligur. Og tað passar sum fólk siga: Hann er ikki líka góður sum eittarin. Men hann er sum heild hampuligur, ikki so vánaligur, sum kritikararnir siga.

Søgan í "The Hangover Part 2" er tann sama sum í eittaranum og tað var ikki altíð ein trupulleiki fyri meg. Mær dámar væl, at høvuðspersónarnir eru bevístir um, at teir uppliva eitt "deja vu", og minnast tí til alt, ið hendi í eittaranum. Men í summum støðum gjørdist søgan ov forútsigulig, av tí at hon líktist eittaranum, serliga ímóti endanum.

Tað keðiligasta við hesum filminum er, at skemtið er sera ójavnt - serliga í mun til eittarin. Instruktørurin, Todd Phillips, hevur opinbart gjørt av at gera tvey'arin meira fúlan, ólekkran, sjokerandi og ógvusligari enn eittarin - kanska er tað hansara máti at gera hann "betri" enn eittarin. Tað er eitt sera býtt hugskot, tí filmurin gerst tí ofta bert fúlur, ólekkur og sjokerandi í staðin fyri stuttligur og undirhaldandi. 

Eg flenti ikki sera ofta í ta fyrru helvtini av filminum, og í ta seinnu gjørdist filmurin eitt sindur stuttligari. Summar jokes eru genialar, meðan aðrar eru bert pínufult ólekkrar - "gross out"-skemt kann vera stuttligt, men í hesum filminum kiksar tað. Stemningurin gjøgnum filmin er eisini dapur og tað hevur við sær, at filmurin er ikki líka undirhaldandi sum eittarin. Harafturat eru myndirnar, sum verða vístar í rullutekstunum, skuffandi, tí summar av teimum eru bara sjokerandi og óbehagiligar at hyggja eftir - bert 2-3 myndir fingu meg at flenna.

Men mær dámar annars nøkur ting í hesum filmunum. Framførslurnar eru líka góðar og undirhaldandi sum vanligt, serliga Zach Galifianakis, Ed Helms og Ken Jeong. Apan er stuttlig, og hálvan veg gjøgnum filmin fáa vit eina biljagt-senu, ið er sera stuttlig og undirhaldandi - faktiskt tann stuttligasta senan í filminum. Eg flenti hart tríggjar ferðir og fekk nøkur góð grin.

Men tá ið filmurin var liðugur, visti eg ikki ordiliga, um mær dámdi hann ella ikki. Hann er ikki vánaligur, men heldur ikki nakað serligt. Tað er ein sera ójavnur filmur, tí summar senur dámdi mær væl (serliga biljagt-senan), meðan aðrar dámdi mær als ikki. Søgan fangaði meg faktiskt fyri tað mesta, av tí at mær dámdi persónarnir, og tær stuttligu senurnar vóru minniligar, so hesin filmurin er ikki ein fiasko. Hann er sum heild hampuligur, men eftir mínari meining ikki nóg góður til at hyggja eftir umaftur allan vegin gjøgnum.

2,5 / 5 stjørnur

No comments:

Post a Comment