Thursday, January 5, 2012

Horrible Bosses (2011)

Instruktørur
Seth Gordon
‎"Horrible Bosses" er um tríggir menn, sum hava sera droyðar stjórar. Teir hata teirra stjórar og gera ein dagin av at drepa teir. Hetta ljóðar sum eitt ónt, løgið hugskot til ein film, men tað riggar, tí tað er væl gjøgnumført. 

Í hesum filminum taka tey hesa søguna og viðgera hana á ein hampuliga realistiskan máta. Tað riggar, tí høvuðspersónarnir eru óvissir og nervøsir um at gera tað. Orsakað av hesum, so er søgan ikki býtt, men stuttlig og undirhaldandi.

Eitt tað besta við filminum er framførslurnar. Allir leikararnir gera sítt besta og geva stuttligar framførslur. Charlie Day er ekstremur, men stuttligur og undirhaldandi - eg vóni, at hesin filmurin fer at geva honum leiklutir í øðrum skemtifilmum. Eitt, sum eisini fær filmin til at rigga væl, er samanspælið millum høvuðspersónarnir. Jason Bateman, Charlie Day og Jason Sudeikis rigga sera væl saman og tað er stuttligt at síggja teir tosa saman. Teirra dialogur er eisini stuttligur og væl skrivaður. 

Stjórarnir rigga eisini sera væl. Kevin Spacey dugir sera væl at vera so óreinur og óndur, at man hatar hann. Jennifer Aniston gevur eisini eina sera góða framførslu, tí hon spælir ein leiklut, sum als ikki minnir um aðrar leiklutir, ið hon plagar at spæla. Colin Farrell líkist als ikki sær sjálvum og hann er sera stuttligur í hesum filminum. Hann vísir eina skemtiliga síðu av sær sjálvum, sum vit ongantíð hava sæð fyrr.

Eg má tó siga, at hesin filmurin er ikki ein av teimum stuttligastu filmunum, eg nakrantíð havi sæð. Hann er ikki á sama støði sum t.d. "The Hangover". Tað er ikki ein filmur, har eg flenni í næstan hvørjari einastu senu. Men hann er kortini góður, undirhaldandi og stuttligur sum heild. Ein annar trupulleiki er, at søgan, hóast hon er góð, livir ikki upp til sítt fulla potentiali. Filmurin brúkar nógva tíð upp á, at høvuðspersónar planleggja morðini, í staðin fyri at vísa teir royna at gera tað. Harafturat burdu tey eisini havt fleiri senur við Colin Farrell. Eg helt eisini, at endin var eitt sindur knappligur og týpiskur - ikki so galin, men kundi verið betri.

Men samanumtikið er "Horrible Bosses" ein góður, undirhaldandi og stuttligur skemtifilmur. Hann er ikki heilt ein klassikari, men minniligur og verdur at hyggja eftir. Hann er, eftir mínari meining, nógv betri enn "The Hangover 2" - mær dámdi ikki sera væl tann filmin. Ein stuttligur, væl eydnaður skemtifilmur sum heild.

3,5 / 5 stjørnur

No comments:

Post a Comment