Tað hevur ikki ligið væl fyri hjá
mær, at fara í biograf tær seinastu vikurnar. Eg sá hvørki “The Hunger Games:
Catching Fire” ella “Ender’s Game”. Eg hugdi eftir “Captain Phillips”, “Bad
Grandpa” og “Escape Plan”, men tá var tað ov seint at ummæla teir.
Eg kann tó nevna, at eftir
mínari meining var “Captain Phillips” fantastiskur og spennandi (5/5 stjørnur),
“Bad Grandpa” sera stuttligur (4/5 stjørnur) og “Escape Plan” undirhaldandi (3,5/5
stjørnur). Eg fari vónandi at síggja “The Hobbit: The Desolation of Smaug”
seinni hesa vikuna og nú havi eg endiliga sæð krimifilmin “Prisoners”.
Hetta er ein spennings-/krimifilmur við meira dent á krimi. Tað
er ein djúp detektivsøga, sum verður søgd frá sjónarhornunum hjá pápanum og
detektivinum. Tað er sera væl gjøgnumført og úrtslitið er tí ein av ársins
bestu filmum. Hetta er tann mest dapri og deprimerandi filmurin, sum eg havi
sæð í ár, og einki er galið við tí. Hann gjøgnumførir tað, sum hann skal. Hann fær hyggjaran til at føla hesa ræðuligu støðuna. Man følir sorgina og ræðsluna, sum familjurnar hjá gentunum uppliva. Stemningurin
er dapur og syrgiligur, og tað hóskar til støðuna. Man sær, hvussu
hendingin ávirkar gerandisdagin hjá familjunum og teirra forhold. Tað ger søguna fangandi og spennandi.
Filmurin er sera væl leikstjórnaður og spældur. Eins og eg
segði í áðni, so avspeglar stemningurin í filminum støðuna, sum familjurnar eru
í. Hann er sera dapur og deprimerandi. Eg hevði samkenslu við
familjunum – serliga Keller – og ynskti, at tey skuldu finna teirra døtur. Søgan er
óforútsigulig og riggar sera væl sum ein detektivsøga. Tað er ein spennandi og gátufør
søga, sum gevur hyggjaranum nógv at hugsa um aftaná. Framførslurnar eru
sera góðar og sannførandi. Hugh Jackman er fantastiskur í filminum. Hansara
kenslur eru sera sannførandi. Jake Gyllenhaal er sera góður og filmurin hevur
eisini góðar framførslur frá Terrence Howard, Viola Davis og Maria Bello.
Hetta er ikki ein filmur, sum er behagiligur at hyggja
eftir. Hann hevur ikki bara eina dapra søgu, men eisini nakrar óbehagiligar senur. Summar
senur vísa óbehagiligar myndir, og aðrar byggja upp nógvan spenning og verða
nervapirrandi. Tað riggar væl, tí tað ger søguna uppaftur meira fangandi og sannførandi.
Drama’ið følist veruligt og realistiskt. Tað er serliga orsakað av framførslunum,
sum eru fantastiskar. Tað riggar eisini væl, at søgan hevur nógvar
yvirraskilsir og gevur hyggjaranum nógv at hugsa um aftaná.
“Prisoners” er ein sera góður, spennandi, deprimerandi og óbehagiligur
krimifilmur. Søgan er væl skrivað og óforúsigulig, og leikstjórin syrgir fyri,
at hon følist verulig og sannførandi. Stemningurin er dapur og syrgiligur, dialogurin
er áhugaverdur og framførslurnar eru fantastiskar. Har vóru nakrar fáar
hendingar í søguni, sum eg helt kundi verið betri skrivaðar, men samanumtikið
er søgan góð og sera spennandi. Eg hevði samkenslu við persónarnir og var áhugaður
í, at loysa gátuna. Tað er eisini áhugavert, at man sær søguna frá sjónarhornunum
hjá bæði detektivinum og familjunum. Tað vísir væl, hvussu ein slík hending ávirkar fólk.
4,5 / 5 stjørnur
4,5 / 5 stjørnur
Leikstjóri: Denis Villeneuve
Leikarar: Hugh Jackman, Jake Gyllenhaal, Viola Davis, Maria
Bello, Terrence Howard, Melissa Leo, Paul Dano
Ár: 2013
No comments:
Post a Comment