“The Hobbit: The Desolation of Smaug” er næsti parturin í trilogi’ini. Hann
heldur fram søguna um ferðina hjá Bilbo Baggins og dvørgunum, sum eru á veg til
Erebor, fyri at fáa teirra heimland aftur frá Smaug.
Eg hevði hoyrt nógv góð ting um hendan filmin, men eftir mínari meining
er hann bert hampuliga góður og undirhaldandi – ikki fantastiskur. Eg havi
einki ímóti, um onnur halda hann vera fantastiskan. Hetta er bara mín meining
og eg fari at greiða frá, hví eg haldi tað. Hesin filmurin hevur gjøgnumført nøkur ting betri enn í eittaranum. Hann
hevur ein meira dapran stemning, tað barnsliga skemtið er droppað og hann
leggur meira dent á persónsmenning.
Eittarin fokuseraði nógv á Bilbo og Thorin, meðan hinir dvørgarnir vóru meira
í bakgrundini. Tað riggaði fínt, men avleiðingin við tí var, at man lærdi ikki
hinir dvørgarnir væl at kenna. Hesuferð hava teir meira at gera. Filmurin hevur
fleiri samrøður millum teirra og tað ger, so at man lærir meira um teirra
persónleikar. Teir eru tískil meira minniligir og dámligir hesuferð.
Mær dámar eisini væl, at Bilbo er sera hjálpsamur í hesum filminum. Hann
hjálpir dvørgunum, ger nógv til nyttu og roynir at loysa trupulleikar. Hann er
ein dámligur høvuðspesónur og mær dámar væl samstarvið millum hann og
dvørgarnir.
Framførslurnar eru sera góðar. Martin Freeman, Ian
McKellen, Richard Armitage og hinir leikararnir frá eittaranum eru framvegis
líka góðir. Mær dámdi eisini væl teir nýggju leikararnir, sum t.d. Luke Evans
og Stephen Fry. Tað var eisini gott at síggja Legolas aftur. Hann er ikki ein
av mínum yndispersónum í “Lord of the Rings”, men í hesum filminum var hann kulur og dámligur. Harafturat er filmurin sera flott gjørdur. Effektirnar eru flottar og
actionsenurnar eru væl leikstjórnaðar. Tær eru sera undirhaldandi.
Mær dámdi eisini væl eina senu, sum fór fram í einum skógi. Eg avdúki
ikki, hvat hendir, men hon er rættiliga kul og minnilig. Tað besta í
filminum er drekin Smaug. Hann er sera flott gjørdur og ein fantastiskur
skurkur. Benedict Cumberbatch leggur rødd til hann og hann ger eitt sera gott
arbeiði. Men hví haldi eg so, at
filmurin er samanumtikið bert góður? Tað er serliga orsakað av, at hann følist
sum ein tunn søga, ið er strekt út til næstan tríggir tímar. Eg havi ikki lisið
bókina, so eg veit ikki nógv um, hvat Peter Jackson hevur broytt í filminum. Eg
veit bara, at hann valdi at taka hesa bókina, sum ikki er líka lang sum “Lord
of the Rings”-bøkurnar, og gera hana til tríggir filmar.
Tað sæst í hesum filminum, tí mín størsti kritikkur er, at gjøgnum tað mesta
av honum hendir ikki nógv. Søgan er góð, men hevur ikki nóg mikið av innihaldi
til, at vara næstan tríggir tímar. Tað følist sum ein einføld søga, sum er
strekt ov langt út, og tískil er hon tunn. Fyri meg persónliga er uml. 60
prosent av filminum gloymandi, av tí at ikki nógv hendir. Tað var ikki so mikið
galið, at filmurin var keðiligur. Hann var bara hampuliga fangandi – ikki
fantastiskur og spennandi. Um man dámar sera væl dialogin í filminum, so fer
man kanska at dáma filmin munandi betri enn eg. Eg helt sjálvur, at dialogurin
var hampuliga góður, men ikki sera spennandi og føldist onkuntíð ikki týdningarmikil.
Harumframt inniheldur søgan eitt kærleiksforhold, sum ikki er sera áhugavert. Tíbetur
hevur filmurin dámligar persónar og tann síðsti tímin er sera undirhaldandi, orsakað av Smaug.
Eftir mínari meining er “The Hobbit: The Desolation of Smaug” ein
hampuliga góður og undirhaldandi filmur. Hann er sera flott gjørdur og hevur
gjøgnumført nøkur ting betri enn í eittaranum. Søgan er góð, men ov tunn til ta langu spælitíðina. Hon følist sum eitt
miðpunkt í eini einfaldari søgu, sum er strekt út til tríggir tímar. Hon hevur
ikki nóg mikið av innihaldi til spælitíðina og tískil er uml. 60
prosent av filminum gloymandi fyri meg persónliga. Men tann síðsti tímin er
sera undirhaldandi og avdúkingin av Smaug er fantastisk. Eg havi einki ímóti,
um onnur halda hendan filmin vera fantastiskan. Eg
haldi bara sjálvur, at hann er hampuliga góður og undirhaldandi.
3,5 / 5 stjørnur
Leikstjóri: Peter Jackson
Leikarar: Ian McKellen, Martin Freeman, Richard
Armitage, Benedict Cumberbatch,
Orlando Bloom, Evangeline Lilly, Lee Pace, Luke
Evans, Stephen Fry
No comments:
Post a Comment