“The Secret Life of Walter Mitty” er ein ambitiøsur filmur um ein mann, Walter Mitty (Ben Stiller), sum dagdroymir fleiri ferðir um
dagin. Hann livir í sínum egna heimi og hevur ein lívligan fantasi. Ein dagin
hvørvur eitt filmsspor við eini mynd, sum blaðið, ið hann arbeiðir fyri, skal
brúka til forsíðuna. Tískil fer hann á eina spennandi ferð uttanlanda, fyri at
leita eftir myndamanninum.
Hesin filmurin hevur ikki bara Ben Stiller í høvuðsleiklutinum. Hann hevur
eisini leikstjórnað hann. Hetta sær út til, at vera ein rættiliga persónligur filmur fyri hann, tí man sær, at hann hevur lagt nógv arbeiði í hann. Hetta er sera
góður filmur við einum viðkomandi boðskapi. Eg má tó viðganga, at eg helt tann
fyrsta hálva tíman vera eitt sindur keðiligan. Tá var søgan eitt sindur tunn og
høvuðspersónurin óinteressantur. Men so skjótt sum Walter byrjaði ferðina,
so gjørdist filmurin nógv betri. Søgan gjørdist spennandi og fangandi, og
Walter gjørdist meira áhugaverdur.
Ben Stiller er rættiliga góður og dámligur í filminum. Hann spælir ikki
ein irriterandi ella grenjutur persónur, sum hann onkuntíð ger í øðrum filmum.
Hann spælir ein vanligur persónur, sum er lættur at hava samkenslu við. Ja,
hann var óinteressantur í byrjanini, men seinni gjørdist hann ein góður og
dámligur høvuðspersónur. Allar framførslurnar eru góðar. Kristen Wiig er góð og
sjarmerandi, og Adam Scott er undirhaldandi sum tann droyði stjórin hjá Walter.
Filmurin hevur eina einfalda, men sera góða og viðkomandi søgu. Hon er
um ein mann, sum dagdroymir ofta, og tað er nakað, sum øll kenna til – øll dagdroyma onkuntíð. Tað er ein góð søga um, at fara út at uppliva okkurt,
ístaðin fyri bert at ímynda tað. Mær dámar eisini væl, hvussu filmurin vísir
munin á veruleikan og fantasi. Dreymarnir hjá Walter eru órealistiskir og ekstremir,
meðan veruleikin er realistiskur. Eg má eisini nevna, at senurnar um dreymarnir eru sera
undirhaldandi og flott gjørdar – men ein, har hann ímyndaði sær sum ein gamlan mann, var ov
løgin eftir mínari meining. Harumframt dámdi mær væl forholdið millum Walter Mitty og Cheryl (Kristen Wiig).
Filmurin er undirhaldandi og rættiliga stuttligur. Skemtið er einfalt, stuttligt og væl balanserað við drama’inum. Eg flenti ofta og var onkuntíð eitt sindur rørdur. Eg eri eisini yvirraskaður av, at filmurin er rættiliga væl leikstjórnaður. Stemningurin er positivur og avslappaður, og kameraarbeiðið er flott, kreativt, litríkt og vakurt. Filmurin vísir t.d. sera vakrar myndir av Íslandi og mær dámar væl, at íslendingarnir verða spældir av íslendskum sjónleikarum. Tað er eisini kul at síggja Ben Stiller ferðast í náttúrini í Íslandi, sum líkist eitt sindur náttúrini í Føroyum.
Filmurin er undirhaldandi og rættiliga stuttligur. Skemtið er einfalt, stuttligt og væl balanserað við drama’inum. Eg flenti ofta og var onkuntíð eitt sindur rørdur. Eg eri eisini yvirraskaður av, at filmurin er rættiliga væl leikstjórnaður. Stemningurin er positivur og avslappaður, og kameraarbeiðið er flott, kreativt, litríkt og vakurt. Filmurin vísir t.d. sera vakrar myndir av Íslandi og mær dámar væl, at íslendingarnir verða spældir av íslendskum sjónleikarum. Tað er eisini kul at síggja Ben Stiller ferðast í náttúrini í Íslandi, sum líkist eitt sindur náttúrini í Føroyum.
Tónleikurin er sera góður og onkuntíð brúkar filmurin góðar sangir. Harumframt er tað spennandi og undirhaldandi, at fara út á ferðast saman við Walter Mitty. Tað er spennandi, at síggja hesi flottu umhvørvini, sum hann vitjar. Hetta er samanumtikið ein sera góður, stuttligur og minniligur filmur, sum gjørdi meg í góðum lag. Søgan var ov tunn í byrjanini, men gjørdist síðan betri og betri. Eg var skuffaður í byrjanini, men gjørdist síðan væl nøgdur við filmin. Eg var í góðum lag, tá ið filmurin endaði, og eg havi hugsað nógv um hann síðan. Hóast søgan er einføld og onkuntíð tunn, so er hon samanumtikið sera góð, viðkomandi og minnilig. Framførslurnar eru eisini góðar, summar dramatiskar senur eru væl eydnaðar og skemtið er rættiliga gott.
4,5 / 5 stjørnur
Leikstjóri: Ben Stiller
Leikarar: Ben Stiller, Kristen Wiig, Adam Scott, Kathryn Hahn, Shirley MacLaine,
Sean Penn
Sean Penn
No comments:
Post a Comment