Ein av teimum best umtóktu filmunum hjá DreamWorks er
“How to Train Your Dragon”. Mær dámar hann sera væl. Hann hevur nógvar
kliché’ir, men gjøgnumførir tær flestu sera væl. Tann filmurin hevur gjørt, so at nógv
fólk eru áhugað í tvey'aranum, sum nú er komin út. Eg ummæli ta ensku útgávuna.
“How to Train Your Dragon 2” fer fram fimm ár eftir hendingarnar í eittaranum. Víkingurin Hiccup er nú meira vaksin og drekar búgva í hansara
heimbygd. Ein dagin finna hann og hansara dreki, Toothless, nøkur fólk, sum fanga drekar og savna ein her.
Hetta er óivað ein av teimum størstu filmunum, sum
DreamWorks hava gjørt. Hann hevur ein stóran heim og
nógvar persónar – eins og ein stórur “blockbuster”-filmur. Hetta er ein sera
góður filmur við eini góðari søgu og sera góðum actionsenum. Summi hava sagt,
at hann er betri enn eittarin. Fyri meg persónliga er hann næstan
líka góður sum eittarin og tað er satt at siga væl gjørt. Tað er torført at
gera góðar tvey’arar og DreamWorks hava gjøgumført tað væl.
Hóast mær dámar eittarin eitt sindur betri, so eru summi ting í hesum filminum betri gjøgumførd. Eg ásánni, at eittarin hevur sínar
feilir, men fleiri av teimum eru rættaðir í tvey’aranum. Persónarnir mennast nógv í hesum filminum. Hiccup er vorðin djarvur. Tað er áhugavert at síggja, hvussu
nógv hann er broyttur síðan eittarin. Hann er ein dámligur høvuðspersónur. Mær dámar
eisini væl Toothless og hjápersónarnir. Astrid er kul, dámlig og ger nógv til nyttu. Mær dámar væl forholdið
millum hana og Hiccup. Mær dámar eisini vinfólkini hjá teimum. Tey eru meira dámlig og hava meira persónleika hesuferð – í eittaranum vóru tey okey, men onkuntíð eitt sindur
irriterandi, eftir mínari meining. Gobber er framvegis stuttligur og hevur nú ein størri leiklut. Pápin hjá Hiccup er betri skrivaður hesuferð og hevur meira persónleika.
Animatiónin er fantastisk og flott gjørd. Senurnar, har persónarnir flúgva á drekum, eru fantastiskar og undirhaldandi. Bardagarnir eru spennandi og
sera flott gjørdir. Teir minna um stórir krígsfilmar og tað er kul, at síggja
stórir bardagar við drekum. Mær dámar eisini væl, at Hiccup nú hevur ein búna
við veingjum, sum hann brúkar til, at flúgva. Tað syrgir fyri undirhaldandi og kreativum
actionsenum. Røddirnar eru eisini góðar. Mær dámar væl framførslurnar hjá m.a. Jay Baruchel, Cate Blanchett, Gerard Butler og Craig Ferguson.
Filmurin er stuttligur, og balanserar væl skemt
og drama. Eg flenti ofta og varð einaferð rættiliga rørdur. Mær dámdi sera væl søgugongdina um fortíðina hjá Hiccup – tað var fantastiskt.
Skurkurin er tó ikki nakað serligt. Hann er hampuligur, men rættiliga týpiskur.
Mær dámdi væl, hvussu filmurin bygdi upp til, at avdúka hann, men síðan
gjørdist hann ein týpiskur, svakur skurkur. Harumframt hevur søgan nakrar
forútsiguligar partar og summar dramatiskar senur ávirkaðu meg ikki nakað serligt.
Eg eri ikki ein av teimum, sum geva “How to Train Your
Dragon 2” toppkarakter, men mær dámdi hann væl. Hetta er ein sera góður og undirhaldandi teknifilmur, sum hevur
dámligar persónar og kular actionsenur. Hann er eitt sindur dapur og ikki sera
barnsligur, so hann er ikki ein týpiskur teknifilmur. Animatiónin er
fantastisk, søgan er góð og kreativ, tónleikurin er góður og persónarnir eru dámligir. Eg veit, at summi dáma hendan filmin betri enn eittarin, men
fyri meg persónliga er hann næstan líka góður sum eittarin – og tað merkir, at hann er ein góður eftirfylgjari.
4 /
5 stjørnur
Leikstjóri: Dean DeBlois
Leikarar: Jay Baruchel,
Cate Blanchett, Gerard Butler, Craig Ferguson, America Ferrera, Jonah Hill,
Christopher Mintz-Plasse, T.J. Miller, Kristen Wiig, Djimon Hounsou,
Kit
Harrington
Ár: 2014
No comments:
Post a Comment