Thursday, March 24, 2016

Batman v Superman: Dawn of Justice

Superhetjufilmar eru væl umtóktir og tað er serliga Marvel, sum hava fingið góð úrslit. Nú royna DC Comics at skapa teirra egnu filmsrøð og hesin filmurin, "Batman v Superman: Dawn of Justice", presenterar bæði Batman og Wonder Woman. Hetta er eftirfylgjarin til "Man of Steel" og ætlanin er, at hann skal føra til "Justice League" um nøkur ár.

Eg fari sjálvandi ikki at avdúkað nakað týdningarmikið, sum hendir í hesum filminum, men eg noyðist at avdúka eitt sindur av "Man of Steel". Søgan byrjar við endaliga bardaganum í "Man of Steel". Tá ið Superman (Henry Cavill) bardist ímóti Zod (Michael Shannon) í Metropolis, var Bruce Wayne (Ben Affleck) staddur í miðbýnum. Eftir at hava sæð skaðarnir og oyðileggingarnar í býnum, verður hann illur inn á Superman og gevur honum skyldina. Tað skapar eitt dilemma, um Superman er ein verjari ella hóttan ímóti menniskju. Samstundis leggur Lex Luthor (Jesse Eisenberg) gátuførar ætlanir.

Mær dámdi ikki "Man of Steel", so hetta var ikki ein filmur, sum eg gleddi meg til. Eg væntaði ikki nógv, men eg fór inn í biografin og gav honum ein kjans. Eg má vera erligur og siga, at "Batman v Superman: Dawn of Justice" er tíverri tann keðiligasti superhetjufilmurin, sum eg havi sæð í fleiri ár – men eg má viðmerkja, at eg havi ikki sæð "Fantastic Four" frá 2015, so eg telji hann ikki við. Tað er løgið at ímynda sær, at ein superhetjufilmur við Batman, Superman og Wonder Woman skal vera keðiligur.

Tað er serliga orsakað av søguni. Hon er sera vánalig, langdrigin og ósamanhangandi. Hon hevur onga ávísa handling. Á yvirfladini er handlingin dilemmaið, um Superman er góður ella óndur, men í størstapartinum av filminum verður tað ongantíð viðgjørt. Bruce Wayne sigur umaftur og umaftur, at Superman er ein hóttan og so verður tað ikki nærri viðgjørt. Eg var samdur við honum, at Superman oyðilegði býin, men tað gjørdist ov langdrigið. Superman sigur næstan ongantíð sína meining um tað. Í staðin roynir filmurin at siga frá fleiri søgum í senn: Lex Luthor leggur ætlanir, Wonder Woman (Gal Gadot) ger okkurt annað, Lois Lane (Amy Adams) granskar okkurt… Úrslitið er fløkjasligt, óruddiligt og ósamanhangandi.

Spælitíðin er tveir og ein hálvur tími. Einki hendir tveir teir fyrstu tímarnir. Søgan skiftir handling fleiri ferðir, har eru næstan ongar actionsenur, og samrøðurnar millum persónarnir eru óskiljandi og gloymandi. Persónarnir roksa um ymiskt, sum er óviðkomandi, og søgan stendur pinnastill. Hetta er eitt vánaligt handrit, sum hevur næstan onga søgu. Tað er eitt sindur láturligt, at fólkini síggja Superman sum ein gudur. Tær senurnar eru sera dramatiskar og álvarsamar, men eg hevði onkuntíð hug at flenna. Mær dámar heldur ikki leikstjórnanina hjá Zack Snyder. Litirnir eru gráir og sera daprir. Fleiri senur fara fram í bølamyrkum umhvørvum og eisini stemningurin er dapur. Hetta verður lagt saman við eina tunna søgu og úrslitið er sera keðiligt. Harafturat ristir kameraið illa í actionsenunum.

Mær dámar tó summi ting í filminum. Tónleikurin hjá Hans Zimmer og Junkie XL er góður. Mær dámar væl Ben Affleck sum Bruce Wayne og Batman. Hann gevur eina góða framførslu og Batman er kulur í actionsenunum. Jeremy Irons er góður sum Alfred og sigur onkuntíð okkurt stuttligt. Jesse Eisenberg er kanska ikki hóskandi til leiklutin sum Lex Luthor, men hann gevur eina góða framførslu. Hann virkar sum ein svakur persónur, av tí at hann ofta steðgar við at tosa og flennir eitt sindur. Hann er í hvussu er ein sannførandi skurkur. Gal Gadot hóskar væl til Wonder Woman, men hennara leiklutur er óviðkomandi fyri søguna. Henry Cavill er ein dugnaligur sjónleikari, men hevur lítið at gera í filminum.

Bardagin millum Batman og Superman, sum Warner Brothers hava brúkt til at marknaðarføra filmin, er bert hampuligur. Tað er ein stuttur bardagi, sum ikki er nakað serligt. Klimaskið er hampuliga undirhaldandi. Aftaná tveir keðiligar tímar kemur endiliga ein undirhaldandi sena, men hon hevur eisini sínar feilir. Eg kann ikki avdúka endan á filminum, men eg sigi bara, at hann er vánaligur og óneyðugur. "Batman v Superman: Dawn of Justice" hevur nakrar undirhaldandi løtur, men er tíverri ein sera keðiligur, óruddiligur, ósamanhangandi og langdrigin filmur. DC Comics royna at gera teirra superhetjufilmar daprir og álvarsamir, men eg haldi, at teir gera ov nógv av. Eg tími illa at síggja fleiri, sum eru leikstjórnaðir av Zack Snyder.

1,5 / 5 stjørnur

Leikstjóri: Zack Snyder
Leikarar: Ben Affleck, Henry Cavill, Amy Adams, Jesse Eisenberg, Diane Lane, Laurence Fishburne, Jeremy Irons, Holly Hunter, Gal Gadot, Michael Shannon, Ray Fisher, Jason Momoa, Ezra Miller 
Ár: 2016


No comments:

Post a Comment