Saturday, April 30, 2016

The Jungle Book (2016)

Disney hava gjørt eina nýggja filmatisering av ein av teirra teknifilmum, "The Jungle Book". Tað er ein klassiskur teknifilmur frá 1967, so tað er ein avbjóðing at gera eina endurinnspæling í "live action".

Søgan er um ein drong, Mowgli (Neel Sethi), sum býr í einum frúmskógi saman við úlvum. Tá ið hann verður hóttur av ónda tikaranum Shere Khan, velja úlvarnir at senda Mowgli til eina bygd, so at hann verður tryggur. Pantarin Bagheera leiðir honum og á vegnum hittir hann bjørnina Baloo.

Eg var upprunaliga skeptiskur um hendan filmin. Mær dámdi ikki hugskotið um eina endurinspæling av einum klassiskum teknifilmi hjá Disney. Eg gjørdist tó meira optimistiskur, tá eg sá ta næstu lýsingina og filmurin hevur ein góðan leikstjóra: Jon Favreau, sum eisini leikstjórnaði "Iron Man" og "Chef". Úrslitið er tíbetur ein sera góður og undirhaldandi filmur, sum er trúfastur ímóti teknifilminum, men samstundis ger nakrar hóskandi broytingar. Mær dámdi sera væl t.d. baksøguna hjá Mowgli.

Hetta er ein sera flottur filmur. Í byrjanini mátti eg venja meg við tær teldugjørdu effektirnar, men tær eru flott gjørdar. Filmurin riggar serliga orsakað av, at man dámar persónarnir. Mowgli og djórini eru dámlig, og mær dámdi væl forholdini millum teirra. Sum hyggjari virkar tað sum um, at man er staddur í frumskóginum og livir saman við hesu dámligu djórunum. Úlvaungarnir eru ótrúliga fittir. Teir minna um fittir hundahvølpar. Mín yndispersónur er Baloo. Hann er sera stuttligur, dámligur og spælir væl saman við Mowgli. Bagheera er eisini dámligur og mær dámar væl, at hann og Baloo hava ymiskir persónleikar. Neel Sethi, sum spælir Mowgli, hóskar væl til leiklutin og ger eitt gott arbeiði, men onkuntíð var hansara framførsla ikki sannførandi.

Fleiri kendir sjónleikarar leggja rødd til djórini: Ben Kingsley, Scarlett Johansson, Idris Elba… øll hóska væl til leiklutirnir – serliga Bill Murray, sum er sera góður og stuttligur sum Baloo. Mær dámar væl Christopher Walken sum King Louie, men tíverri dugir hann ikki at syngja. Eg flenti, tá eg hoyrdi hann syngja "I Wan’na Be Like You". Eg eri annars glaður fyri, at Disney valdu at koyra sangir frá gamla teknifilminum uppí. Tað var gott at hoyra "The Bare Necessities" aftur.

Hetta er samanumtikið ein sera góður, undirhaldandi og stuttligur filmur, sum er ein góð filmatisering av "The Jungle Book". Mær dámar væl broytingarnar, sum tey hava gjørt frá teknifilminum. Tær eru hóskandi og fáa søguna at rigga væl í "live action". Persónarnir eru dámligir og animatiónin er sera góð. Eg var upprunaliga skeptiskur og dámdi ikki avgerðina hjá Disney at endurinnspæla ein gamlan teknifilm til "live action", men tað vísti seg at eydnast væl. Mær dámar framvegis betri teknifilmin, men av tí at hesin filmurin ger nakrar broytingar, so riggar hann væl sum ein nýggjur og øðrvísi filmur.

4 / 5 stjørnur

Leikstjóri: Jon Favreau 
Leikarar: Bill Murray, Ben Kingsley, Idris Elba, Lupita Nyong’o, Scarlett Johansson, Christopher Walken, Giancarlo Espisito, Neel Sethi 
Ár: 2016


No comments:

Post a Comment