Monday, May 23, 2016

Captain America: Civil War

Eg eri seinur við hesum, men eg vil fegin siga mína meining um "Captain America: Civil War". Fyrr í ár gjørdu DC Comics ein superhetjufilm við Batman og Superman sum fíggindar. Úrslitið miseydnaðist og nú royna teirra størsti rivalur, Marvel, at gera tað sama við Iron Man og Captain America.

Menniskju eru bangin fyri vanlukkunum, sum eru orsakaðar av bardagum hjá The Avengers og tískil ynskir stjórnin at stýra teimum. Iron Man (Robert Downey Jr.) tekur undir við tí, men fleiri limir eru ósamdir, m.a. Captain America (Chris Evans). Tað førir til, at teir gerast fíggindar og The Avengers deilast upp í tvey lið.

Hetta er tann triði filmurin um Captain America og tvey’arin, "Captain America: The Winter Soldier", var ein av teimum bestu Marvel-filmunum higartil. Leikstjórarnir av tí filminum, Anthony og Joe Russo, eru afturkomnir og úrslitið er ein sera góður eftirfylgjari. "Captain America: Civil War" er ein av teimum bestu Marvel-filmunum higartil.

Fyri meg persónliga var hetta ein filmur, sum var hampuliga góður í fyrru helvtini og fantastiskur í seinnu helvtini. Fyrra helvtin er ein góð uppbygging, men søgan var ikki altíð fangandi. Tað bilti ikki nógv, tá ið filmurin so kom í helvt. Søgan gjørdist djúpri og meira spennandi, og fleiri superhetjur komu uppí filmin. Mær dámdi ikki "Avengers: Age of Ultron", men hesin filmurin var ein nøktandi eftirfylgjari til "The Avengers". Actionsenurnar eru fantastiskar, flott gjørdar og sera undirhaldandi. Anthony og Joe Russo hava enn einaferð gjørt eitt fantastiskt arbeiði. Tað var serliga undirhaldandi at síggja The Avengers berjast ímóti hvørjum øðrum.

Tað var stuttligt at síggja nýggjar Marvel-superhetjur møta The Avengers. Mær dámdi væl at síggja Ant-Man saman við teimum og Black Panther er ein kul nýggj superhetja – sjónleikarin, Chadwick Boseman, gevur eina sera góða framførslu. Mín yndispartur av filminum er Spider-Man. Hetta er ein nýggj útgáva við einum nýggjum sjónleikara, Tom Holland, og úrslitið er væleydnað. Hann er dámligur, sera góður, stuttligur og nóg ungur til leiklutin. Spider-Man er mín yndissuperhetja og eg var væl nøgdur við úrslitið. Eg var sera glaður fyri at síggja hann saman við The Avengers. Filmurin hevur nógvar stuttligar jokes um, hvussu ungur hann er í mun til hini. Eg gleði meg til komandi filmarnir við Spider-Man.

Filmurin hevur eisini eina góða og spennandi søgu. Tað tekur eina løtu, inntil hon byggir upp, men úrslitið er gott. Hinvegin má eg siga, at eg eri ikki serstakliga áhugaður í Bucky. Hann er ikki líka minniligur og dámligur sum hini. Men mær dámdi væl forholdið millum Captain America og Iron Man. Tað var ein spennandi og fangandi søga. Hetta er samanumtikið ein fantastiskur og sera undirhaldandi superhetjufilmur. Higartil í ár hava Marvel vunnið yvir DC Comics, tá ið man samanber hendan filmin við "Batman v. Superman: Dawn of Justice". Vit fáa at síggja, hvussu verður við "Suicide Squad" og "Doctor Strange".

4,5 / 5 stjørnur

Leikstjórar: Anthony Russo og Joe Russo
Leikarar: Chris Evans, Robert Downey Jr., Scarlett Johansson, Sebastian Stan, Anthony Mackie, Don Cheadle, Jeremy Renner, Chadwick Boseman, Paul Bettany, Elizabeth Olsen, Paul Rudd, Emily VanCamp, Tom Holland, Frank Grillo, William Hurt, Daniel Brühl 
Ár: 2016


No comments:

Post a Comment