Tuesday, June 7, 2016

The Angry Birds Movie

Fyri nøkrum árum síðani var spælið "Angry Birds" ein tann mest væl umtókta Smartphone appin. Eg havi sjálvur spælt tað og nústani í 2016 er tað gjørt til film. Vit hava fyrr sæð filmatiseringar av telduspølum, men hetta er ein av teimum fyrstu filmunum, sum eru gjørdir eftir eina app.

Søgan fer fram á eini oyggj við fuglum, sum ikki duga at flúgva. Red (Jason Sudeikis) er ein negativur og illsintur fuglur, sum verður dømdur at luttaka í terapi fyri illsinni. Har hittir hann Chuck (Josh Gad) og Bomb (Danny McBride). Ein dagin koma grønir grísar at vitja, sum verða leiddir av Leonard (Bill Hader) og Red hevur misálit á teir.

Tað er torført, at gera filmar burtur úr telduspølum og fólkini handan "The Angry Birds Movie" hava gjørt sær ómak. Tey hava óivað siktað eftir, at gera ein sera stuttligan og undirhaldandi teknifilm við skjótum tempoi, og skemti fyri bæði børn og vaksin. Úrslitið er eitt sindur miseydnað. "The Angry Birds Movie" er satt at siga hampuliga undirhaldandi og onkuntíð rættiliga stuttligur, men hevur tíverri nakrar stórar trupulleikar.

Hesin filmurin er eitt sindur óruddiligur. Skemtið er sera ójavnt – tað skiftir millum at vera stuttligt og vánaligt. Eg flenti onkuntíð og summar "slapstick"-jokes vóru stuttligar – serliga ein ávís sena við skeltinum uttanfyri húsinum, har ið Red gongur til terapi. Men skemtið blívur við at skifta millum "slapstick" og ólekkrar jokes, og tær rigga ikki saman. Tær ólekkru jokes’nar eru vánaligar og summar eru óhóskandi fyri børn. Tær hóska heldur ikki saman við ta vøkru animatiónini og umhvørvið. Tónleikurin er eisini ójavnur. Bakgrundstónleikurin er góður, men filmurin hevur ov nógvar sangir. Onkuntíð byrja persónarnir brádliga at dansa til ein discosang og tað gjørdist irriterandi. Tað ójavna skemtið og tónleikurin blivu við at órógva stemningin gjøgnum allan filmin.

Hinvegin er animatiónin sera góð, litrík og vøkur. Persónarnir eru flott gjørdir og umhvørvið er sera vakurt. Søgan er hampulig og ein hóskandi filmatisering av spælinum. Mær dámdi sera væl senurnar við sleingibyrsuni. Tær vóru undirhaldandi og ein væleydnað filmatisering. Mær dámdi serstakliga væl klimaksið. Tað var sera undirhaldandi og stuttligt. Røddirnar eru góðar og persónarnir eru hampuliga dámligir, men onkuntíð eru Chuck og Bomb eitt sindur irriterandi. Filmurin roynir at gera teir stuttligir, men tað miseydnast. Skemtið er tann størsti trupulleikin við filminum. Ov nógvar jokes miseydnast og oyðileggja stemningin.

"The Angry Birds Movie" er ein flott gjørdur, men óruddiligur og løgin teknifilmur. Partar av honum eru undirhaldandi og stuttligir, men so verður handritið oyðilagt av vánaligum skemti. Tað er spell, tí filmurin kundi havt verið ein væleydnað filmatisering av spælinum. Animatiónin er sera góð og vøkur, røddirnar eru góðar, søgan er hampulig og summar jokes eru sera stuttligar. Tíverri hava filmsfólkini eisini koyrt ov nógvar sangir og óhóskandi skemt uppí, og úrslitið er tí eitt órudd.

2,5 / 5 stjørnur

Leikstjórar: Clay Kaytis, Fergal Reilly 
Leikarar: Jason Sudeikis, Josh Gad, Danny McBride, Maya Rudolph, Kate McKinnon, 
Sean Penn, Tony Hale, Keegan-Michael Key, Bill Hader, Peter Dinklage 
Ár: 2016


No comments:

Post a Comment