Saturday, April 27, 2013

Iron Man 3


Marvel hevur gott skil fyri, at gera góðar superhetjufilmar. Teir flestu Marvel-filmarnir eru góðir og undirhaldandi, sum t.d. “Iron Man” og serliga “The Avengers”. Nú er tann triðji “Iron Man”-filmurin komin út.

Søgan fer fram aftaná hendingarnar í “The Avengers”. Tony Stark (Robert Downey Jr.) er byrjaður at fáa trupulleikar við angst, orsakað av hendingunum í New York. Hansara lív sum superhetja koyrir annars fínt, men knappliga verður heimurin hóttaður av einum terroristi, sum eitur The Mandarin (Ben Kingsley). Hann syrgir eisini fyri, at heimið hjá Tony verður oyðilagt, so at hann hevur bara eina “Iron Man”-drakt eftir. Nú noyðist hann at finna og steðga The Mandarin við sera avmarkaða útgerð.

Mær dámar sera væl tann fyrsta “Iron Man”-filmin og “The Avengers”, men mær dámdi ikki “Iron Man 2”. Hann hevði nakrar undirhaldandi senur, men var samanumtikið ov rokasligur og ikki sera góður, eftir mínari meining. “Iron Man 3” nógv betri enn tvey’arin. Hann er góður, stuttligur og undirhaldandi. Men eg má vera erligur og siga, at eftir mínari meining, er hann eisini eitt sindur skuffandi. Mær dámdi hann og hann er ein góður filmur. Hann klárar bara ikki at vera meir enn bert góður, eftir mínari meining – hann er heldur ikki líka góður sum eittarin. Summi fara heilt sikkurt at vera ósamd við mær og tað havi eg einki ímóti. Men sum eg segði í áðni, so haldi eg hann vera góðan og undirhaldandi – bara ikki fantastiskan ella sera minniligan.

Tað besta við honum er faktiskt skemtið. Leikstjórin, Shane Black, hevur eisini leikstjórnað skemtifilmin “Kiss Kiss Bang Bang”, sum eisini hevði Robert Downey Jr. í høvuðsleiklutinum. Tann filmurin var góður og sera stuttligur. Við honum og nú “Iron Man 3“ hevur hann prógvað, at hann hevur gott skil fyri skemti. Skemtið í “Iron Man 3” er sera stuttligt, væl skrivað og næstan altíð óvæntað – eg flenti ofta. Robert Downey Jr. er framvegis sera góður, dámligur og undirhaldandi sum Tony Stark. Mær dámar væl, at hann nú eisini er frásøgurødd. Tað riggar væl og er ein góð broyting. Mær dámar eisini, at Tony Stark nú hevur trupulleikar við angst. Tað vísir, at hendingarnar í “The Avengers” hava ávirkað hansara lív, og tann søgugongdin var áhugaverd og onkuntíð stuttlig.

Filmurin hevur eisini sera undirhaldandi, kreativar og flott gjørdar actionsenur. Mær dámar væl, at Tony Stark noyðist ofta at berjast uttan “Iron Man”-draktina. Senan, tá ið heimið hjá honum verður alopið, er fantastisk og sera flott gjørd. Eg var sera imponeraður. Klimaksið er kul og sera undirhaldandi. Søgan er hampuliga góð, men kundi verið betri. Skurkurin, sum er væl leiktur, er okey og hampuliga undirhaldandi, men ikki sera áhugaverdur og minniligur. Hansara motivatión er eitt sindur torfør at skilja og hann hevur ikki ein djúpan persónleika. Summi hjápersónar, sum t.d. Pepper Potts, eru heldur ikki sera áhugaverdir. Eg hevði næstan bara samkenslu við Tony Stark. Effektirnar eru sera flottar og sannførandi, burtursæð frá einum teldugjørdum hjørti í eini senu, har Iron Man flýgur inn í ein skóg um náttina. Hann sá sera falskur út, men annars eru effektirnar sannførandi.

Framførslurnar eru góðar. Eg havi longu nevnt Robert Downey Jr. og hann er tann mest dámligi sjónleikarin í filminum. Persónurin, sum Don Cheadle spælir, er meira áhugaverdur og dámligur hesuferð enn í tvey’aranum. Hann hevur gott samanspæl við Tony Stark og Don Cheadle gevur eina góða framførslu. Jon Favreau er stuttligur og undirhaldandi, og Guy Pearce gevur eina kula og sannførandi framførslu. Ben Kingsley er eitt sindur ov lítið við í filminum, men hann er góður og undirhaldandi. Søgan hevur nøkur góð “twists”, sum man ikki væntar frammanundan. Men ein løta í klimaksinum, sum skuldi vera dramatisk og yvirraskandi, var ov forútsigulig. Tað skuldi vera óvæntað, men tað miseydnaðist – eg kann ikki siga, hvat tað er, tí so avdúki eg ein týdningarmiklan part av søguni. Eg má tó leggja afturat, at endin á filminum er góður og væl skrivaður.

“Iron Man 3” er ein góður og væl gjørdur, men ikki fantastiskur superhetjufilmur. Hann er eitt sindur skuffandi og ikki ein av teimum bestu filmunum hjá Marvel, men samanumtikið góður, undirhaldandi og sera stuttligur. Hann hevur sera gott skemt, góðar framførslur, og undirhaldandi og kreativar actionsenur. Hann hevur eisini eina undirhaldandi byrjan við einum væl hóskandi sangi og Robert Downey Jr. riggar væl sum frásøgurødd. Men filmurin hevur eisini eina søgu, sum er hampuliga góð, men ikki fantastisk á nakran máta og ov forútsigulig í summum støðum, og nakrir hjápersónar, sum man ikki leggur nógv í. Skurkurin er heldur ikki sera minniligur, eftir mínari meining, og filmurin klárar ikki at vera meira enn bert góður og undirhaldandi. Hann er eisini eitt sindur gloymandi og tað er ein stórur trupulleiki. Men hann er gott undirhald sum heild.

3 / 5 stjørnur

Leikstjóri: Shane Black
Leikarar: Robert Downey Jr., Gwyneth Paltrow, Guy Pearce, Don Cheadle, Ben Kingsley
Ár: 2013


No comments:

Post a Comment