“Silver Linings Playbook” er ein filmur, sum gjørdist sera
væl umtóktur í Amerika, tá hann kom út í 2012. Hann fekk nógvar Oscar-nomineringar
og Jennifer Lawrence vann heiðurslønina fyri “Best Actress“. Nú er filmurin
komin til Føroyar.
“Silver Linings Playbook” er um ein mann (Bradley
Cooper), sum hevur “bipolar disorder” – t.v.s. eina sálarliga sjúku, sum ger,
at hansara lag broytist knappliga. Aftaná at hava sitið í sinnissjúkrahúsi,
flytir hann inn hjá sínum foreldrum og nú vil hann koma saman aftur við sína fyrrverandi
konu. Ein dagin hittir hann eina gentu (Jennifer Lawrence), sum eisini hevur
sálarligar trupulleikar og tey gerast vinir.
Hetta er satt at siga ein av teimum bestu filmunum,
sum eg havi sæð higartil í ár. Hetta er ein sera góður, stuttligur og væl
spældur filmur. Eg havi ongantíð fyrr sæð Bradley Cooper í einum dramatiskum
leikluti og eg varð imponeraður av honum. Hann gevur eina fantastiska og sannførandi
framførlsu. Hann dugir væl at spæla ein persónur, sum knappliga skiftir lag. Jennifer
Lawrence gevur eisini eina fantastiska framførslu. Hon hevur uppiborið sín
Oscar. Samanspælið millum hana og Bradley Cooper er sannførandi, væl spælt og
undirhaldandi. Robert De Niro gevur eisini eina sera góða og rørandi framførslu
sum pápin hjá Bradley Cooper. Chris Tucker hevur ein lítlan leiklut og hann er rættiliga
dámligur og stuttligur.
Filmurin er sera væl leikstjórnaður av David O.
Russell. Hann tekur eina søgu um tvey sálarliga sjúk fólk og ger hana bæði
dramatiska og stuttliga – og tað riggar. Filmurin hevur bæði skemt og drama, og
David O. Russel klárar sera væl at balansera tað. Filmurin skiftir millum skemt
og drama, uttan at tað følist ójavnt ella ov knappligt. Tað er perfekt
balanserað. Skemtið er sera stuttligt og undirhaldandi, og dramaið er sera gott
og sannførandi. Eg flenti ofta og varð onkuntíð rørdur. Filmurin vísir onkuntíð
sjúkuna hjá Bradley Cooper á ein skemtiligan máta og tað riggar, men hann vísir
eisini tær álvarsamu avleiðingarnar við henni.
Søgan er sera góð
og fangandi. Eitt, sum er serstakliga gott við henni, er, at allir persónarnir
hava trupulleikar; ikki bert høvuðspersónarnir. Meðan høvuðspersónarnir hava
sálarligar trupulleikar, so hava onnur persónligar trupulleikar. Eitt dømi er
ein vinmaður hjá Bradley Cooper, sum hevur trupulleikar við strongd. Tað besta
við filminum er óivað forholdið millum Bradley Cooper og Jennifer Lawrence. Tað
er sera væl gjørt. Tað er áhugavert at síggja tey práta um teirra trupulleikar.
Mær dámar væl, at tey læra hvønn annan at kenna, av tí at tey hava somu
trupulleikarnir og kunnu tí skilja hvønn annan. Teirra forhold verður væl
uppbygt og riggar sera væl.
“Silver Linings
Playbook” er ein sera góður, stuttligur og væl spældur filmur. Søgan er góð og fangandi,
persónarnir eru dámligir og áhugaverdir, og David O. Russell hevur leikstjórnað
filmin væl. Hann hevur eina perfekta banlansu millum skemt og drama, Bradley
Cooper og Jennifer Lawrence geva fantastiskar framførslur, og Robert De Niro er
eisini sera góður. Ein smákritikkur, sum eg havi, er, at man lærir ikki væl
beiggjan hjá Bradley Cooper at kenna og tað ger hann til ein eitt sindur
gloymandi persón. Samanumtikið dámdi mær sera væl hendan filmin. Skemtið fekk
meg ofta at flenna og dramaið var sera væl gjørt – eg bleiv faktiskt einaferð rørdur
og fór at tára eitt sindur. Eg má eisini leggja afturat, at endin á filminum er
sera góður.
4,5 / 5 stjørnur
Leikstjóri: David
O. Russell
Leikarar: Bradley
Cooper, Jennifer Lawrence, Robert De Niro, Jacki Weaver, Chris Tucker
Ár: 2012
No comments:
Post a Comment