Wednesday, May 29, 2013

Fast & Furious 6

Tá ið “Fast & Furious 5” kom út í 2011, var eg langt síðan givin við at fylgja við seriuni. Eg var ikki áhugaður í at síggja hann, men hann fekk yvirraskandi góð ummæli. Í ár hugdi eg endiliga eftir honum og mær dámdi hann sera væl – ein sera positiv yvirraskilsi. Hann var ein sera undirhaldandi og óseriøsur actionfilmur. Eg gleddi meg tí til at síggja “Fast & Furious 6”, tí hann sá út til at vera í sama stíli sum fimmarin. Eg vildi bara hava ein undirhaldandi actionfilm.

Hobbs (Dwayne Johnsson) spyr Dominic (Vin Diesel), um hann kann savna hansara lið og hjálpa til við at fanga ein brotsmann. Dominic sigur ja og savnar liðið, sum er uppbygt av m.a. hansara besta vinmanni Brian (Paul Walker). Samstundis finna teir brádliga út av, at eksdaman hjá Dominic, Letty (Michelle Rodriguez), sum teir hildu vera deyða, er framvegis á lívi.

Tað einasta, sum væntaði av “Fast & Furious 6”, var gott undirhald og tað var hann eisini. Hesin filmurin hevur sínar feilir, men er samanumtikið ein kulur og sera undirhaldandi actionfilmur.  Hann er satt at siga mín yndis-actionfilmur higartil í ár. Tað besta við honum er sjálvandi actionsenurnar. Tær eru fantastiskar og sera undirhaldandi. Tær variera millum m.a. kular bardagar og spennandi biljagtsenur. Leikstjórin, Justin Lin, leikstjórnar actionsenurnar væl við m.a. góðum kameravinklum, skjótum tempoi og góðum spenningi. Tær eru eisini fullkomiliga yvirdrivnar og órealistiskar. Tað skal man bara góðtaka, tí hetta er ein óseriøsur actionfilmur. Hann roynir bert at vera óseriøst undirhald og tískil hendir nógv, sum als ikki ber til í veruleikanum. Tað er bara undirhaldandi at síggja.

Fimmarin fokuseraði faktiskt ikki nógv á bilar og tað dámdi mær faktiskt væl. Hesin filmurin harafturímóti fokuserar nógv á bilar og tað riggar eisini væl. Tað er undirhaldandi at síggja allar tær ekstremu biljagtsenurnar og kappkoyringarnar. Tær hava eisini altíð okkurt við søguna gera og tað dámar mær væl. Filmurin hevur eisini gott skemt. Ludacris og serliga Tyrese Gibson eru sera stuttligir og koma við nógvum stuttligum replikkum. Dialogurin í filminum er góður og undirhaldandi. Søgan er tó ikki sera góð og áhugaverd. Hon er okey, men rættiliga tunn. Hon hevur tíbetur eina nóg mikið fangandi handling um leitanina eftir einum brotsmanni. Dramaið er hampuliga gott og nóg mikið væl spælt, men ikki sera áhugavert.

Framførslurnar eru ójavnar og ikki fantastiskar. Summir sjónleikarar eru góðir, meðan aðrir eru minni góðir. Vin Diesel er ikki fantastiska góður, men kulur og dámligur, og Paul Walker er okey, men keðiligur – hann er tó toluligur og hóskar til filmin. Michelle Rodriguez er tolulig, men gevur eina eitt sindur vánaliga framførslu. Men mær dámdi væl framførslurnar hjá hinum, serliga Dwayne Johnsson, Tyrese Gibson og Luke Evans. Dwayne Johnsson er sera góður og undirhaldandi. Tyrese Gibson er sera stuttligur og fekk meg ofta at flenna. Luke Evans er sera sannførandi sum skurkurin í filminum. Gina Carano er eisini ein góður og undirhaldandi actionsjónleikari.

Filmurin hevur sera gott samanspæl millum persónarnir. Vin Diesel og Paul Walker spæla væl saman og eru sannførandi sum bestir vinmenn. Dwayne Johnsson spælir sera væl saman við Vin Diesel, og samanspælið millum Ludacris og Tyreses Gibson er sera stuttligt og undirhaldandi. Hóast persónarnir ikki eru sera djúpir, so eru teir dámligir, serliga orsakað av sjónleikarunum, dialoginum og samanspælinum. Klimaksið í filminum er fantastiskt og sera undirhaldandi.Summi stunts eru tó so mikið yvidrivin, at tey eru láturlig, men tað hendir sera sjáldan.

“Fast & Furious 6” er ein av ársins mest undirhaldandi filmum. Actionsenurnar eru fantastiskar og sera undirhaldandi, klimaksið er fantastiskt, skemtið er gott og samanspælið millum persónarnir er sera gott. Søgan er tunn og ikki sera góð, men tolulig og nóg mikið fangandi – søgan í fimmaranum var betri. Framførslurnar eru tíverri ójavnar, men tær flestu eru góðar og undirhaldandi. Filmurin hevur sínar feilir, men er samanumtikið sera gott og óseriøst poppkorn-undirhald. Hetta er satt at siga mín yndis-actionfilmur higartil í ár, av tí at hann var so kulur og undirhaldandi.

4 / 5 stjørnur

Leikstjóri: Justin Lin
Leikarar: Vin Diesel, Paul Walker, Dwayne Johnsson, Michelle Rodriguez, Luke Evans
Ár: 2013


No comments:

Post a Comment