Sunday, March 24, 2013

Les Misérables (2012)


Leikstjóri
Tom Hooper
“Les Misérables” er ein av teimum kendastu sangleikunum í heiminum. Nú er hann gjørdur til ein stóran sangfilm við m.a. Hugh Jackman, Russel Crowe og Anne Hathaway. Eg havi ongantíð sæð leikin, so eg fari ikki at samanbera filmin við hann. Filmurin er leikstjórnaður av Tom Hooper, sum eisini leikstjórnaði “The King’s Speech”. Mær dámdi sera væl tann filmin og mær dámar væl sangfilmar, so eg var áhugaður í at síggja “Les Misérables”.

Søgan fer fram í Fraklandi í 19. øld. Vit fylgja einum manni, Jean Valjean (Hugh Jackman), sum hevur verið í fongsul í fleiri ár og arbeitt sum trælur, av tí at hann stjól eitt breyð. Hann verður royndarleyslatin av politistinum Javert (Russel Crowe), men tá hann ikki klárar at fáa arbeiði, av tí at hann er ein fyrrverandi tjóvur, ger hann av at flýggja og byrja eitt nýtt lív við einum øðrum navni – við øðrum orðum, hann fær sær ein nýggjan samleika. Nøkur ár seinni verður samstundis ein ung arbeiðskvinna (Anne Hathaway) uppsøgd og heimleys. Harumframt fer tann franska kollveltingin fram.

“Les Misérables” er ikki ein týpiskur sangfilmur. Vanliga plaga sangfilmar at vera uppbygdir soleiðis, at persónar práta vanligt, men fara so av og á at syngja. Hesin filmurin hevur bara sang allan vegin gjøgnum – hann hevur eitt lítið sindur av práti av og á. Persónarnir syngja gjøgnum allan filmin. Tað er á sama hátt sum ein opera: Sangur allan vegin gjøgnum. Soleiðis plaga sangfilmar ikki at vera í dag, men soleiðis er “Les Misérables”. Hetta er ein óvanligur sangfilmur og tað kann vera, at summi ikki fara at dáma hann av hesi orsøk. Men mær dámdi hann væl.

“Les Misérables" hevur sínar feilir, men er samanumtikið ein sera góður sangfilmur. Eg má tó viðganga, at mær dámdi hann ikki sera væl í byrjanini. Tað tók eina góða løtu, inntil søgan fangaði meg og eg vandi meg við, at filmurin alla tíðina koyrdi við sangi, men sum tíðin gekk, gjørdist hann betri og betri. Tað besta við honum er tann fantastiski tónleikurin. Sangirnir eru sera góðir, undirhaldandi og fangandi, og allir sjónleikararnir syngja sjálvir. Framførslurnar eru sera góðar, serliga Hugh Jackman. Hetta er tann besta framførslan, sum eg havi sæð frá honum higartil, og hann syngur eisini ótrúliga væl. Anne Hathaway er eisini góð og hon hevur uppiborið sín Oscar. Russel Crowe gevur eina góða framførslu, men syngur ikki sera væl. Hann syngur hampuligt og eg vandi meg við tað, men tað er ikki sera flott samanborið við m.a. Hugh Jackman og Anne Hathaway. Filmurin hevur eisini stuttligar framførslur frá Helena Bonham Carter og Sacha Baron Cohen.

Søgan er samanumtikið góð, fangandi og áhugaverd. Filmurin klárar væl at siga frá søguni gjøgnum sangirnir og tað er ikki lætt at fáa at rigga. Tað hevur Tom Hooper klárað væl. Søgan riggar m.a. tí, at hon hevur ein sera dámligan høvuðspersón, Jean Valjean, sum man hevur samkenslu við gjøgnum allan filmin. Mær dámar eisini væl, at søgan er um uppreistur og fyrigeving. Jean Valjean ger uppreistur, tí hann flýggjar frá sínum lívi sum skuldsettur brotsmaður og fær sær ein nýggja samleika – hóast tað er ólógligt. Samstundis síggja vit eina søgugongd um eina mongd av fólki, sum ger uppreistur undir fronsku kollveltingini. Báðar søgugongdirnar hava til felags, at tær eru um uppreistur og tað er sera áhugavert.

Filmurin er eisini flott gjørdur. Tað er sera sannførandi, at filmurin fer fram í 19. øld, koreografiin er góð og undirhaldandi, og filmurin brúkar onkuntíð nakrar flottar kameravinklar. Men sum eg segði í áðni, so hevur filmurin eisini sínar feilir. Hóast kameraarbeiðið er flott í summum senum, so er tað minni gott í øðrum senum. Í summum sangum brúkar filmurin ov nógvar nærmyndir og løgnar kameravinklar av persónunum, og tað órógvar onkuntíð. Fyri tað næsta inniheldur søgan eitt kærleiksforhold millum eina gentu og ein drong, sum er áhugavert gjøgnum tað mesta av filminum, men verður eitt sindur óinteressant í endanum. Filmurin er eisini ov langur og skemtið er onkuntíð eitt sindur ov fjasut.

Samanumtikið er “Les Misérables” ein sera góður og undirhaldandi sangfilmur. Tað kann vera, at summi ikki fara at dáma hann, av tí at hann hevur sang allan vegin gjøgnum, men mær dámdi hann væl. Sangirnir eru sera góðir og fangandi, tónleikurin er fantastiskur, summar framførslur eru fantastiskar og filmurin klárar væl at siga frá søguni gjøgnum sangirnir. Hetta er ikki eitt meistaraverk, men ein sera góður sangfilmur.

4 / 5 stjørnur


No comments:

Post a Comment