Leikstjóri Quentin Tarantino |
Tann fyrsta dialogsenan fekk meg beinavegin til at
elska filmin. Hesin filmurin kemur ikki seint í gongd. Hann fangar áhugan
beinavegin og kemur skjótt til sakina. “Django Unchained” er óivað ein av
teimum bestu filmunum frá 2012.
Søgan fer fram í U.S.A. einaferð mitt í 19. øld – í tíðarøldini í landinum, tá ið myrk fólk vóru trælir hjá teimum hvítu. Vit fylgja einum træli, sum eitur
Django (Jamie Foxx). Hann verður keyptur og settur í frælsi av einum týskum manni,
Dr. King Schultz (Christoph Waltz), sum drepur eftirlýstir brostmenn fyri
finningarlønina. Django og Schultz verða arbeiðsfelagar og gera síðan av, at
finna konuna hjá Django, sum er trælur hjá einum óndum og ríkum manni (Leonardo
DiCaprio) í Mississippi, og bjarga henni.
Tað besta við filminum er dialogurin. Quentin
Tarantino dugir sera væl at skriva undirhaldandi og fangandi dialog. Nógv av filminum er bert
senur, har persónar práta, men tann fantastiski dialogurin ger tað
undirhaldandi at hyggja eftir. Framførslurnar eru eisini fantastiskar. Jamie
Foxx er sera góður sum Django. Hann virkar sum ein vanligur trælur, men er
samstundis ein sannførandi actionhetja. Christoph Waltz er fantastiskur og sera
undirhaldandi. Hann dugir sera væl at vera harðligur, men samstundis róligur og fólkaligur. Leonardo DiCaprio er eisini fantastiskur. Eg havi ongantíð sæð
hann spælt ein slíkan leiklut fyrr. Hann er sera sannførandi og hóttandi. Samuel
L. Jackson gevur eisini eina góða framførslu sum hjálparin hjá DiCaprio.
Hesin filmurin er sera harðligur. Actionsenurnar eru ekstremar, ógvusligar og innihalda eina rúgvu av blóði. Eg
haldi ikki, at tær eru óbehagiligar at hyggja eftir, uttan vissu man ikki tolir
at síggja blóð. Tarantino dugir væl at gera slíkt action undirhaldandi og
spennandi. Actionsenurnar eru stutt sagt ekstremar og sera undirhaldandi. Tað
er eisini undirhaldandi og áhugavert at síggja, hvussu Django útviklar seg frá
einum træli til ein professionellan hermann. Filmurin hevur eisini eitt sindur
av skemti og tað er sera stuttligt og væl eydnað.
Filmurin fokuserar eisini nógv á rasismuna, sum var í hesi tíðarøldini. Hann vísir, hvussu tey myrku vórðu illa viðførd av teimum hvítu, og
Tarantino vísir tað á nakrar ógvusligar mátar. Filmurin hevur tískil nakrar
harðligar senur, sum eru óbehagiligar at hyggja eftir. Tarantino vísir ikki tær harðligastu løturnar, men senurnar eru kortini óbehagiligar m.a. orsakað av ljóð-effektunum.
Eg hugdi faktiskt einaferð burtur og helt fyri oyrini. Men tær senurnar vóru
passaliga óbehagiligar, tí man sær sera sjáldan tær harðligastu løturnar – og tað
nýtist man ikki, tí man skilir frá ljóð-effektunum, hvat hendir.
Mær dámar eisini væl sangirnir, sum verða spældir
í filminum. Tarantino brúkar faktiskt modernaðar sangir, hóast filmurin fer
fram í 19. øld, men onkursvegna riggar tað. Eg má eisini leggja afturat,
at tempoið er sera gott og passaliga seint. Senurnar vara leingi og koyra við
einum passaligum tempoi. Tað dámdi mær serstakliga væl. Har eru bert tvey ting
við filminum, sum mær ikki dámar. Tann størsti trupulleikin er, at filmurin er
ov langur. Hann er næstan tríggir tímar langur og tað følir man væl. Hóast
tempoið er passaliga seint, so følist filmurin langdrigin sum heild. Tað er
stutt sagt longdin av honum, sum er trupulleikin; ikki tempoið. Hin
trupulleikin er ikki stórur. Ein tilvildarligur persónur verður einaferð skotin og flýgur til síðuna, og tann effektin sá løgin út. Eg ivaðist í, um tað skuldi vera stuttligt ella ei, so tað var ørkymlandi.
Samanumtikið er “Django Unchained” ein av teimum bestu
filmunum frá 2012. Ein fantastiskur og sera undirhaldandi westernfilmur. Tað
eru serliga trý ting, sum gera hann fantastiskan: Dialogurin, framførslurnar og
actionsenurnar. Dialogurin er altíð undirhaldandi og áhugaverdur,
framførslurnar eru fantastiskar, og actionsenurnar eru ekstremar og sera
undirhaldandi. Filmurin hevur eisini eina góða søgu og ein dámligan høvuðspersón,
sum man heldur við gjøgnum allan filmin.
4,5 / 5 stjørnur
No comments:
Post a Comment