"Whiplash" var ein tann mest vælumtókti filmurin, sum kom út í 2014. Mær
dámdi hann eisini væl og tað var fyrsti spælifilmurin hjá einum nýggjum leikstjóra, sum eitur Damien Chazelle. "La La Land" er hansara næsti og
nýggjasti filmur. Eg sá hann stutt síðani í Onglandi og hann kemur til Føroyar í endanum av februar.
Filmurin fer fram í Los Angeles. Søgan er um ein jazztónleikara, Sebastian (Ryan Gosling), og ein sjónleikara, Mia (Emma Stone), sum verða forelskað. Bæði stríðast við at finna teirra dreymaarbeiði og royna at hjálpa hvørjum øðrum.
Tann størsta yvirraskilsin í hesum filminum er stílurin. Hetta
er ein sangfilmur, sum minnir um Hollywood sangfilmar frá 1950’unum – t.d. "Singin’ in the Rain". Damien Chazelle hevur
tikið eina risiko og gjørt ein gamaldags sangfilm, sum fer fram í nútíðini. Úrslitið
er ein fantastiskur, sjarmerandi, øðrvísi og undirhaldandi filmur. "La La Land" hevði frumsýning uttanlanda í fjør, so vissu hann telist millum filmarnir frá
2016, so er hann ein av ársins bestu. Satt at siga fór eg at tára, tí hann var so mikið rørandi.
Mær dámar væl sangfilmar, tá ið teir eru góðir og hesin er sera
væleydnaður. Tað sæst, at hetta er leikstjórin av "Whiplash", tí filmurin er
sera væl upptikin og kliptur. Kameraarbeiðið er ótrúliga vakurt og litríkt. Eitt gott dømi er senan við dansinum, sum sæst á plakatini. Himmalin er vakur og litríkur, og myndatøkan fylgir væl sjónleikararnir. Allir dansirnir hava góða koreografi og filmurin brúkar onkuntíð langar upptøkur, sum gera summar sangir meira fangandi.
Tónleikurin er fantastiskur – bæði sangirnir og bakgrundstónleikurin. Mín yndissangur er "City of Stars", sum stutt síðani vann ein Golden Globe. Tað er ein sera vakur og minniligur sangur, sum verður væl framførdur av Ryan Gosling og Emma Stone. Tey duga bæði væl at syngja og spæla væl saman. Kærleiksforholdið er sannførandi og áhugavert. Tað er ein fangandi og væl skrivað kærleikssøga. Bæði geva sera góðar framførslur og eru dámligir høvuðsleikarar. Eg visti ikki av, at sangarin John Legend dugdi at spæla sjónleik. Hann er sannførandi. Tað er eisini gott at síggja J.K. Simmons í einum hjáleikluti.
Filmurin brúkar eisini flottar effektir. Onkuntíð tá ið Ryan Gosling spælir klaver, sløknar ljósið og ein ljóskastari verður tendraður – eins og á eini konsert. Hetta er óivað ein av teimum flottastu filmunum, sum havi sæð nýliga. Tað er ein filmur, sum skal síggjast í biografinum, tí so kann man uppliva tær vøkru myndirnar og fantastiska tónleikin. Tað er umráðandi at hava góða ljóð- og myndagóðsku.
Hetta er bert næsti spælifilmurin hjá Damien Chazelle og eg vil fegin síggja, hvat hann fer at gera í framtíðini. "La La Land" er eitt meistaraverk, sum endurnýggjar Hollywood sangfilmar frá 1950'unum. Eg rokni við, at leikstjórin er áhugaður í gomlum filmum, tí stílurin er gamaldags og øðrvísi enn aðrir filmar, sum koma út fyri tíðina. Umframt tað góða tøkniliga avrikið, so er søgan eisini sera góð og fangandi. Tað er áhugavert at síggja, hvussu ungir sjónleikarar og tónleikarar stremba eftir eini karrieru í Hollywood. Samstundis er tað ein væl skrivað og sannførandi kærleikssøga við dámligum høvuðsleikarum, sum spæla væl saman.

5 / 5 stjørnur
Leikstjóri: Damien Chazelle
Leikarar: Ryan Gosling, Emma Stone, John Legend, Rosemarie DeWitt, J.K. Simmons
Ár: 2016

No comments:
Post a Comment