Vin Diesel er kendast fyri "Fast & Furious"-filmarnir,
men fyri 10 árum síðan spældi hann eisini í øðrum filmsrøðum: "Riddick" og "xXx" – úttalað "Triple X". Tær røðirnar steðgaðu upp í fleiri ár inntil 2013, tá ið filmurin "Riddick" kom út. Nú er tann triði filmurin í "xXx"-røðini endiliga komin út. Eittarin varð útgivin í 2002 og í 2005 kom tveyarin, sum satt at siga hevði Ice Cube í
høvuðsleiklutinum í staðin fyri Vin Diesel.
Amerikanska stjórnin hevur ein felagsskap við heitinum xXx, sum ger ítróttarfólk til njósnarar. Ein teirra, Xander Cage (Vin Diesel), varð dripin fyri nógvum árum síðani, men tað vísti seg at vera lygn. Hann yvirlivdi og lat onnur halda, at hann var deyður. Nú er hann funnin og verður bjóðaður upp í felagsskapin aftur. Ein skurkur hóttir heimin við, at fáa satelittar at detta niður og drepa fólk.
Hetta er ein trýari, sum er komin út ov seint. Eittarin og tveyarin eru ikki serstakliga minniligir. Seinastu árini eru fleiri eftirfylgjarar til eldri filmar komnir út, sum t.d. "Mad Max: Fury Road" og "Star Wars: The Force Awakens", men teir gjøgnumførdu tað betri. Teir syrgdu fyri, at nýggir hyggjarar kundu læra persónarnir og heimin at kenna. Hesin greiðir lítið frá um felagsskapin og høvuðspersónarnir. Eg hugdi eftir hinum filmunum, tá eg var yngri og eg minnist teir illa. Mær dámdi eittarin, men eg gloymdi hann nøkur ár seinni, og tveyarin var vánaligur. Eg veit ikki, um fleiri hava spurt eftir einum trýara meir enn 10 ár seinni.

"xXx: Return of Xander Cage" siktar eftir, at vera
ein yvirdrivin, óseriøsur og undirhaldandi actionfilmur. Stílurin minnir um "Fast
& Furious" og tað er ein filmsrøð, sum mær dámar væl. Hesin filmurin kundi
tí verið undirhaldandi, men hann er satt at siga eitt sindur vánaligur. Hann
bjóðar nakrar undirhaldandi actionsenur, men alt, sum hendir millum tær, er
gloymandi og vánaligt. Søgan gevur onga meining. Tað byrjar sum ein tunn og
kliché søga um ein skurk, sum hóttir hemin. Seinni royna filmsfólkini at gera hana
djúpri, men tað ger hana ístaðin fløkjasliga og ørkymlandi. Hon er heldur ikki
áhugaverd ella fangandi.
Ein annar trupulleiki er, at persónarnir eru ikki
sera dámligir. "Fast & Furious"-filmarnir hava í minsta lagi fleiri kular
persónar, sum spæla væl saman. Hesin filmurin hevur bert Vin Diesel og nøkur hjálparfólk,
sum eru hvørki dámlig ella minnilig. Samuel L. Jackson er góður, men hevur ein sera lítlan leiklut. Samanspælið millum Vin Diesel og liðið er ikki undirhaldandi, og tað hevur ringa ávirkan á actionsenurnar. Skemtið er kliché og rættiliga barnsligt. Onkuntíð eydnast tað og summar jokes eru stuttligar, men meirilutin miseydnast.
Filmurin roynir at bjóða undirhaldandi action og tað riggar onkuntíð. Hann hevur tvær minniligar og undirhaldandi actionsenur: Klimaksið og tá ið Xander Cage koyrir motorsúkklu. Tað er stuttligt at síggja hann berjast ímóti skurkum við motorsúkkluni. Klimaksið er tann besta senan í filminum. Tað er sera yvirdrivið, ekstremt og órealistiskt, men av tí at filmurin er óseriøsur, so er tað undirhaldandi. Tíverri eru hinar actionsenurnar ikki sera góðar, tí tær eru óruddiligar og illa leikstjórnaðar. Tempoið er ov skjótt, ov nógvar nærmyndir verða brúktar og klippingin er vánalig. Tað er ørkymlandi og torført at fylgja við. "xXx: Return of Xander Cage" hevur undirhaldandi løtur, men er annars ein gloymandi og tunnur actionfilmur. Eg vænti ikki eina djúpa søgu frá slíkum filmum, men i minsta lagi burdu persónarnir verið dámligir.

2 / 5 stjørnur
Leikstjóri: D. J. Caruso
Leikarar: Vin Diesel, Donnie Yen, Deepika Padukone, Kris Wu, Ruby
Rose, Toni Collette, Samuel L. Jackson
No comments:
Post a Comment