Í gjár var eg í Atlantis Bio og luttók í tiltakinum
“Klippfisk á ferð”. Salurin var næstan fullur og eg eri glaður fyri at
síggja, at tiltakið hevur eydnast væl. Hetta er ein góður máti, at stuðla føroysku filmsvinnuni. Eg fari at skriva stutt ummæli av øllum filmunum, sum
vórðu sýndir. Hetta er mín persónliga meining.
Í fjør endaði “Klippfisk á ferð” við, at sýna eitt videolag hjá Heiðrik á Heygum. Tað var ein søga, um eina kvinnu, sum verður forelskað í deyðanum. Tað var eitt rættiliga gott videolag og nú hevur Heiðrik gjørt tað til ein stuttfilm. Tað er ein væl gjørdur filmur, men mær dámdi nógv betri videolagið. Eg helt filmin vera eitt sindur keðiligan, burtursæð frá endanum. Filmurin hevði ein genialan enda á søguni, men inntil tá virkaði tað sum ein óneyðug filmatisering. Søgan er søgd fyrr, so hon hevur ongar yvirraskilsir – uttan í endanum. Inntil endan visti eg alla tíðina, hvat fór at henda og av tí, at tað var nú gjørt til ein stuttfilm, var tempoið nógv seinri. Søgan fangaði meg ikki, men á tí tøkniliga økinum var filmurin sera væl gjørdur. Heiðrik á Heygum er ein sera dugnaligur leikstjóri og tað sæst í filminum. Kameraarbeiðið er fantastiskt og vakurt, framførslurnar eru góðar og búnarnir eru flott gjørdir. Men søgan fangaði meg ikki og riggaði betri sum eitt videolag.
2,5
/ 5 stjørnur
Eg – Nóllywood ‘13
Tveir stuttfilmar frá filmsskúlanum Nóllywood ’13 vórðu sýndir. Teir eru gjørdir av ungum næmingum. Tann fyrri æt “Eg” og hann var hampuligur. Tað var tó onkuntíð torført at vita, um hann royndi at vera stuttligur ella álvarsamur – men tann síðsta senan var væl gjøgnumførd. Kameraarbeiðið var gott og klippingin var hampuliga góð, men einaferð var ein lítil feilur í ljóðblandinum. Tá ið ein ávís sena endaði og skifti til ta næstu, skifti ljóðið ov knappliga. Tað hevði verið betri við einum meira behagiligum yvirgangi, men tað var bara ein lítil feilur. Sum eg segði í áðni, so hava ungir næmingar gjørt filmin og úrslitið er hampuliga gott.

3 / 5 stjørnur
Paint – Nóllywood ‘13
Tann seinni filmurin frá Nóllywood ‘13 æt “Paint” og hann var rættiliga góður. Tað var ein einføld og áhugaverd søga um ein listamálara. Mær dámdi væl, hvussu filmurin vísti, at listafólk kunnu vera sløv og liva í sínum egna heimi. Hann hevði eisini eina góða framførslu frá høvuðsleikaranum, sum spældi listamaðurin. Bæði kameraarbeiðið og klippingin vóru góð, men ljóðblandið var ikki í lagi. Ofta tá ið persónarnir tosaðu, hoyrdi man væl, at ljóðið var redigerað, tí har var nógv óljóð í bakgrundini. Tað eru ungir næmingar, sum hava gjørt filmin, so eg skilji væl, at slíkir tøkniligir trupulleikar kunnu henda. Man lærir av feilum.

3,5 / 5 stjørnur
Ljós – Daniel Jensen
Hesin filmurin er um ein drong, sum býr í Danmark, men fer aftur til Føroyar at vitja, tá ið pápi hansara doyr. Hetta var ein rættiliga góður filmur. Tað var ein góð og áhugaverd søga, sum vísti væl millum annað, hvussu tað er hjá ungum, at vitja sítt heimland aftaná, at hava búð uttanlanda. Mær dámdi væl evnið um, at missa pápa sín brádliga. Tað var væl gjøgnumført. Høvuðsleikarin gav eina góða framførslu, men summir hjáleikarar vóru ikki sera sannførandi. Samanumtikið ein rættiliga góður og væl gjørdur filmur.

Munsch – Jónfinn Stenberg
Hetta var ein rættiliga stuttligur og undirhaldandi skemtifilmur. Eg skal ikki avdúka ov nógv, men søgan er stutt sagt um eini hjún, sum verða troytt av teirra keðiliga gerandisdegi. Úrslitið er ein stuttligur filmur, sum bert roynir at undirhalda. Tað var gott at síggja. Framførslurnar vóru góðar, klippingin var sera góð og kameraarbeiðið var fantastiskt. Tónleikurin var sera góður og hóskaði væl til skemtið.

John – Julia í Kálvalíð
Hetta var tann longsti filmurin, sum varð sýndur – umleið 30 minuttir. Men tíbetur var hann fangandi frá byrjan til enda og gjørdist satt at siga tann, sum mær dámdi best. Søgan er um ein vaksnan mann, John, sum býr enn hjá mammu síni. Eitt kvøldið drepur hann ein hund og tað skapar trupulleikar í hansara gerandisdegi. Hetta er ein sera góður og stuttligur filmur. Hann riggar serliga orsakað av, at hann velir, at vera ein sera dapur skemtifilmur. Tað er ein rættiliga áhugaverd søga um, hvat hevði hent, um onkur drap ein hund. Eg minnist ikki nøvnini hjá leikarunum, men høvuðsleikarin var sera góður og sannførandi. Maðurin, sum spældi abbin, var eisini góður og sera stuttligur. Tveir hjáleikarar vóru ikki altíð sannførandi og ein løta, har onkur langaði nevan í andlitið hjá onkrum, var illa gjøgumførd, men annars ein sera góður filmur. Hann føldist als ikki langdrigin. Eg má eisini rósa fólkunum handan filmin fyri, at tey kláraðu væl, at gera dapurt skemt stuttligt.

4 / 5 stjørnur
Eina – Andrias Høgenni
Hesin filmurin var hampuliga góður, men eitt sindur gloymandi. Hann var óivað sera væl gjørdur. Framførslan hjá høvuðsleikaranum var sera góð og kameraarbeiðið var flott. Søgan var hampulig, men eitt sindur tunn og gloymandi. Andrias Høgenni er óivað ein góður leikstjóri, tí filmurin er væl gjørdur og spældur. Søgan hevði bara brúk fyri eitt sindur meira innihaldi.

Vetrarmorgun – Sakaris Stórá
Sakaris Stórá vann virðisløn í Berlin fyri filmin “Vetrarmorgun”. Hann er ein óoffisiellur eftirfylgjari til “Summarnátt”, sum eg sá á “Klippfisk á ferð” í fjør. Sakaris Stórá er ein sera dugnaligur leikstjóri og eg ynski honum tillukku við góðu undirtøkuni, sum filmurin hevur fingið uttanlanda. Men eg eri keddur av at siga, at mær dámdi hann ikki sjálvur. Mær dámdi væl “Summarnátt”, men hesin filmurin er bara ov tunnur og óinteressantur. Hann er flott upptikin og væl spældur av høvuðsleikarunum, men søgan hevur ov lítið innihald. Eg veit, at filmurin er eitt sindur sum ein eftirfylgjari til “Summarnátt”, men søgan líkist ov nógv. Tað er sikkurt gjørt við vilja, men tað gjørdi søguna forútsiguliga og føldist sum nakað, ið man hevur sæð fyrr. Hon er eisini øgiliga tunn og byggir ikki upp til nakað serligt. Mær dámdi tó væl mátan, ið hon lýsti evnið um samkynd. Tað var væl gjøgnumført. Mær dámdi tó ikki mátan, ið ein av høvuðspersónunum varð argað. Tað føldist ov planlagt og ikki sera sannførandi. Harafturat var ljóðblandið ikki sera gott, tí røddirnar vóru ofta ov spakuligar. Tað var onkuntíð torført at hoyra, hvat persónarnir søgdu. Mær dámdi væl “Summarnátt” og Sakaris Stórá er ein sera góður leikstjóri, men eg varð skuffaður av hansara nýggjasta filmi.

2 / 5 stjørnur
“Klippfisk á ferð” var eitt gott og áhugavert tiltak. Filmarnir vóru væl gjørdir á tøkniliga økinum, men summir høvdu ov tunnar søgur. Men tað er gott at síggja, at vit hava dugnaligir framleiðarar í føroysku filmsvinnuni.
True Love – 2,5 / 5 stjørnur
True Love – 2,5 / 5 stjørnur
Eg – 3 / 5 stjørnur
Paint – 3,5 / 5 stjørnur
Ljós – 3,5 / 5 stjørnur
Munsch – 3,5 / 5 stjørnur
John – 4 / 5 stjørnur
No comments:
Post a Comment