Monday, May 12, 2014

The Amazing Spider-Man 2

Eitt sindur sum “Man of Steel” í fjør, so var “The Amazing Spider-Man” ein filmur, sum fólk høvdu ymiskar meiningar um. Eg var ein av teimum, sum dámdu hann væl. Eftir mínari meining hevur “The Amazing Spider-Man” sínar feilir, men er samanumtikið ein góður superhetjufilmur, serliga orsakað av persónunum. Harafturat eri eg ikki ein fjeppari av teimum gomlu filmunum um Spider-Man. Nú er tvey’arin komin út.

Peter Parker (Andrew Garfield) og Gwen Stacy (Emma Stone) eru framvegis saman og Peter berjist ímóti brotsmonnum sum Spider-Man í frítíðini. Vegna eitt óhapp í felagnum Oscorp, verður ein maður umbroyttur til ein elektriskan skurk, sum eitur Electro (Jamie Foxx). Harumframt hittir Peter aftur ein gamlan vin, Harry Osborn (Dane Dehaan).

Nú tosi eg frá sjónarhorninum hjá einum persóni, sum dámar filmin “The Amazing Spider-Man”. Eftir mínari meining er tvey’arin ikki líka góður sum eittarin, men ein hampuliga góður superhetjufilmur – tó eitt sindur gloymandi. Handritið er hampuligt, men ikki líka gott sum í eittaranum, meðan actionsenurnar eru væl gjøgnumførdar. Framførslurnar eru rættiliga góðar, serliga hjá Dane Dehaan og Jamie Foxx. Mær dámdi sera væl Dane Dehaan sum Harry Osborn. Hann er sera góður og sannførandi. Jamie Foxx gevur eina rættiliga góða framførslu og Electro er ein sera góður skurkur. Hann er flott gjørdur, undirhaldandi og hevur eina góða orsøk til, at vera óndur.

Søgan er eitt sindur óruddilig, men hampulig og hevur nakrar sera góðar senur. Uttan at avdúka nakað, so dámdi mær rættiliga væl søgugongdina um pápan hjá Peter. Hon var rættiliga áhugaverd. Men søgan er, sum sagt, eitt sindur óruddilig, tí hon skiftir fokus nakrar ferðir. Hon skiftir millum t.d. Electro, pápan hjá Peter og Harry Osborn; og tað verður onkuntíð ov nógv. Filmurin klárar tó sum oftast væl, at balansera sínar skurkar. Electro verður onkuntíð koyrdur í bakgrundina, tá ið søgan fokuserar á forholdið millum Peter Parker og Harry Osborn. Tann søgugongdin var góð og áhugaverd, so eg helt, at tað riggaði væl – men eg skilji, um summir hyggjarar heldur vildu síggja fleiri senur við Electro.

Men eg segði, at filmurin balanserar skurkarnir bert sum oftast, tí ein skurkur verður tíverri brúktur ov lítið: Rhino. Hann er flott gjørdur og væl spældur av Paul Giamatti, men hann er sera sjáldan við í filminum. Tað er skuffandi, tí marknaðarføringin av filminum legði ov nógvan dent á hann. Summi verða kanska skuffaði av, at Green Goblin hevur ein lítlan leiklut í filminum, men eg helt, at tað riggaði fínt. Hann er eisini rættiliga flott gjørdur.

Forholdið millum Peter Parker og Gwen Stacy er hampuligt, men tíverri ikki líka fangandi og áhugavert sum í eittaranum. Mær dámdi tað sera væl í fyrra filminum, men hesuferð er tað meira kliché. Tíbetur rigga tey framvegis væl saman. Eg eri eisini eitt sindur skuffaður av, at dramaið ikki er líka fangandi hesuferð. Tað er samanumtikið hampuligt og ikki meira enn tað – eittarin gjøgnumførdi tað betri. Harafturímóti eru actionsenurnar fantastiskar og undirhaldandi. Filmurin riggar væl sum ein undirhaldandi superhetjufilmur. Skemtið er eisini gott og mær dámar væl, hvussu filmurin vísir sansirnar hjá Spider-Man. Harumframt er tónleikurin hjá Hans Zimmer rættiliga góður.

”The Amazing Spider-Man 2” er eitt sindur óruddiligur og gloymandi, men ein góður og undirhaldandi superhetjufilmur. Hann leverar undirhaldandi actionsenur og sera góðar framførslur. Søgan er eitt sindur óruddilig, men gjøgnumførir summi ting væl. Mær dámar eisini væl, at summi ting byggja upp til, at halda fram í einum trýara. Eg vildi ynskt, at dramaið var meira fangandi, men í minsta lagi eru persónarnir dámligir og actionsenurnar undirhaldandi. Tað er eisini kul, at síggja Spider-Man berjast ímóti Electro. Tað syrgir fyri nøkrum kreativum actionsenum. Mær dámar betri eittarin, men tvey’arin er samanumtikið gott undirhald.

3 / 5 stjørnur

Leikstjóri: Marc Webb 
Leikarar: Andrew Garfield, Emma Stone, Jamie Foxx, Dane DeHaan, Campbell Scott, 
Paul Giamatti, Sally Field 
Ár: 2014

1 comment:

  1. Fantastiskar aktionsenur og framúrskarandi tónleikur - serliga tá Electro berjist og vit hoyra hansara tankar. Eisini stuttligt at Spider-Man er so humoristiskur og ger gjøldur burtur úr antagonistunum - akkurát sum í teknifilmunum. "A god named Sparkles?"

    Flottasti Spider-Man filmur higartil. Eittarin hevur kanska munin, men hesin skuffaði ikki.

    ReplyDelete