Eg hevði glett meg til, at síggja nýggja filmin “Godzilla”. Hann
sá fantastiskur og spennandi út. Harafturat var tann gamli amerikanski filmurin
“Godzilla” frá 1998 vánaligur, so tað var eitt gott hugskot, at gera ein nýggjan
film við sama heitinum.
Søgan er rættiliga einføld. Tá ið risastóra ódjórið Godzilla kemur fram, sum lætt oyðileggur alt í nándini, er heimurin í vanda. Eg vónaði, at hesin filmurin fór í hvussu er, at vera góður og
undirhaldandi. Úrslitið er ein flottur og undirhaldandi filmur, sum er samanumtikið
bert hampuligur. Hann var ikki so góður, sum eg hevði vónað, men hann er ikki vánaligur. Hann er undirhaldandi og sera væl leikstjórnaður, men hevur
trupulleikar við handritinum. Allar senurnar við Godzilla eru fantastiskar, men
tær fylla uml. ein triðing av filminum.
Restin fokuserar meira á menniskjuni og hvussu tey uppliva
hesa hendingina. Mær dámar væl hugskotið, at síggja Godzilla frá teirra
sjónarhorni og tað er samanumtikið væl gjøgnumført. Frá teirra sjónarhorni sær Godzilla risastórur og vandamikil út, so tað riggar væl. Søgan er góð, passaliga
einføld og vísir væl, hvussu ein slík hending ávirkar heimin. Tann stóri trupulleikin
við filminum er, at persónarnir eru ikki áhugaverdir. Teir eru óinteressantir
og yvirfladiskt skrivaðir. Tann einasta undantøkan er persónurin, sum Bryan
Cranston spælir. Hann er sera dámligur, men hevur ein lítlan leiklut.
Nú tá eg nevni hann, so gevur Bryan Cranston eina
fantastiska framførslu. Hann gevur seg 100 prosent til leiklutin. Hinar
framførslurnar eru ikki á sama støði, men góðar og sannførandi – uttan ein og
tað vendi eg aftur til. Ken Watanabe gevur eina rættiliga góða framførslu, men
man veit tíverri næstan einki um persónin, sum hann spælir. Eg kundi ikki hava
samkenslu við honum. Elizabeth Olsen hevur ikki nógv at gera, men
gevur eina góða framførslu.
Tíverri er høvuðsleikarin, Aaron Taylor-Johnson, ikki sera
góður. Hansara framførsla er sannførandi, men sera keðilig og óinteressant. Mær
dámar hann væl sum Kick-Ass, men í hesum filminum er hann keðiligur og vísir
ikki nógvan persónleika. Hann riggar ikki sum høvuðsleikari í hesum førinum. Harumframt
hava fleiri herfólk í filminum næstan ongan persónleika. Tey eru bara har fyri
at koma við frágreiðingum. Av tí at filmurin fokuseraði so nógv á persónar, sum ikki áhugaðu meg, so var eg ikki
fullkomiliga fangaður av honum. Mær dámdi hann hampuliga væl, orsakað av
senunum við Godzilla, sum eru sera undirhaldandi.
Gareth Edwards hevur leikstjórnað filmin sera væl. Alt tað
tekniska arbeiðið er sera væl gjøgnumført. Effektirnar eru fantastiskar og
kameraarbeiðið er sera gott. Godzilla er sera flott gjørdur og verður vístur
frá góðum kameravinklum, sum vísa, hvussu stórur hann er. Uttan at avdúka
nakað, so er klimaksið fantastiskt og sera undirhaldandi. Filmurin er verdur at
hyggja eftir, orsakað av tí senuni. Actionsenurnar eru fantastiskar og imponerandi. Eg má tó koma við einum kritikki og tað er, at onkuntíð enda tær ov tíðliga. Filmurin skiftir onkuntíð senu, beint tá ið Godzilla skal gera okkurt spennandi og tað er irriterandi. Men samanumtikið riggar filmurin væl sum undirhald,
so hann er verdur at síggja í biografinum.
“Godzilla” er eitt gott dømi um ein film, sum hevði verið
fantastiskur, um persónarnir vóru góðir. Av tí hann fokuserar nógv á óinteressantar
persónar, so er hann bert hampuligur. Eg eri skuffaður, tí eg hevði væntað, at
hann fór at vera betri enn tað. Men hann er ikki vánaligur. Hann er undirhaldandi
og sera flott gjørdur. Søgan er góð, men verður tíverri søgd frá sjónarhorninum
hjá óinteressantum persónum. Tíbetur eru actionsenurnar fantastiskar og sera
undirhaldandi, so filmurin er verdur at hyggja eftir. Hann var bara ikki so góður,
sum eg hevði vónað.
3 / 5 stjørnur
Leikstjóri: Gareth Edwards
Leikarar: Aaron Taylor-Johnson, Ken Watanabe, Elizabeth
Olsen, Juliette Binoche,
Sally Hawkins, David Strathairn, Bryan Cranston
Ár: 2014
No comments:
Post a Comment