Tom Cruise er afturkomin við einum nýggjum actionfilmi, sum
eitur "Edge of Tomorrow". Søgan er um ein mann (Tom Cruise), sum
verður brádliga hermaður í krígginum ímóti rúmdarverum. Tá hann fer í kríggj,
livir hann tann sama dagin umaftur og umaftur. Hann roynir so at gagnnýta tað.
Mær dámar væl Tom Cruise sum sjónleikara, men av tí at eg var sera skuffaður av "Oblivion" í fjør, var eg
eitt sindur skeptiskur um hendan filmin. Eg var tó áhugaður í treylaranum og
glaður fyri at síggja, at filmurin hevði fingið góð ummæli. Eg eri glaður fyri
at siga, at "Edge of Tomorrow" er ein rættiliga góður og undirhaldandi filmur. Tá
eg sá hann í biografinum, vóru sera fáir áskoðarar til staðar og tað er spell. Eg vóni, at hann fer at fáa fleiri áskoðarar, tí tað hevur hann
uppiborið.
Summi dáma hendan filmin kanska líka væl frá byrjan til enda, men
tað geri eg tíverri ikki. Mær dámar hann rættiliga væl samanumtikið, men… eg helt
sjálvur, at fyrra helvtin av honum var fantastisk, meðan seinna helvtin var bert
okey. Tað eri eg keddur av at siga og eg fari at greiða frá seinni, hví eg helt
tað. Men eg elskaði fyrru helvtina og satt at siga, so vil eg fegin
síggja filmin umaftur. Hann er sera gott undirhald, sum er vert at síggja í
biografinum.
Fyrra helvtin av filminum er fantastisk og tað havi eg ikki
sagt um nógvir filmar higartil í ár. Handlingin um, at Tom Cruise livir sama
dagin umaftur og umaftur, er sera undirhaldandi. Tað er kul at síggja, hvussu
hann lærir av feilum, sum hann ger dagin fyri. Tað er eins og filmurin "Groundhog Day" við Bill Murray. Filmurin er eisini sera stuttligur. Skemtið er
sera gott, væl gjøgnumført og ofta óforútsiguligt. Tann stuttligasti
sjónleikarin í filminum er óivað Bill Paxton. Hann er sera stuttligur og
undirhaldandi.
Actionsenurnar eru sera góðar, flott gjørdar og
undirhaldandi. Krígssenurnar eru fantastiskar og væl gjøgnumførdar. Tann fyrsta
krígssenan riggar serstakliga væl. Vit fylgja Tom Cruise allan vegin og tá ið
senan byrjar, følist tað sum um, at man veruliga verður tveittur í ein stóran bardaga.
Leikstjórin, Doug Liman, hevur gjørt eitt sera gott arbeiði. Framførslurnar eru góðar. Tom Cruise er sera góður og dámligur, Emily Blunt er sera góð og
eg havi longu nevnt Bill Paxton, sum gevur ta mest minniligu framførsluna.
Tann seinna helvtin av filminum er bert okey, eftir mínari
meining – men hon er ikki vánalig. Tað er gott, vissu summi dáma filmin líka
væl allan vegin gjøgnum, tí tað vildi eg fegin. Men hon manglaði okkurt, sum
gjørdi fyrru helvtina so góða. Í seinnu helvtini var tempoið seint, stemningurin meira álvarsamur
og tann geniala handlingin um, at liva sama dagin umaftur, varð koyrd í
bakgrundina – hon var framvegis til staðar, men fekk ikki líka nógv fokus sum
frammanundan. Eg saknaði eisini skemtið, og samanspælið millum Tom Cruise og
herin. Klimaksið var hampuligt og ikki meira enn tað. Eg misti eitt sindur
áhugan í seinnu helvtini, men hon hevði tó nakrar sera góðar senur.
"Edge of Tomorrow" er ein rættiliga góður og undirhaldandi
filmur. Tað er gott, at síggja Tom Cruise aftur í einum góðum poppkornfilmi. Handlingin
er sera undirhaldandi og væl gjøgnumførd, actionsenurnar eru fantastiskar,
persónarnir eru dámligir og søgan er rættiliga góð. Eg elskaði ta fyrru helvtina
av filminum, meðan restin var okey. Handritið burdi havt verið betri balanserað,
so at allur filmurin var líka góður. Men hetta er kortini ein filmur, sum eg vil fegin
síggja umaftur. Tað er óivað ein av teimum frægastu poppkornfilmunum, sum eru
komnir út higartil í ár.
3,5 / 5 stjørnur
Leikstjóri: Doug Liman
Leikarar: Tom Cruise, Emily Blunt, Bill
Paxton, Brendan Gleeson
Ár: 2014
Ár: 2014
No comments:
Post a Comment