Eg havi onkuntíð hugsað um, at vit hava ikki hoyrt um
Keanu Reeves í fleiri ár. Hann er høvuðsleikarin í t.d. “The Matrix” og “Constantine”,
og var fyrr ein av heimsins kendastu sjónleikarum. Aftána ein langan
stegð er hann afturkomin við einum nýggjum actionfilmi, sum eitur “47 Ronin”.
Søgan er um ein mann (Keanu Reeves) sum veksur upp í Japan. Hann verður illa viðfarin, tí hann er hálvur japanari. Tá hann verður vaksin, hjálpir hann nøkrum fyrrverandi samurai’um, sum nú eru “ronin” – tað merkir ein samurai, sum hevur ongan harra. Teir ætla sær, at hevna seg inn á skurkin, sum drap teirra harra.
Hesin filmurin skuldi upprunaliga koma út í
biografinum fyrr í ár, men varð avlýstur í Danmark og Føroyum, aftaná hann
gjørdist ein stór fiasko í USA. Eg dømi ikki filmin eftir tí. Eg haldi bara, at
tað er áhugavert fakta. Hvussu man úrslitið so vera? Eg kann fyrst og
fremst siga, at hesin filmurin kundi havt verið sera góður. Tað er ein samuraifilmur,
sum fer fram í Japan og hevur nógvar japanskar sjónleikarar. Men úrslitið er
tíverri tann keðiligasti actionfilmurin, sum eg havi sæð í ár.
Eg havi ikki sæð nógvir filmar við Keanu Reeves uttan
“The Matrix”, so eg eri ikki ein fjeppari av honum. Hann er ikki so
galin í hesum filminum. Hann er ikki serstakliga góður, men í nógvum senum skal hann spæla, uttan at siga nógv og tað klárar hann fínt. Hann riggar
eisini væl sum actionsjónleikari og hansara framførsla er ein av
teimum frægastu í filminum. Nógvir sjónleikarar geva vánaligar framførslur, sum ikki eru
sannførandi. Skurkarnir eru láturligir og illa leiktir.
Tann størsti trupulleikin við filminum er, at hann er
uml. tveir tímar langur og oyðslar tað mesta av tíðini. Søgan er illa søgd, óruddilig og sera ófokuserað. Tempoið er so mikið seint, at í uml. helvtina av filminum
hendir einki. Søgan sigst at vera um 47 menn, sum fara út á hevna seg, men vit
hitta teir ikki fyrr enn sera seint í filminum. Tað tekur eisini ein heilan
tíma inntil, at Keanu Reeves fer út á eina ferð. Tann fyrsta tíman hendir lítið
og fleiri senur kundu verið kliptar úr. Harafturat er søgan so mikið ófokuserað, at hon onkuntíð knappliga skiftir høvuðspersón – tað er ikki altíð Keanu Reeves.
Søgan er illa samansett og følist onkuntíð sum tilvildarligar
senur, sum ikki hanga saman. Hon greiðir heldur ongantíð frá, hví fólkini hava brúk fyri Keanu Reeves. Harafturat er tað strævið, at allar
samrøðurnar í filminum greiða frá upplýsingum og baksøgum. Tað er ein keðiligur og óinteressantur frásøguháttur. Actionsenurnar eru einki serligt og ikki sera væl upptiknar. Tá
ið persónarnir berjast, skiftir filmurin kameravinklar ov ofta og brúkar óinteressantar nærmyndir. Vinklarnir eru ikki serstakliga vánaligir, men teir fokusera ikki á
nakað ávíst og saman við ta skjótu klippingini, so veit man ikki, hvat man skal
hyggja eftir.
Burtursæð frá actionsenunum, so er kamerarbeiðið í
filminum tó rættiliga gott. Summar senur hava vakurt landskap, búnarnir eru flottir og tónleikurin er hampuliga góður. Men tær flestu effektirnar eru vánaligar og ikki sannførandi.
Eitt gott dømi er ein sena, har Keanu Reeves tosar við ein mann, sum hevur
eitt ljótt teldugjørt høvd. Ein sera vánalig effekt, sum er strævin at hyggja
eftir.
“47 Ronin” hevur eitt áhugavert konsept, men gjøgnumførir
tað so illa sum til ber. Søgan burdi verið einføld, men er ístaðin ófokuserað
og óruddilig – eitt sera vánaligt handrit. Tað tekur ein tíma, inntil Keanu Reeves byrjar ferðina og søgan kemur ov seint í gongd. Persónarnir hava ongar persónleikar og tær flestu framførslurnar eru vánaligar. Actionsenurnar
eru óinteressantar og leikstjórnaðar uttan nakran stíl, skurkarnir eru láturligir, effektirnar eru vánaligar og tempoið er øgiliga seint. Hetta er ein vánaligur, langdrigin, illa skrivaður, illa leiktur
og sera keðiligur actionfilmur – og Keanu Reeves hevur ikki skyldina, tí
hansara framførsla er tolulig.
1 / 5 stjørnur
Leikstjóri: Carl Rinsch
Leikarar: Keanu Reeves, Hiroyuki Sanada, Tadanobu
Asano, Rinko Kikuchi, Ko Shibasaki
Ár: 2013
No comments:
Post a Comment