Wednesday, July 2, 2014

22 Jump Street

Mín yndisskemtifilmur frá 2012 var “21 Jump Street”. Eg var tískil áhugaður í tvey’aranum, men tað er torført, at gera góðar eftirfylgjarar til skemtifilmar.

“22 Jump Street” fer fram beint aftaná hendingarnar í eittaranum. Politistarnir Schmidt (Jonah Hill) og Jenko (Channing Tatum) fáa eina uppgávu, sum er akkurát líka sum tann í eittaranum: Teir fara “undercover” sum ungir næmingar á einum universiteti, fyri at finna út av, hvør skaffar ávís rúsevni, sum verða seld á skúlanum.

Søgan hevur ta somu handlingina sum eittarin og tað er gjørt við vilja. Filmurin ger gjøldur burtur úr, at hetta er ein tvey'ari og tað dámar mær væl. Nevnt verður t.d. at Schmidt og Jenko skulu gera tað sama umaftur. Mær dámdi sera væl eittarin. Tað var ein sera stuttligur og undirhaldandi filmur, sum gjørdi gjøldur burtur úr sær sjálvum og actionfilmskliché’um. Hesin filmurin er ójavnur, men góður og rættiliga stuttligur.

Fyri meg persónliga hevur filmurin ein stóran trupulleika: Tann fyrra helvtin av honum er vánalig. Tíbetur er tann seinna helvtin sera góð og bjargar filminum, men eg má fyrst tosa um fyrru helvtina. Tann fyrsta senan er stuttlig, men síðan er skemtið samanumtikið ikki sera gott. Eg flenti eitt sindur av og á, men tær flestu jokes’nar miseydnaðust, tí tær vóru ov forútsiguligar. Samrøðurnar føldust sum ein røð av forútsiguligum “stand up”-rutinum. Tá ið ein persónur tók okkurt flovisligt evni upp, so var restin av samrøðuni ein røð av bíligum jokes’um um evnið. Tað var sum oftast jokes’nar í samrøðunum, sum ikki riggaðu fyri meg.

Í fyrru helvtini var eg sera skuffaður og sannførdur um, at hetta var ein vánaligur filmur. Mær dámdi væl, at hann gjørdi gjøldur burtur úr sær sjálvum sum ein tvey’ari, men tað var ikki nóg mikið. Men umleið tá ið filmurin var komin í helvt, gjørdist hann brádliga sera góður. Ein ávís sena á eini matstovu fekk meg og áskoðararnir til at flenna hart. Tað var tann besta senan í filminum og síðan gjørdist hann sera stuttligur. Seinna helvtin er sera góð, stuttlig og væl leikstjórnað. Tá gjørdist filmurin ein góður eftirfylgjari til eittarin. 

Framførslurnar eru sera góðar. Jonah Hill er dámligur og stuttligur, og Channing Tatum er sera góður og stuttligari. Teir spæla framvegis væl saman. Ice Cube er tann stuttligasti sjónleikarin í filminum og mær dámar væl, at hann hevur ein størri leiklut hesuferð. Actionsenurnar eru sera undirhaldandi og stuttligar. Filmurin brúkar væl “slow motion”- og “split screen”-effektina. Mær dámdi eisini, at summar dramatiskar senur vóru “cheesy” við vilja. Harumframt er senan í rullitekstunum genial og sera stuttlig.

“22 Jump Street” er ein ójavnur, men góður og stuttligur filmur – tó ikki líka góður sum eittarin. Fyrra helvtin er vánalig og skuffandi, men seinna helvtin bjargar filminum. Jonah Hill og Channing Tatum eru stuttligir og dámligir, og Ice Cube gevur tað stuttligastu framførsluna. Actionsenurnar eru undirhaldandi, stuttligar og væl leikstjórnaðar. Eg var ikki sera áhugaður í søguni, men tað virkar sum um, at endamálið við henni er, at syrgja fyri skemti, so tað er ikki ein stórur trupulleiki.

3,5 / 5 stjørnur

Leikstjórar: Phil Lord og Christopher Miller
Leikarar: Jonah Hill, Channing Tatum, Peter Stormage, Ice Cube, Amber Stevens, 
Wyatt Russell, Nick Offerman
Ár: 2014

No comments:

Post a Comment