Monday, July 14, 2014

Transformers: Age of Extinction

Tann illa umtókti leikstjórin Michael Bay er afturkomin við einum nýggjum “Transformers”-filmi. Hetta er tann fjórði í røðini. Fyri meg persónliga, so var eittarin góður, tvey’arin sera vánaligur og trý’arin hampuligur.

Stjórnin í USA hevur ikki álit á Autobots longur, so tey ætla sær at oyðileggja teir – við robottum, sum tey sjálvi framleiða. Autobots goyma seg fyri at yvirliva. Ein mekanikari og hansara dóttir finna leiðarin, Optimus Prime, og fara síðan út at hjálpa teimum við, at yvirliva og vinna yvir einum óndum robotti, sum er eftir teimum.

Søgan í filminum gevur ikki meining og hon er ongantíð orsøkin fyri, at man hyggur eftir einum “Transformers”-filmi. Eg havi ongantíð lagt nakað í søgurnar. Mær dámdi eittarin sum býtt undirhald við kulum actionsenum. Tað kann væl vera, at fjepparar av “Transformers”-filmunum fara at dáma hendan filmin. Hann er bara meira av tí sama. Men hetta er satt at siga tann vánaligasti filmurin, sum eg havi sæð higartil í ár – og ein tann mest gloymandi.

Hetta er tann longsti filmurin í røðini og tað er tann størsti trupulleikin. Hann er uml. 2 tímar og 45 minuttir langur, og hevur onga orsøk fyri tí. Hann hevur ikki nóg mikið av innihaldi. Tann seinna helvtin av honum er ein røð av endurtakandi actionsenum, sum kundu havt verið klimaksið. Filmurin er øgiliga langdrigin og føldist sum um, at hann ongantíð fór at enda. Effektirnar eru væl gjørdar, men ofta illa designaðar. Robottarnir Autobots eru hvørki dámligir ella áhugaverdir. Ein teirra hevur skegg og eina cigar, sum er gjørd úr jarni, og tað sær býtt út. Eg eri keddur av, at ein av mínum yndissjónleikarum, John Goodman, leggur rødd til hann. Ein annar robottur hevur eina snjalla og irriterandi rødd, sum ikki hóskar til. Summir eru enntá ikki við í hinum filmunum og koma uppí hendan filmin uttan nakra presentatión.

Burtursæð frá røddini hjá Optimus Prime, so eru sjónleikararnir frá hinum filmunum ikki afturkomnir. Tað plagar at vera skuffandi, men í hesum førinum er tað ein fyrimunur. Teir nýggju høvuðsleikararnir eru betri. Mær dámar Mark Wahlberg nógv betri enn Shia LaBeouf. Tíverri leggur man einki í persónarnir, tí teir eru illa skrivaðir. Tríggir sjónleikarar í filminum eru góðir: Mark Wahlberg, Stanley Tucci og Kelsey Grammer. Mark Wahlberg gevur eina góða framførslu og ger høvuðspersónin eitt sindur dámligan. Stanley Tucci ger eitt sera gott arbeiði við einum leikluti, sum er illa skrivaður. Orsakað av hansara góðu framførslu, so er persónurin toluligur. Kelsey Grammer er sera góður og fangandi.

Hinir persónarnir eru ódámligir. Dótturin eru tolulig í byrjanini, men verður seinni irriterandi, tí hon bara grenjar og ger lítið til nyttu. Filmsfólkini hava roynt, at gera hana líka pena sum Megan Fox, men tað er miseydnað. Hon er ikki pen, tí hennara andlit er dekkað við ov nógv “make up”. Sjeikurin hjá henni er irriterandi og óinteressantur. Mær dámdi ikki forholdini millum høvuðspersónarnir. Eg má tó viðganga, at mær dámdi uml. tann fyrsta hálva tíman av filminum hampuliga væl. Tá var filmurin vánaligur, men kortini undirhaldandi og mær dámdi persónin, sum Mark Wahlberg spældi. Men tá ið persónarnir fóru avstað við Optimus Prime, gjørdist filmurin verri og verri.

Mær dámar sera væl actionfilmar og hetta er tann keðiligasti, sum eg havi sæð í langa tíð. Eg keddi meg gjøgnum næstan allan filmin, hóast hann hevur nógv action. Marknaðarføringin lýsti nógv, at robott-dinosaurar vóru við í filminum, men teir eru við í stutta tíð. Eg helt eisini, at ljóðeffektirnar vóru irriterandi og larmutar. Summar ljóðeffektir larmaðu so hart, at eg helt fyri oyrini. Eg sá filmin í 3D og effektin varð misbrúkt. Michael Bay brúkar tað til, at onkuntíð knappliga blaka ein tilvildarligan, lítlan robott í forgrundina og tað er irriterandi. Skemtið er eisini vánaligt og einaferð fekk tann vánaligi dialogurin meg at flenna.

“Transformers: Age of Extinction” er tann vánaligasti filmurin, sum eg havi sæð higartil í ár. Eg var ikki áhugaður og tað var strævið, at hyggja eftir honum í næstan tríggir tímar. Men tey, sum dáma allir hinir “Transformers”-filmarnir, fara kanska at dáma hendan filmin, tí hann bjóðar meira av tí sama. Eg eri sjálvur troyttur av, at síggja tann sama filmin umaftur og umaftur. Actionsenurnar eru keðiligar, endurtakandi og larmutar. Effektirnar eru ofta væl gjørdar, men ljótt designaðar og onkuntíð ikki sannførandi. Mær dámar sera væl actionfilmar, men hetta er tann keðiligasti, sum eg havi sæð í langa tíð. Hetta er óivað ein av teimum vánaligastu “Transformers”-filmunum higartil.

1 / 5 stjørnur

Leikstjóri: Michael Bay
Leikarar: Mark Wahlberg, Stanley Tucci, Kelsey Grammer, Nicola Peltz, Jack Reynor, 
T. J. Miller, Peter Cullen, John Goodman
Ár: 2014


No comments:

Post a Comment