Monday, July 21, 2014

Dawn of the Planet of the Apes

Fyri trimum árum síðan kom ein filmur út, sum æt “Rise of the Planet of the Apes”. Eg var upprunaliga ikki áhugaður í honum, men tá ið eg so sá hann í biografinum, varð eg sera yvirraskaður. Tað var ein sera góður filmur. Hann endaði á ein hátt, sum bygdi upp til ein tvey’ara. Tann filmurin er nú komin út við heitinum “Dawn of the Planet of the Apes”.

Søgan fer fram eftir hendingarnar í eittaranum. Ein álvarslig sjúka hevur dripið flestu menniskjuni í heiminum – tað er óivst, hvussu nógv framvegis eru livandi. Vit fylgja klóku apuni Caeser. Hann er nú leiðari av eini tjóð av apum. Tær hava stovnað eina bygd í frumskóginum. Ein dagin hitta tær nøkur menniskju, sum leita eftir streymveiting til teirra bygd.

Hesin filmurin er ein beinleiðis eftirfylgari til eittarin. Hann byggir víðari út á søguna, so man má helst hava sæð eittarin fyrst. Av tí at mær dámdi væl eittarin, so var eg hesuferð áhugaður frammanundan. Hetta er ein rættiliga góður, áhugaverdur og undirhaldandi filmur. Eg helt hann ikki vera fantastiskan sum heild, men mær dámdi hann væl frá byrjan til enda.

Eftir mínari meining eru tveir teir fyrstu triðingarnir av filminum rættiliga góðir og tann síðsti fantastiskur. Søgan er einføld, áhugaverd og brúkar nógva tíð til, at vísa gerandisdagin hjá apunum. Tað er rættiliga áhugavert. Tað er kul at síggja, hvussu tær arbeiða og liva saman. Apurnar eru teldugjørdar og tað er sera flott gjørt. Tað er sannførandi gjøgnum allan filmin. Eg gloymdi, at tær vóru teldugjørdar, og teirra samanspæl við menniskjuni er eisini sannførandi. Effektirnar eru fantastiskar.

Andy Serkis spælir apan Caeser við tøknini “motion capture” – á sama hátt sum Gollum í “The Lord of the Rings”. Hann gevur enn einaferð eina fantastiska framførslu. Av tí at effektin er so sannførandi, so gloymir man, at ein sjónleikari spælir Caeser. Tískil fara fleiri tíverri ikki at hugsa um hansara framførslu. Jason Clarke er rættiliga góður. Hansara framførsla er einføld og sannførandi. Gary Oldman er sera góður sum vanligt og hinir sjónleikararnir eru eisini góðir.

Áðrenn tann síðsta triðingin av filminum, so hendir ikki nógv. Hetta er ein friðaligur dramafilmur, sum koyrir við seint tempo. Eg var alla tíðina áhugaður og mær dámdi væl drama’ið, men eg helt tað ikki vera fantastiskt ella sera spennandi. Tað merkir ikki, at filmurin er vánaligur. Tað merkir, at hann er góður, men ikki fantastiskur. Hetta er heldur ikki ein filmur, sum eg hugsi nógv um aftaná. Men tann síðsti triðingurin er fantastiskur og spennandi. Tá leverar filmurin sera gott action og nakrar rørandi dramatiskar løtur.

“Dawn of the Planet of the Apes” er ein rættiliga góður, áhugaverdur og undirhaldandi filmur. Hann hevur fingið sera høgan karakter á m.a. heimasíðuni imdb.com, men fyri meg kom hann ikki upp á tað støðið fyrr enn nær við endanum. Mær dámdi hann tó rættiliga væl og eg var alla tíðina áhugaður. Hann er sera væl gjørdur. Effektirnar eru fantastiskar, actionsenurnar eru sera góðar og framførslurnar eru góðar. Onkuntíð er tempoið ov seint og eg haldi, at tveir teir fyrstu triðingarnir kundu havt verið meira spennandi, men hetta er samanumtikið ein góður og nøktandi filmur. Hann er eisini ein góður eftirfylgjari, sum byggir víðari út á søguna.

3,5 / 5 stjørnur

Leikstjóri: Matt Reeves
Leikarar: Andy Serkis, Jason Clarke, Gary Oldman, Keri Russell, Toby Kebbell,
Kodi Smit-McPhee
Ár: 2014

No comments:

Post a Comment