Tann síðsti Marvel superhetjufilmurin í ár er "Thor:
Ragnarok". Hann hongur saman við "Avengers: Infinity War", sum kemur út næsta ár. Thor
(Chris Hemsworth) verður settur í fongsul og
noyðist onkursvegna at sleppa aftur til heimbýin Asgaard, ið er vorðin álopin av
gudinum Hela (Cate Blanchett).
Hetta er tann triði "Thor" filmurin og allir hava ymiskar leikstjórar. Hesuferð er tað Taika Waititi, sum eisini leikstjórnaði "Hunt for the Wilderpeople" – ein sera góður og stuttligur filmur. Hann hóskar væl til røðina og úrslitið er tann besti "Thor" filmurin higartil. Hetta er ein sera undirhaldandi, stuttligur og flottur superhetjufilmur.
Stílurin líkist "Guardians of the Galaxy" og tað hóskar væl til Thor. Í mun til eittarin og tveyarin, so fer
hesin filmurin fram bert úti í rúmdini og tað ger hann meira undirhaldandi. Tónleikurin
er góður og myndatøkan er sera litrík. Actionsenurnar eru flott gjørdar,
undirhaldandi og kreativar. Eg varð beinanvegin imponeraður av fyrsta bardaganum.
Hann brúkar kreativar kameravinklar og fangandi tónleik hjá Led Zeppelin. Hetta er eisini ein sera stuttligur
filmur. Skemtið er sera gott og dialogurin er væl skrivaður. Tey irriterandi
menniskjuni í hinum filmunum eru tikin úr og hesuferð eru øll dámlig.
Framførslurnar
eru sera góðar og fleiri sjónleikarar hava okkurt stuttligt at siga – m.a.
Chris Hemsworth, sum hesuferð sleppur at vera stuttligur. Nýggju leikararnir
hóskar væl til, sum t.d. Karl Urban og Tessa Thompson. Mær dámdi best Jeff Goldblum,
sum er sera stuttligur og minniligur. Cate Blanchett spælir ein góður og sannførandi
skurkur. Mín kritikkur er, at tempoið er eitt sindur ójavnt og spælitíðin burdi verið styttri. Annars er "Thor: Ragnarok" ein sera stuttligur,
undirhaldandi og kreativur superhetjufilmur við fleiri dámligum sjónleikarum.
Effektirnar eru sannførandi og Hulk (Mark Ruffalo) hevur ein sera góðan leiklut.
4 / 5 stjørnur
Leikstjóri: Taika Waititi
Leikstjóri: Taika Waititi
Leikarar: Chris Hemsworth, Tom Hiddleston, Cate Blanchett,
Idris Elba, Jeff Goldblum, Tessa Thompson,
Karl Urban, Mark Ruffalo, Anthony Hopkins
Ár: 2017
No comments:
Post a Comment