Tuesday, September 26, 2017

Kingsman: The Golden Circle

Hetta er eftirfylgjarin til "Kingsman: The Secret Service", sum mær dámar sera væl. Tað var ein tann besti actionfilmurin frá 2015 og eg gleddi meg til tveyarin. Hesuferð noyðast Eggsy (Taron Egerton) og Merlin (Mark Strong) at fara til USA og samstarva við amerikansku deildina, sum nevnist Statesman. Heimurin verður hóttur av einum felagsskapi, sum eitur The Golden Circle. 

Eg eri ein stórur fjeppari av eittaranum og gav honum toppkarakter. "Kingsman: The Golden Circle" hevur ikki fingið góð ummæli, men eg haldi sjálvur, at tað er ein fantastiskur, stuttligur og undirhaldandi actionfilmur. Hann hevur nakrar veikleikar og mær dámar betri eittarin, men tað er framvegis ein nøktandi eftirfylgjari. Báðir filmarnir eru leikstjórnaðir av Matthew Vaughn og mær dámar sera væl mátan, ið hann leikstjórnar action. 

Actionsenurnar eru fantastiskar, kreativar og flott upptiknar. Kameraið flytir seg nógv og zoomar inn, men man sær kortini alla tíðina alt, sum hendir. Tað er væl balanserað við ”slow motion”-effektum og úrslitini eru nakrar av ársins bestu bardagum. Tónleikurin er sera góður og minnir um okkurt frá superhetjufilmum. Filmurin hevur eisini eitt gott handrit. Søgan er óforútsigulig og spennandi. Hon er eisini órealistisk, men tað hóskar til stílin. Hetta er ein óseriøsur actionfilmur, sum minnir um gamlir James Bond filmar. Tað er ikki meiningin, at tað skal vera realistiskt. 

Persónarnir eru sera dámligir og vit læra teir væl at kenna. Sjónleikararnir geva sera góðar framførslur og mær dámdi best Mark Strong, sum er bæði stuttligur og klókur. Mær dámar væl, at summir persónar eru stuttligir, uttan at vera býttir ella ódugnaligir. Julianne Moore spælir ein góður skurkur. Harafturat er skemtið sera stuttligt og minniligt. 

Eg haldi kortini, at eittarin er betri, tí hesin filmurin hevur nakrar veikleikar. Hann er eitt sindur ov langur og følist meira amerikanskur enn eittarin. Tað gjørdi so, at hann misti eitt sindur av sjarmuni. Mær dámdi væl, at eittarin var bretskur og fór fram í Onglandi. Hesuferð fara persónanir til USA og tað er ikki líka undirhaldandi. Tíbetur eru persónarnir framvegis dámligir og filmurin ger gjøldur burtur úr amerikanarum. Teir amerikansku njósnararnir eru stereotýpiskir og tað var stuttligt at síggja munin millum teir og bretar. Samanumtikið er "Kingsman: The Golden Circle" ein fantastiskur og sera undirhaldandi actionfilmur, sum er ein nøktandi tveyari, hóast eittarin er eitt sindur betri. Tað er torført at gera ein góðan eftirfylgjara, og hesin bjóðar framvegis gott skemt og action.

4,5 / 5 stjørnur 

Leikstjóri: Matthew Vaughn 
Leikarar: Colin Firth, Julianne Moore, Taron Egerton, Mark Strong, Halle Berry, Channing Tatum, Jeff Bridges, Pedro Pascal 
Ár: 2017

No comments:

Post a Comment