Christopher Nolan hevur skrivað og
leikstjórnað m.a. "Inception", "Interstellar" og "The Dark Knight". "Dunkirk"
er hansara fyrsti krígsfilmur og er gjørdur eftir eina veruliga hending. Søgan
fer fram undir seinna heimsbardaga. Bretskir og franskir hermenn eru kringsettir
av fíggindum í Dunkirk, so bretska stjórnin roynir at fáa teir heimaftur.
Hóast hetta ikki er tann besti filmurin hjá Christopher Nolan, so er tað ein sera góður og spennandi krígsfilmur. Tann størsti veikleikin er, at persónarnir kundu verið betri skrivaðir. Mær dámdi teir og eg hevði samkenslu við teimum, men høvuðspersónarnir siga lítið og man lærir teir ikki væl at kenna. Tað riggar fínt til at siga søguna, men tað er ein veikleiki, at persónarnir ikki eru sera minniligir.
Tíbetur er søgan sera góð og spennandi. Hon vísir, at hesir hermenninir eru bert vanlig fólk, ið eru fangað í krígnum. Sum hyggjari er tað lætt at seta seg í teirra støðu, tí teir ynskja bert at fara heim. Filmurin megnar at skapa kensluna, at fíggindin er altíð klárur at leypa á, so høvuðspersónarnir kunnu ikki flyta seg. Tað ger hetta til ein sera spennandi og realistiskan krígsfilm. Mær dámar eisini væl, at vit síggja kríggið frá ymiskum sjónarhornum, sum t.d. hermonnum og herflotanum.
Tøkniliga avrikið er sera gott og væleydnað. Ljóðblandið er fantastiskt og mín yndispartur av filminum. Tá ið herflogførini nærkast og flúgva framvið, ljóða tey sera hart, men tað er hóskandi fyri at vísa, at tey eru vandamikil og hóttandi. Man hoyrir eisini m.a. skot og spreingingar í bakgrundini. Tá ið fólk eru stødd undir sjónum, hoyrir man framvegis kríggið, so ljóðblandið ger filmin til eina uppliving. Tónleikurin hjá Hans Zimmer er sera góður og uppbyggir spenning. Myndatøkan er sera góð og mær dámar serliga senurnar, ið fara fram undir sjónum. Tær eru sera væl upptiknar.
"Dunkirk" er ein sera góður krígsfilmur, sum er spennandi frá byrjan til enda. Hann verður ongantíð keðiligur og spælitíðin er minni enn tveir tímar. Hóast persónarnir kundu verið betri, so geva sjónleikararnir sera góðar framførslur. Tom Hardy er sera dámligur og mær dámdi eisini m.a. Kenneth Branagh, Cillian Murphy og Mark Rylance. Ljóðið og tónleikurin megna at skapa umhvørvið í krígnum, so filmurin er verdur at síggja í biografinum. Man skal hava góðir hátalarar, fyri at uppliva hann.

4 / 5 stjørnur
Leikstjóri: Christopher Nolan
Leikarar: Fionn
Whitehead, Tom Glynn-Carney, Jack Lowden, Harry Styles, Aneurin Barnard, James
D’Arcy, Barry Keoghan, Kenneth Branagh, Cillian Murphy, Mark Rylance, Tom Hardy
Ár: 2017
Ár: 2017
No comments:
Post a Comment