Saturday, August 12, 2017

Valerian and the City of a Thousand Planets

Franski filmsframleiðarin Luc Besson hevur leikstjórnað m.a. "The Fifth Element" og "Lucy", og skrivað allir "Taken"-filmarnir. Eg var áhugaður í hansara nýggja filmi, "Valerian and the City of a Thousand Planets", sum sigst at vera dýrasti filmurin, ið er framleiddur í Fraklandi.

Søgan fer fram í 28. øld og menniskju hava búsett seg úti í rúmdini. Tey hava stovnað eitt stórt samfelag saman við ymiskum rúmdarverum. Samfelagið eitur Alpha og er samansett av túsund gongustjørnum. Vit fylgja agentunum Valerian (Dane DeHaan) og Laureline (Cara Delevingne), ið fáa eina missión í Alpha.

Hóast mær dámar væl heimin, effektirnar og tøkniliga avrikið, so er hesin filmurin eitt vónbrot. Luc Besson hevur bæði skrivað og leikstjórnað filmin, men hansara handrit er vánaligt. Søgan er løgin og fløkjaslig, skemtið er óhóskandi og høvuðspersónurin, Valerian, er sera ódámligur. Hann er býttur, sjálvglaður, irriterandi og ófólkaligur. Hann fer illa við sínir arbeiðsfelagar, serliga Laureline, og mær dámdi ikki at fylgja honum. Laureline er ikki sera áhugaverd og leikluturin hjá Rihanna er óneyðugur. Tá ið hon kemur uppí filmin, steðgar søgan upp. Fyrst kemur ein meiningsleys og langdrigin sena, har ið hon bert dansar, og síðan fer søgan at handla um okkurt annað. Filmurin er ov langur sum heild, so tað hevði verið ein fyrimunir, um hennara leiklutur varð tikin úr.

Teir bestu leikararnir, Clive Owen og Ethan Hawke, hava bert lítlar leiklutir. Tíverri eru høvuðsleikararnir, Dane DeHaan og Cara Delevingne, ikki góðir. Mær dámdi Dane DeHaan í bæði "Chronicle" og "The Amazing Spider-Man 2", men í hesum førinum er hansara framførsla óinteressant og ósjarmerandi. Tað er serliga orsakað av, at handritið hevur givið honum ein ódámligan leiklut. Cara Delevingne gevur eina vánaliga framførslu. Hon vísir ongar kenslur, tá ið hon skal geva eina dramatiska framførslu. Mær dámdi heldur ikki teirra samanspæl. Tey skeldast ofta og Valerian blívur við at spyrja, um hon vil giftast við honum, hóast tey ikki eru eitt par. Tað er irriterandi og endurtakandi.

Hinvegin er tøkniliga avrikið sera gott. Effektirnar eru fantastiskar og kreativar, og mær dámar sera væl heimin. Gongustjørnurnar hava ymiskar mentanir og rúmdarverurnar eru flott gjørdar – satt at siga eru teirra persónleikar meira áhugaverdar enn menniskjuni. Filmurin hevur eisini eina góða byrjan. Vit læra um, hvussu Alpha varð stovnað og tað er ein áhugaverd søga. Vit granska og uppliva hendan fantastiska heimin. Tíverri verður restin plágað av ódámligum persónum og eina ørkymlandi søgu. 

Ein tann størsti trupulleikin er spælitíðin, sum er meira enn tveir tímar. Filmurin er sera langdrigin og føldist sum um, at hann ongantíð fór at enda. Eftir at hava brúkt hálvannan tíma saman við einum irriterandi høvuðspersóni, umhugsaði eg at fara út úr biografinum. Eg var ótolin og ynskti, at filmurin skjótt skuldi enda. "Valerian and the City of a Thousand Planets" er sera flott gjørdur og onkuntíð undirhaldandi, men so mikið langdrigin, at hann er strævin at hyggja eftir.

1,5 / 5 stjørnur

Leikstjóri: Luc Besson
Leikarar: Dane DeHaan, Cara Delevingne, Clive Owen, Rihanna, Ethan Hawke 
Ár: 2017


No comments:

Post a Comment