Komandi vikuskifti verður árliga Oscar-handanin og nýggi filmurin, "Green Book", hevur fingið fleiri tilnevningar. Søgan fer fram í 1960’unum. Ein italienskur-amerikanskur útblakari, Tony Vallelonga (Viggo Mortensen), verður ansettur sum bilførari hjá einum myrkum tónleikara, Dr. Don Shirley (Mahershala Ali), á eini konsertferð gjøgnum rasistisku suður-statirnir.
Hesin filmurin er tilnevndur fyri m.a. besta film, handrit og sjónleikara. Eftir mínari meining er tað væl uppiborið. "Green Book" er ein fantastiskur, sjarmerandi, stuttligur og undirhaldandi filmur. Tað er ein góð og rørandi søga um bæði eitt vinarlag og órættvísi í samfelagnum. Samstundis sum filmurin viðger rasismu í 1960'unum, so síggja vit alt frá sjónarhornunum hjá tveimum sera dámligum persónum. Tony Vallelonga er ein tann kulasti og mest minniligi persónurin, sum eg havi sæð í ár. Hann er stuttligur og skilagóður, hóast hann ikki er sera fólkaligur. Mær dámar væl, at hann sigur sína meining og finnur seg ikki í øllum. Viggo Mortensen gevur eina fantastiska og undirhaldandi framførslu, sum er mín yndispartur av filminum.
Mahershala Ali er eisini sera góður og báðir spæla væl saman. Samrøðurnar millum teirra eru væl skrivaðar og tað er fangandi at síggja teir læra frá hvørjum øðrum. Filmurin fokuserar á teirra ferð gjøgnum USA, so tað er ein stórur fyrimunur, at samanspælið er væleydnað. Filmurin er eisini skemtiligur og persónarnir siga ofta okkurt stuttligt. Leikstjórin, Peter Farrelly, er vanur við at gera óseriøsar skemtifilmar, men "Green Book" er øðrvísi og meira álvarsamur enn restin. Satt at siga eri eg imponeraður.
"Green Book" er ein tann besti filmurin, sum eg havi sæð nýliga. Hann hevur eina góða søgu, fantastiskar framførslur og nóg mikið av góðum skemti til at vera undirhaldandi fyri øll. Hann viðger eisini væl rasismu í USA, sum er eitt viðkvæmt evni. Mín kritikkur er, at partar av søguni er forútsiguligt og summar dramatiskar løtur eydnast ikki fullkomiliga. Men hann hevur tó eisini góðar dramatiskar senur og eg varð onkuntíð rørdur. Høvuðsleikararnir gera filmin undirhaldandi og handritið hevur serstakliga góðan dialog. Harafturat varð eg ámintur, at Viggo Mortensen er ein sera dugnaligur og sjarmerandi sjónleikari.
4,5 / 5 stjørnur
Leikstjóri: Peter Farrelly
Handrit: Nick Vallelonga, Brian Hayes Currie, Peter Farrelly
Leikarar: Viggo Mortensen, Mahershala Ali, Linda Cardellini
No comments:
Post a Comment