Sunday, December 16, 2018

Aquaman

Eg varð skuffaður av "Justice League" í fjør, men mín yndispartur var Aquaman. Hann var sera kulur, undirhaldandi og minniligur – serliga orsakað av framførsluni hjá Jason Momoa. Eg vildi fegin síggja ein heilan film um hann og nú hava DC Films givið okkum tað. "Aquaman" sigur okkum upprunasøguna um Arthur Curry (Jason Momoa), ið er hálvt menniskja og hálvur "Atlantean" (úr Atlantis). Hann er uppvaksin á landi saman við pápanum. Ein dagin biður Mera (Amber Heard) hann koma til Atlantis og gerast kongur, tí hansara hálvbeiggi Orm (Patrick Wilson) hevur óndar ætlanir sum leiðari.

Aquaman er ein superhetja, sum klárar bæði at anda og tosa undir sjónum, og samskifta við fiskar. Í byrjanini síggja vit, at hann dugdi longu at tosa við fiskar, tá ið hann var barn. Tíverri brúkar hann sjáldan hesar kreftirnar í restini av filminum. Hetta kundi verið ein fantastiskur, undirhaldandi og serstakur poppkornfilmur, men úrslitið er óruddiligt. Um eg skal lýsa "Aquaman" við einum orði, so er tað "yvir-ambitiøst". Eg varð skuffaður, tí hann minti meg um "Valerian" frá í fjør: Fantastiskur og flottur heimur, sum eg fegin vildi uppliva, men tann óruddiliga og langdrigna søgan oyðilegði alt. Eg gjørdist beinavegin stúrin í byrjanini, tá ið ein kærleikssøga, sum átti at vera rørandi og týdningarmikil, var "cheesy" og illa gjøgnumførd. Allir filmurin er "cheesy", tí næstan øll tosa við yvir-dramatiskum dialogi í einum løgnum heimi, sum hevur láturlig nøvn. Tað hevði riggað betri, um handritið var meira óseriøst og skemtiligt á sama hátt sum "Guardians of the Galaxy", tí so hevði man góðtikið heimin. 

Hinvegin bjóðar hesin superhetjufilmurin okkurt serstakt: Ein heimur undir sjónum. Persónarnir svimja og tosa, og vit síggja býin Atlantis. Tískil er filmurin fullur av teldugjørdum effektum og fyrstu tveir tímarnir eydnast sum oftast væl. Onkuntíð vóru summar effektir ikki sannførandi, men mær dámdi samanumtikið væl at uppliva umhvørvið. Tað er stuttligt at síggja superhetjur berjast undir sjónum og Atlantis er ein sera flottur býur. Harafturat er Aquaman framvegis ein sera kulur og dámligur høvuðspersónur. Jason Momoa er sera góður og undirhaldandi. Allir sjónleikararnir eru góðir, uttan tíverri Nicole Kidman. Hon plagar at vera góð, men hesuferð yvirspælir hon og brúkar løgin andlitsbrá.

Tann størsti trupulleikin er handritið. Søgan er yvir-ambitiøs og meira innviklað enn neyðugt. Størstiparturin hevur persónar, sum roksa og greiða frá upplýsingum um baksøgur, samfeløg, familjur og annað. Tað er so mikið nógv, at filmurin følist sum ein heil sesong av eini sjónvarpsrøð, sum er kroyst niður í tveir og ein hálvan tíma. Harumframt ferðast persónarnir til ov nógv støð, sum eru óviðkomandi, og tískil fáa vit ofta undirtekstir, ið siga "somewhere in the Atlantic Ocean", "somewhere in the Indian Ocean" og líknandi  tað er láturligt.

"Aquaman" er ein skuffandi, "cheesy", langdrigin og óruddiligur superhetjufilmur, sum hevur bæði góðar og ringar partar. Mær dámar væl Atlantis, baksøguna hjá Aquaman, summar bardagar, Jason Momoa, myndatøkuna og ódjórini. Tær flestu teldugjørdu effektirnar eru flottar, men tá vit koma til klimaksið, verður tað ov nógv av tí góða. Endin er eitt stórt órudd við fleiri túsund effektir í forgrundini og bakgrundini. Tað er ørkymlandi og troyttandi at hyggja eftir. Bæði stemningurin og tónleikurin eru skiftandi. Onkuntíð er tónleikurin dramatiskur, onkuntíð techno og onkuntíð óhóskandi sangir. Hesin filmurin burdi havt sagt eina einfalda søgu um Aquaman, men DC Films vóru ov ambitiøsir og stappaðu ov nógvar upplýsingar í handritið. Eg vóni, at teirra næsti filmur "Shazam!" verður betri, tí mær dámar væl lýsingarnar og høvuðsleikaran, Zachary Levi.

2 / 5 stjørnur

Leikstjórar: James Wan
Leikarar: Jason Momoa, Amber Heard, Willem Dafoe, Patrick Wilson, Dolph Lundgren, Yahya Abdul-Mateen II, Nicole Kidman
Ár: 2018

No comments:

Post a Comment