
Hesin teknifilmurin er øðrvísi enn aðrir filmar um Spider-Man. Hann byrjar við, at Peter Parker greiðir skjótt frá upprunasøguni og nevnir, at øll kenna hana longu. Hesin filmurin er skemtiligur og ger gjøldur burtur úr superhetjum. Filmsfólkini vita av, at vit hava sæð fleiri filmar innanfyri sjangruni. Hetta er ein sera flottur, stuttligur og undirhaldandi teknifilmur, sum bjóðar nógv nýtt um superhetjuna. Hann er gjørdur til at líkjast eini teknirøð. Animatiónin er sera flott, litrík og serstøk – líkist ongum øðrum teknifilmi. Í byrjanini mátti eg venja meg við tað. Onkuntíð hendir so nógv, at tað er eitt sindur ørkymlandi, men samanumtikið er tað væleydnað.
Animatiónin hóskar eisini væl til søguna, sum er rættiliga original. Dimensiónirnar verða nýttar til at vísa ymiskar útgávur av Spider-Man og tær hava enntá ymiskar teknistílir. Tað er sera stuttligt at síggja tær møtast og mær dámar serliga m.a. Spider-Noir, sum kemur frá einum gomlum "film noir" heimi. Samstundis er hetta er ein góð søga um Miles Morales og hvussu hann lærir frá Peter Parker. Eg varð ovfarin av, at søgan var óforútsigulig og spennandi – ofta hendir okkurt óvæntað. Harafturat eru røddirnar góðar og hóskandi.
"Spider-Man: Into the Spider-Verse" er ein sera stuttligur, undirhaldandi, flottur og kreativur teknifilmur. Hann megnar at vera øðrvísi enn restin og ger ymiskt óvæntað. Animatiónin er fantastisk, serstøk og líkist eini teknirøð. Peter Parker er ein hjápersónur, meðan høvuðspersónurin er Miles Morales, ið hevur eina øðrvisi søgu. Tað er væleydnað og allir persónarnir eru minniligir. Hetta er stutt sagt ein kreativ filmatisering av teknirøðum, sum megnar at bjóða okkurt nýtt um Spider-Man. Eg viðmæli eisini at hyggja eftir senuni, sum kemur aftaná rullitekstirnir.
4 / 5 stjørnur
Leikstjórar: Bob Persichetti, Peter Ramsey, Rodney Rothman
Leikarar: Shameik Moore, Jake Johnson, Hailee Steinfeld, Mahershala Ali, Brian Tyree Henry, Lily Tomlin, Luna Lauren Velez, John Mulaney, Kimiko Glenn Nicolas Cage, Liev Schreiber
No comments:
Post a Comment