Friday, November 16, 2018

Fantastic Beasts: The Crimes of Grindelwald

Eg havi ikki ummælt eittarin, "Fantastic Beasts and Where to Find Them", men mær dámdi hann hampuliga væl. Tað var ein flottur, undirhaldandi og sera sjarmerandi filmur við dámligum persónum og kreativum ódjórum. Søgan var hampuliga góð, men hon hevði nakrar hjápersónar og upprunasøgur í bakgrundini, sum ikki fangaðu mín áhuga. Eg eri ikki ein stórur fjeppari av Harry Potter, men "Fantastic Beasts" var ein fittur og undirhaldandi filmur.

"Fantastic Beasts: The Crimes of Grindelwald" er næsti filmurin í røðini. Brotsmaðurin Gellert Grindelwald (Johnny Depp) er flýddur úr fongslinum, og Newt Scamander (Eddie Redmayne) og Jacob Kowalski (Dan Fogler) noyðast at leita eftir honum. Hóast filmurin hevur góðir partar og somu sjarmuna sum eittarin, so er hann tíverri frustrerandi, skuffandi og illa kliptur. Mær dámar framvegis effektirnar, heimin og flestu persónarnir, men eg eri skuffaður av søguni. Hon er ófokuserað, ósamanhangandi og keðilig. Newt og Jacob hava lítið at gera og koma ofta ongan veg, tí filmurin hevur ov nógvir persónar. Í staðin fyri at fokusera á leitanini eftir Grindelwald, so roynir handritið at siga søguna frá fleiri ymiskum sjónarhornum – og tað riggar ikki. Vit skifta millum t.d. Newt og Jacob, Grindelwald, Credence, Queenie og nýggir persónar. Ofta tá ein sena byrjar at gerast spennandi, so endar hon brádliga og skiftir til ein annan persón. Tað hongur illa saman og søgan kemur ikki í gongd.

Eg má viðganga, at mær dámdi ikki Queenie (Alison Sudol) og hennara forhold við Jacob í eittaranum. Tað var ein óinteressant søga og mær dámdi ikki framførsluna hjá Alison Sudol. Hesuferð hevur hon sína egnu søgu um, at hon gongur einsamøll runt í býnum. Tað er óviðkomandi og burdi verið klipt úr, so at Newt og Jacob fingu meira at gera. Eg haldi heldur ikki, at Credence er sera áhugaverdur, men hansara søga fær onkuntíð ikki nóg mikið av tíð. Hinvegin eru senurnar við Grindelwald týdningarmiklar og spennandi. Hann er ein sera góður og hóttandi skurkur. Tíverri verður hann ofta koyrdur í bakgrundina, orsakað av Queenie og Credence. Klippingin er vánalig og handritið klárar ikki at balansera persónarnir. Harumframt er endin eitt skuffandi anti-klimaks.

Hinvegin dámar mær væl effektirnar, skemtið og bardagarnir. Onkuntíð er skemtið ov barnsligt, men eg flenti kortini ofta. Ódjórini hjá Newt eru sera fitt og pent gjørd. Tær flestu framførslurnar eru sera góðar. Johnny Depp er fantastiskur og undirhaldandi sum Grindelwald. Mær dámar væl Jude Law sum ein ungur Albus Dumbledore. Dan Fogler er framvegis stuttligur og dámligur. Allir sjónleikararnir eru góðir, uttan Alison Sudol. Eg eri ikki sannførdur um, at hon er ein dugnaligur sjónleikari. "Fantastic Beasts: The Crimes of Grindelwald" er ein flott gjørdur, stuttligur og sjarmerandi, men tó frustrerandi filmur. Klippingin er vánalig og handritið er ófokuserað – ov nógvir persónar og fleiri søgur í bakgrundini. Mær dámar væl summir partar av søguni, sum eg ikki kann avdúka, men tað er ikki nóg mikið. Eg hevði kanska givið eittaranum "3,5 / 5", men tveyarin er óruddiligur og keðiligur  vónandi verður trýarin betri.

2 / 5 stjørnur

Leikstjóri: David Yates
Leikarar: Eddie Redmayne, Katherine Waterston, Dan Fogler, Alison Sudol, Ezra Miller, Zoë Kravitz, Callum Turner, Carmen Ejogo, Jude Law, Johnny Depp
Ár: 2018

No comments:

Post a Comment