Queen er ein tann best umtókti rockbólkurin í heiminum og teirra sangir verða ongantíð gloymdir. Eg eri sjálvur ein fjeppari og í fleiri ár havi eg hoyrt tíðindi um, at ætlanin var at gera ein film. "Bohemian Rhapsody" sigur søguna um bæði tónleikabólkin og persónliga lívið hjá forsangaranum, Freddie Mercury.
Hesin filmurin er rættiliga góður, undirhaldandi og áhugaverdur. Eg kenni ikki sjónleikaran Rami Malek, sum spælir Freddie Mercury – eg havi ikki sæð sjónvarpsrøðina "Mr. Robot". Hetta er ein sera avbjóðandi leiklutur og eg eri imponeraður. Rami Malek gevur eina fantastiska og sannførandi framførslu. Eg gloymdi, at tað var ein sjónleikari og eg sá bara Freddie Mercury fyri mær. Hinir sjónleikararnir eru eisini góðir. Mær dámdi væl Gwilym Lee, Ben Hardy og Joseph Mazello sum hinir limirnir í Queen. Teir spæla væl saman og tað virkar sum tann veruligi tónleikabólkurin.
Filmurin hevur nakrar trupulleikar í fyrru helvtini. Í byrjanini dámdi mær ikki Freddie Mercury, orsakað av hansara ego. Hann er ein fantastiskur sangari, men eisini sjálvglaður og tosar niðurgerandi til onnur. Men hann broytist og verður meira dámligur. Samstundis verður søgan betri. Hon byrjar sum ein týpisk søga um "show business", men verður síðan meira óforútsigulig og fangandi. Mær dámdi væl m.a. at síggja, hvussu kendastu sangirnir hjá Queen vórðu skrivaðir. Konsertirnar eru sera væl framleiddar og fangandi. Eg sat ofta og trampaði í takt.
"Bohemian Rhapsody" byrjar hampuligt og verður síðan betri. Í byrjanini virkar Freddie Mercury strævin at samstarva við, men hann mennist og vit læra hann væl at kenna. Tónleikurin er fantastiskur og skal upplivast í biografinum. Søgan er áhugaverd og fangandi, hóast hon byrjar eitt sindur ójavnt. Uttan at avdúka nakað, so hevur filmurin eitt fantastiskt, rørandi og væleydnað klimaks, sum er vert at bíða eftir. Harumframt gevur Rami Malek ein av ársins bestu framførslum.

4 / 5 stjørnur
Leikstjóri: Bryan Singer
Leikstjóri: Bryan Singer
Leikarar: Rami Malek, Lucy Boynton, Gwilym Lee, Ben Hardy, Joseph Mazzello, Aidan Gillen, Tom Hollander, Mike Myers
No comments:
Post a Comment