Eg eri givin við at ummæla filmar regluliga. Tað liggur illa fyri, men eg vil fegin tosa um nýggja filmin "The Man Who Killed Don Quixote", sum eg sá á filmfestivalinum CPH PIX í Keypmannahavn. Terry Gilliam er serstaki leikstjórin handan m.a. "Fear and Loathing in Las Vegas", "Brazil" og "Time Bandits". Sjálvur kenni eg hann best sum sjónleikara í Monty Python – og hann leikstjórnaði ein av mínum yndisskemtifilmum saman við Terry Jones, "Monty Python and the Holy Grail".
Hansara nýggi filmur, "The Man Who Killed Don Quixote", er ein sera stór verkætlan. Terry Gilliam hevur roynt at framleiða hendan filmin í meir enn 20 ár. Eftir eina miseydnaða roynd í ár 2000 við Johnny Depp og Jean Rochefort sum høvuðsleikarar, var tað óvist, um verkætlanin nakrantíð fór at gerast veruleiki – orsakað av m.a. væntandi fígging. Men í ár hevði filmurin endiliga frumsýning og eg var forvitin eftir at síggja úrslitið. Søgan er um ein sjálvglaðan leikstjóra, Toby (Adam Driver), sum ger lýsingar og stríðist við síni nýggju verkætlan í Spania. Alt broytist tá ið hann hittir gamla mannin Javier (Jonathan Pryce), sum er í ørviti og heldur seg vera riddarin Don Quixote. Hann heldur Toby vera sín trúfasti hjálpari, Sancho.
Terry Gilliam ger óvanligir filmar og hetta er einki undantak. "The Man Who Killed Don Quixote" er ein løgin filmur, og tað er bæði gott og ringt. Eg eri eitt sindur skuffaður, tí partar av honum eru undirhaldandi, meðan aðrir eru ørkymlandi og óruddiligir. Tað er serliga orsakað av handritinum hjá Gilliam og Tony Grisoni. Søgan er ambitiøs og original, men tað eydnast ikki altíð og verður óruddiligt. Mær dámdi væl fyrru helvtina. Tað byrjar sum ein undirhaldandi og áhugaverdur "road movie" við kreativum effektum, góðum skemti og dámligum sjónleikarum. Adam Driver er góður og ger ein ófólkaligan høvuðspersón dámligan, men hæddarpunktið er framførslan hjá Jonathan Pryce. Hann er fantastiskur og stuttligur sum Don Quixote. Eg vildi ynskt, at hann hevði ein størri leiklut, tí onkuntíð verður hann koyrdur í bakgrundina fyri at fokusera á Toby og onnur.
Tað førir til ein av mínum størstu trupulleikum við filminum: Ov nógvir persónar. Í byrjanini handlar tað um Toby og Don Quixote, men so verða fleiri persónar koyrdi uppí við teirra egnu søgum í bakgrundini – m.a. eitt kærleiksforhold, sum ikki er áhugavert, tí tað byrjar ov seint í filminum. Toby hittir fleiri fólk og fer til ymisk støð, og tað ger søguna ósamanhangandi og óruddiliga. Eg síggi væl, at Terry Gilliam hevur roynt at skriva eina originala og óforútsiguliga søgu, men mær dámdi ikki úrslitið. Tað var áhugavert í byrjanini, men gjørdist síðan ov óruddiligt. Mær dámdi ikki klimaksið, tí tað var sera ørkymlandi og hekk illa saman við restina av søguni, og endin er skuffandi.
"The Man Who Killed Don Quixote" er ein løgin og originalur filmur, sum ikki eydnaðist heilt. Summi fara kanska at dáma hann sera væl. Tað vildi eg fegin, men eg misti áhugan, tá ið søgan royndi at vera meira innviklað enn neyðugt. Hon spælir við fantasi og veruleika, men fyri meg eydnaðist tað bara í fyrru helvtini. Hinvegin dámdi mær væl skemtið, framførslurnar, effektirnar og høvuðspersónarnir. Mær dámdi serstakliga væl forholdið millum Toby og Don Quixote. Tað var tann mest fangandi søgan, men onkuntíð eru teir ikki saman og tá misti eg tráðin, tí hjápersónarnir tóku fokusið burtur. Úrslitið er eitt ófokuserað, men kreativt og áhugavert órudd. Hóast eg eri skuffaður, so angri eg ikki, at eg hugdi eftir filminum einaferð. Eg skilji væl, vissu meiningarnar hjá øðrum eru ymiskar.
2,5 / 5 stjørnur
Leikstjóri: Terry Gilliam
Leikarar: Adam Driver, Jonathan Pryce, Stellan Skargaard, Olga Kurylenko, Joana Ribeiro
Ár: 2018
No comments:
Post a Comment