Sunday, January 28, 2018

Early Man

Eg eri ein fjeppari av bretska teknifilmsfelagnum Aardman, sum hava framleitt m.a. "Wallace and Gromit", "Flushed Away" og "Arthur Christmas". Teirra filmar plaga at vera kreativir, sjamerandi og stuttligir. Nýggi bretski filmurin "Early Man" er leikstjórnaður av Nick Park, sum eisini hevur gjørt "Wallace and Gromit".

Søgan fer fram í steinøldini. Nakrir holubúgvar missa teirra heim, tá ið rík fólk úr bronsuøldini hertaka teirra skóg. Holubúgvin Dug (Eddie Redmayne) og villsvínið Hognob (Nick Park) mugu hjálpa teirra stammu at vinna yvir fíggindunum, sum vísa seg at vera fótbóltsspælarar.

Hetta er ein sera góður og stuttligur filmur, sum minnir meg á, hví mær dámar Aardman. Tey finna uppá kreativar søgur, sum royna okkurt nýtt við eini sjangru, ið vit hava sæð fyrr. Í "Arthur Christmas" var hugskotið, at jólamaðurin brúkar eitt rúmdarfar og modernað tøkni. Hesuferð seta Aardman spurningin: Hvat nú vissu fólk spældu fótbólt í steinøldini? Tað er ein sera stuttlig og undirhaldandi søga, hóast hon er eitt sindur forútsigulig. Tað er stuttligt at síggja holubúgvar spæla fótbólt. Skemtið er sera stuttligt og undirhaldandi.

Animatiónin er sera flott. Heimurin er flott gjørdur og sær øðrvísi út enn flestu teknifilmar, tí hetta er "stop motion", ið er gjørt við hond. Mær dámar eisini væl tónleikin. Persónarnir eru dámligir og flestu røddirnar eru góðar. Eddie Redmayne er góður og man kennir hann ikki aftur. Tom Hiddleston er sera góður sum skurkurin. Eg ivist bara í, um røddin hjá Maisie Williams hóskaði til leiklutin Goona. Størsti veikleikin er, at leikluturin er eitt sindur tunt skrivaður og ikki nóg mikið áhugaverdur. Hinvegin er Hognob tann stuttligasti og mest minniligi parturin av filminum. "Early Man" er samanumtikið ein sera stuttligur teknifilmur við eina kreativa og undirhaldandi søgu. Hann følist serstakliga evropeiskur, av tí at hann handlar um fótbólt.

4 / 5 stjørnur 

Leikstjóri:
 Nick Park 

Leikarar: Eddie Redmayne, Tom Hiddleston, Maisie Williams, Timothy Spall, Richard Ayoade, Selina Griffiths, Johnny Vegas, Mark Williams, Rob Brydon, Nick Park 
Ár: 2018


No comments:

Post a Comment