Saturday, December 16, 2017

Star Wars: The Last Jedi

Filmsrøðin um "Star Wars" heldur fram við "The Last Jedi". Rey (Daisy Ridley) hevur funnið Luke Skywalker (Mark Hamill) og samstundis royna uppreistrarfólkini at flýggja frá skurkunum, The First Order.

Mær dámdi væl "The Force Awakens" og hetta er ein beinleiðis eftirfylgjari. Eg vildi fegin síggja næsta part, men eg var eisini eitt sindur skeptiskur, tí mær dámdi ikki "Rogue One". Tíbetur er "The Last Jedi" eitt stórt framstig. Eftir mínari meining er hetta tann besti "Star Wars" filmurin í fleiri ár  betri enn "The Force Awakens".

Hesin filmurin er skrivaður og leikstjórnaður av Rian Johnson, sum er kendur fyri filmin "Looper". Hetta er hansara fyrsti "Star Wars" filmur og eg eri væl nøgdur við úrslitið. Søgan er góð og spennandi  eg fari ikki at avdúka nógv. Rey skal læra seg at brúka The Force og tað er sera áhugavert. Tempoið er onkuntíð eitt sindur seint, men tað er hóskandi og gevur tíð at læra um The Force. Stríðið millum tað góða og tað ónda er framvegis spennandi og undirhaldandi. 

Mær dámar serstakliga væl, at persónarnir eru væl skrivaðir. Øll hava ein viðkomandi leiklut og motivatión. Eitt dømi er Poe (Oscar Isaac), sum er ósamdur við leiðsluna, men sum hyggjari skilir man væl báðar síðurnar. Framførslurnar eru sera góðar og Mark Hamill hevur ein stóran leiklut. Hann er sera sannførandi og søgan um Luke Skywalker er góð. Carrie Fisher hevur eisini ein stóran leiklut og gevur eina sera góða framførslu. Daisy Ridley og John Boyega eru framvegis fantastiskir høvuðsleikarar. Mær dámdi Kylo Ren (Adam Driver) betri hesuferð og hann er ein áhugaverdur persónur.

Filmurin er sera flott gjørdur. Effektirnar eru fantastiskar, tónleikurin hjá John Williams er sera góður og mær dámar serliga væl heimin. Vit sleppa at síggja ymiskar gongustjørnur við flottum djórum og læra um teirra mentan. Tey lítlu djórini, sum kallast "porgs", eru sera fitt og stuttlig. Hetta er samanumtikið ein sera stuttligur filmur við undirhaldandi bardagum og góðum skemti. Mín kritikkur er, at spælitíðin er lang og søgan verður onkuntíð eitt sindur fløkjaslig. Tað er torført at gera ein nøktandi "Star Wars" film, tí fjepparar vænta nógv. Øll verða ikki nøgd, men eg haldi sjálvur, at "The Last Jedi" er ein fantastiskur, undirhaldandi og væleydnaður filmur í røðini. Mær dámar hann betri enn bæði "The Force Awakens" og "Rogue One".

4,5 / 5 stjørnur 

Leikstjóri:
 Rian Johnson 
Leikarar: Mark Hamill, Carrie Fisher, Adam Driver, Daisy Ridley, John Boyega, Oscar Isaac, Andy Serkis, Lupita Nyong’o, Domhnall Gleeson, Anthony Daniels, Laura Dern, Gwendoline Christie, Kelly Marie Tran, Benicio del Toro 
Ár: 2017

No comments:

Post a Comment